hósdagur 28. august 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2008
53
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
ein hevur mist okkurt, ella um
ein uppdagar síður, sum ein ikki
kennir av sær sjálvum ella av
øðrum fólkum.
- Tað eru fleiri ting, sum eg
sjálvur skrivi um. Tað er kanska
serliga baklandið, ið inspirerar.
Familjan, hendingar og uppliv-
ingar, sum eg eri farin ígjøgnum.
Um eg havi mist okkurt, ella um
tað eru onkur ting, sum eg gjarna
vildi havt gjørt, men ikki gjørdi.
So skrivi eg um tað.
Menniskju eru fantastisk
- Og so er tað eisini bara tann
fantastiska nattúran og heimurin
og menniskju! Menniskju eru
simpulthen so fantastisk. Tey eru
ymisk og inspirerandi; flyta seg
so nógv í øllum, sum tey gera.
Man finnur ikki eitt monotont
menniskja. Tað er á lívi. Sjálvt
har, sum litið hendir, hendir
nógv. Tí hjá einum øðrum hendir
ikki tað sama. Einki er líka;
eingin ger nakað uppá sama
máta. Til dømis tá man arbeiðir
saman, eisini í tónleiki, er tað
vanligt so, at øll hava hvør sínar
tankar um, hvussu úrslitið skal
vera. Kynstrið er at lova persón-
inum at hava tankagongdina.
Lagið blívur kanska nakað heilt
annað, enn tað skuldi. Men tað er
tað feita við tí.
Skal koyrast allan vegin
Crawling Blue skulu spæla á
einum norskum festivali/oljuráð-
stevnu nú seinni í mánaðinum
har Hanus G. Johansen og Lena
Andersen eisini skulu spæla.
Umframt hetta hevur bólkurin
ætlanir um at fara út at turnera,
fara í holt við eina nýggja fløgu
og skaffa sær ein manageara.
- Vit vilja koyra tað allan veg-
in. Tað slógu vit fast beinanveg-
in, tá vit stovnaðu bólkin, og tað
er eisini tað, sum allir bólkalim-
irnir hava játtað, áðrenn teir eru
komnir uppí bólkin.
- Tað er dumt at leggja orku í
nakað, og at tað so ikki blívur til
nakað. Vit bíða bara eftir at fáa
fløguna ordiliga lidna, men inntil
ta tíð, er alt á stand-by, gigs í
útlondum og so framvegis, tí
áðrenn man hevur nakað at vísa
á, kann man ikki ordiliga nakað.
Men vit hava fleiri kontaktir,
bæði í Danmark og í Amerika, og
fara at byrja at arbeiða við hesum
kontaktunum nú í nærmastu
framtíð.
Hoyr tvey løg hjá Crawling Blue á myspace.com/
crawlingblue og fylg annars við her
í blaðnum í heyst, tá vit fara at
ummæla »The Well«
Uni Reinert Debess gevur í heyst út fløguna The
Well saman við bólkinum hjá sær Crawling Blue
Crawling Blue eru Uni Reinert Debess, Brandur
Jacobsen, Eyðun Johannesen og Óli Olsen