Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-28, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 [ Nr. 164 - 28. august 2008 ] Læra av mistøk- unum Nei, hetta var ein van­ lukka. Pætur Dam Jacobsen, liðformaður hjá Skála, var sjálvsagt ikki nøgd­ ur við avrikið hjá Skála í Gundadali í gjár. Fyri aðru ferð í hesum kapp­ ingarárinum vórðu skálamenn bukaðir av HB, og havnarmaðurin, sum í gjár røkti uppgáv­ una sum vongverji í høgru, var eisini fámælt­ ur. Tit fáa eitt mál, er tað tað einasta positiva, tit kunnu taka úr dystin­ um? ­ Tað er í øllum førum ikki nógv annað, tí vit renna aftaná í stórum løtum. Men vit mugu bara læra av mistøkun­ um. Vit kunnu ikki greiða okkum frá hes­ um greiða ósigrinum, staðfestir Pætur Dam Jacobsen, sum er bjart­ skygdur undan dystin­ um móti KÍ mána­ kvøldið. ­ Seinast vit taptu stórt í Gundadali ímóti HB, tá vunnu vit á KÍ á heimavølli vikuna eftir. Vit vóna sjálvsagt eina endurtøku, staðfestir hann. Christian Høgni í hopla Christian Høgni Jacobsen gjørdist dagsins maður, tá AB í gjár spældi á útivølli móti Køge í donsku 1. deild. Dysturin endaði við 2­0 sigri, og føroyski landsliðsmaðurin skoraði bæði málini fyri AB. Higar til hevur gingið sum eftir ánni hjá AB, sum hevur níggju stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar í donsku 1. deild. Jón Rói á blettinum Frem við Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen hevur ikki fingið nakra serliga góða byrjan hetta kappingarárið. Mikukvøldið vann felagið tó sítt fyrsta stig, og eisini her var tað ein føroyingur, sum kom á máltalvuna. Í útidystin­ um móti Næstved legði Jón Rói Jacobsen Frem á odda eftir 26 minuttum. Næstved javnaði tó 10 minuttir seinni, men við stiginum er Frem komið á talvuna í næst bestu deildini. Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum varð Skála eyðmýkt í Gundadali av HB. Hesa ferð gjørdist úrslit 6-1, og skála- menn líktust á ongan hátt einum liði, ið vil sleppa undan niðurflyting Fótbóltur Uni Holm Johannesen Uni sosialurin.fo Í fyrsta leikumfari tapti Skála heili 8­1 í Gundadali ímóti HB. Í gjár vitjaðu teir aftur í høvuðsstaðnum, og hesa fer vóru teir bukaðir við 6­1 av teimum reyðu og svørtum. Nei, á útívølli ímóti HB trívast skálamenn ikki. Skála stríðist í løtuni fyri at sleppa undan niðurflyting í Formuladeildini. Men tað sást als ikki aftur í gjár­ kvøldið. Hóast gestirnir royndu í fyrra hálvleiki, var avrikið alt ov ússaligt. Og so blivu skálamenn aftur hølvaðir av. Gott dómaraavrik Tað er einki dulsmál, at Rúni Gaardbo hevur verið fyri stórum ágangi seinastu mánaðirnar. Tey allar flestu vilja verða við, at hansara dómaraavrik ikki hava verið nøktandi. Men í gjár hevði hann ongar trupulleikar. Rætt varð dømt, tá hann í tveimum førum peikaði á brotssparksblettin. Og ann­ ars kann fingurin ikki setast á nakra avgerð. Tað skal eisini leggjast afturat, at tað ikki var torførasta uppgávan at døma dystin í gjár. Leik­ ararnir gjørdu ikki nógv av, og nærdystirnir vóru fáir. Andrew í hopla Andrew av Fløtum var hin mest eyðsýndi í gjár. Fram­ herjin stóð fyri trimum av málunum, og hann átti næst­ seinasta fótin á tí fjórða. Flottasta málið kom eftir einum hálvum tíma, tá hann – staddur eitt sindur í høgru – av brotssteigarmarkinum sendi í handara málhorn. Ein sonn perla. Tað tykist sum, at Andrew av Fløtum er um at koma seg nú. Avrikini vóru sera skiftandi í byrjanini, sum millum annað høvdu við sær, at hann misti landsliðs­ plássið. Í Klaksvík sunnu­ dagin, og somuleiðis í gjár, stóð hann seg sera væl. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kundi hann skotið sítt fjórða mál, men úr ellivu metrum sendi hann í tvørtræið. Sámal Erik Hentze varð fyri góðum mánað síðan settur sum hjálparavenjari í HB. Síðan tá eru teir reyðu og svørtu ósigraðir, og út frá úrslitinum kann staðfest­ ast, at setanin hevur havt positiva ávirkan. Hendrik Rubeksen var tvær ferðir á blettinum, meðan innskifti Johan Ejv­ ind Mouritsen eisini kom á máltalvuna. Lítið sannførandi Skálamenn eru trýstir í løt­ uni. Seks stig eru til bjarg­ ingina, nú átta dystir eru eftir. Eftir avrikinum í gjár at døma, so er Skála á ong­ an hátt til reiðar. Men í gjár var talan um ein so nevndan off­day. Sunnudagin stóðu teir seg væl á sama graslíki ímóti B36, men í gjár var tað ikki nøktandi. Málið, sum Andrew av Fløtum gjørdi tíðliga í seinna hálv­ leiki, fullkomiliga tók luft­ ina úr teimum orangelittu. Og seinasta hálva tíman var stríðsviljin lítil. Og tá inn­ skifti Obele Okeke Onye­ buchi púra einsamallur við málverjan sendi beint í føvn­ ingin á Marcin Dawid var skommin staðfest. Komandi uppgávan hjá Skála er klaksvíkingar á heimavølli. Tvey lið, sum hava ligið í tungum sjógvi higartil. Eitt er í øllum før­ um vist: skálamenn hava stóran tørv á stigum nú. HB-Skála 6-1 (2-0) Tá skálamenn aftur blivu bukaðir... Fyri aðru ferð í ár fekk Skála bank, tá teir spældu í Gundadali móti HB savnsmynd Skála HB