hósdagur 28. august 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
[ Nr. 164 - 28. august 2008 ]
Øssur
seymaður
Fleiri av ungu monn
unum hjá NSÍ vóru
eyðsýndir mikukvøldið.
Onkrir teirra – eitt nú
landsliðsspælarin Bogi
Løkin – hava longu
nógvar royndir og eru
stuðlar. Øssur Dalbúð
var aftur hesa ferð mill
um teir fyrstu ellivu,
men hann noyddist av
vøllinum við snuddi í
høvdinum. Hann end
aði á Landssjúkrahúsi
num, har hann varð
seymaður, áðrenn hann
fór til hús aftur.
Ein annar av ungu
monnunum var Jens
Joensen.
Hetta
var
fyrsta ferðin, at hann
fekk møguleikan frá
fyrsta bríksli, og Jens
stóð seg væl, nú hann
fekk møguleikan. Hann
hevur
annars
verið
aftari
í
bíðirøðini,
meðan eitt nú Einar
Hansen (skaddur), Pól
Jóhannes
Justinussen
(fluttur til B68) og Aco
Pandurovic
(miðverji
fyri leikbannaða Jóhan
Troest Davidsen) hava
verið frammanfyri.
Lagnuløtur
bíða B71
Um B71 skal varðveita
sessin í bestu deildini
ella ikki fer tíðin at vísa.
Sandoyingar hava iðrað
seg meiri um onkran
stigamissin á heimavølli
fyrr í ár, enn teir iðraðu
seg um tapið í Runavík í
gjárkvøldið.
Men sandoyingar eru
greiðir yvir, at tað
verður avgerandi fyri
lagnuna, hvussu teir
fara at standa seg næstu
vikurnar. Sunnudagin
fara teir at vitja HB,
sum teir onkra ferðina
hava lumpað í Gunda
dali. Og so verður tað
rættuliga avgerandi, tá
ið teir fyrst fara at fáa
vitjan av Skála og so
skulu til Klaksvíkar.
Eingin slingur var í,
tá ið NSÍ vann ruddu
ligan sigur á sand
oyingum, sum vóru
rættuliga tannleysir
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fótbóltslagið í Runavík var
gott í gjárkvøldið. Tað
lagaði seg væl fyri meist
ararnar í NSÍ, sum nú eru
næstovastir og harvið væl
við í kappingini um europ
eisku plássini. Møguleikin
at endurvinna FM heitið er
rættuliga kámur, og í fyrstu
syftu snýr tað seg um at
savna seg um silvurmøgu
leikan, og lagið var gott, tí
tann møguleikin vaks.
Eitt er, at NSÍ vann sann
førandi 30 sigur á sand
oyingum. Hin parturin er, at
tað fall í góða jørð, tá ið tað
vísti seg, at bæði B36 og
Víkingur, sum undan hesum
umfarinum vóru framman
fyri NSÍ, einki fingu burtur
úr aðra staðni í oynni.
Skipað fótbóltsspæl var
tað ikki so nógv at síggja til
fyrsta korterið. Men tá ið 1.
hálvleikur var hálvrunnin,
var tað greitt, at øll stigini
fóru at verða eftir við
Løkin.
Karoly Potemkin setti hol
á, tá ið eitt stórt korter var
farið. Bogi Løkin, sum man
vera tann miðspælarin, ið
hevur víst støðugastu avrik
ini av øllum, sendi bóltin
inn um sandoyarverjuna, og
tætt undir málinum sendi
Potemkin bóltin framvið
Símun Rógva Hansen.
Bara lítla løtu seinni
hevði B71 gyltan møguleika
at svara aftur, men teir
kiksaðu: Clayton Soares
gjørdist púra einsamallur
við NSÍ málverjanum eftir
langa framlegging í høgru.
Clayton royndi at lyfta
bóltin upp um málverjan,
sum var komin út ímóti,
men Tórður Thomsen megn
aði at stýra bóltin framvið
málinum.
At eingin B71 úrtøka
fekst burturúr gjørdist eyka
kostnaðarmikið miðskeiðis
í hálvleikinum, tá ið heima
liðið økti um leiðsluna:
Jónas Þór Næs, sum rættu
liga tykist vera komin fyri
seg eftir beinskaðan, ið
hevur
darvað,
kastaði
innkast ógvuliga langt inn
fyri málið. Ein av B71
monnunum var so óheppin,
tá ið hann royndi at stýra
bóltin burtur, at hann í
staðin snittaði hann upp um
sína egnu verju og til Aco
Panudrovic, sum var púra
blankur, tá ið hann við
høvdinum stýrdi bóltin í
kassan. Hann var annars
aftur hesa ferð miðverji.
Hesa ferð loysti hann leik
bannaða
Jóhan
Troest
Davidsen av.
Harvið var spurningurin
so at siga svaraður, hvør
skuldi vinna stigini, og tað
var um reppið, at heimaliðið
longu í 1. hálvleiki økti um
leiðsluna. Eitt nú hevði
Bogi Løkin góða skotroynd
av brotsteigarmarkinum, tá
ið ein hálvur tími var farin.
Stórur tími var farin, tá ið
tað, sum leingi hevði ligið í
luftini
gjørdist
endaliga
greitt. Øll stigini vórðu
skotin til Runavíkar, tá ið
Bogi Løkin aftur var upp á
spæl við góðum uppleggi.
Hjalgrím Elttør gjørdist
leysur og smekkaði til, og
málverjin megnaði ikki at
halda bóltinum, sum hann
annars hevði fingið fingr
arnar í.
30 til NSÍ, og ballið var
so mikið buðið, at heima
liðið síðstu løtuna skifti alla
tað fremstu røðina út. NSÍ
er væl við í kappingini um
heiðursmerkini, meðan tað
í løtuni er ivasamt, um sand
oyingar fara at vera partur
av bestu deildini í 2009.
Miðvikudystur á útivølli er
einki serlig fyritreyt, og tað
verður neyvan úrslitið á
útivølli, sum fer at gera av,
um B71 skal spæla í fremstu
ella næstfremstu røð kom
andi ár.
Tað kann vera, at sand
oyarkrútið
verður
brúkt
betri til aðrar og minni
krevjandi uppgávur! Tað
hevði kanska lagað seg
øðrvísi, um royndin hjá
Clayton Soares, tá ið støðan
var 10, hevði átt betri
lagnu,
og
Clayton
var
heldur ikki heppin, tá ið
hann tjúgu minuttir undan
leikloki hevði góða roynd,
sum
streyk
framvið
málinum.
B71
NSÍ
NSÍ-B71 3-0 (2-0):
Toppurin spældi sær við botnin
Heystkappríðingin í Havn
Leygardagin verður seinasta kappríðingin í hesum kapp
ingarárinum. Talan er um Heystkappríðingina, og verður
hendan hildin á ríðibreytini í Marknagili. Byrjað verður at
kappast í travklokkan 15, og eftir hetta verður kappast í
tvíspor. Kappingin í tvíspor er býtt upp í 3 ymiskar bólkar.
Tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur. 24
ross eru meldað til, og umframt vinnararnar av sjálvari
heystkappríðingini skulu føroyameistararnir í teimum 4
bólkunum eisini finnast.
Javnt hjá Amager
FC Amager spældi í gjár ímóti Fredericia í donsku 1.
deild. Leingi sá einki serligt út hjá Toda og teimum, tí
eftir góðum hálvum tíma stóð 02 á talvuni. Tað eydn
aðist tó heimaliðnum at fáa stig burtur úr dystinum
kortini. Beint fyri steðgin minkaði Anders Jochumsen um
munin, og nakað inn í seinna hálvleik javnaði Mohamm
ed Abdalas til endaliga úrslitið. FC Amager hevur tvey
stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar. Og hartil hevur felagið
kært dómin, har teir mistu tey trý stigini, sum annars vóru
fingin til høldar móti Lyngby í fyrsta dystinum.
Hóast árið hevur
verið misjavnt,
so liggur NSÍ
enn væl á kósini.
Mikukvøldið vunnu
meistararnir seg
upp á silvurplássið í
Formula-deildini
Mynd: Álvur Haraldsen