hósdagur 28. august 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 164 - 28. august 2008
Tónleikur
SAMRØÐA
Sunneva Háberg Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Fyri nøkrum árum síðani fór
GoGo Blues í upploysing. Stutt
eftir hetta stovnaðu Uni Reinert
Debess og Brandur Jacobsen
Crawling Blue. At byrja við
spældi Jóhannus á Rógvu bass,
men tað bleiv ikki til nakað.
Síðani kom Brandur fram á ein
ungan fýr, sum hann hevði spælt
saman við í Margarinfabrikkini.
Hesin æt Eyðun Johannesen og
bleiv skjótt til regluliga bassleik
aran hjá bólkinum. Tá teir tríggir
skuldu fara í studio og byrja at
taka upp, funnu teir útav, at tað
manglaði okkurt. Uni møtti tá
Óla Olsen á einari ferð í Íslandi
og skjeyt upp fyri honum at
koma við í studio at spæla
Hammond og Rhodes orgul inn.
Óli hevði ongantíð spælt saman
við teimum fyrr, men kom bara í
studio og lærdi seg løgini.
Vit høvdu bílagt okkum tvær
vikur í studo, men roknaðu bara
við at brúka eini fýra dagar uppá
at spæla grundirnar inn og so at
brúka restina av tíðini til at
leggja vokalar og annað inn. Men
vit funnu skjótt útav, at vit ikki
høvdu nokk tíð alíkavæl og
máttu leiga húsið eina viku
afturat, greiðir Uni frá, tá hann
verður spurdur um, hvussu
upptøkuprosessin hevur gingið.
Aftaná tríggjar heilar vikur
høvdu vit bara fingið spælt 12
grundir inn. Hendan langa
prosessin endaði eisini við, at
stemningurin bleiv so intensur, at
eg ein dagin knallaði hurðina
aftur og gekk til Havnar. Vit
høvdu pressað okkum sjálvar so
nógv, at tað hekk ikki saman
longur í høvdunum hjá okkum.
Ikki tí at vit vóru óvinir ella
nakað, tónleikurin fylti bara for
nógv. Vit hava siðani hetta spælt
okkurt inn av nýggjum; stilla alt
upp aftur og spælt umaftur.
Intenst arbeiði
Á »The Well« eru gestatónleik
arar so sum Kim Hansen á kór,
Ólavur Olsen á trompet, alt horn
og kór, tríggir danar á aðrar
blásarar, ið eru Thomas Edinger
á saxofon, Ketil Ducert á trompet
og Gustav Rasmussen á trombon.
Løgini hava Brandur Jacobsen
og Uni Reinert Debess gjørt sam
an, meðan Uni hevur skrivað
tekstirnar. Um alt gongur eftir
ætlan, kemur fløgan út í septem
ber, og tá skulu útgávukonsertir
eisini spælast.
Prosessin hevur tikið 1 ½ ár.
Vit brúktu tríggjar vikur um at
taka tær fyrstu 12 grundirnar
upp. Og so hava vit faktiskt brúkt
restina av tíðini til at leggja
útyvir. Eingin av okkum hevur
roynt at veri soleiðis involveraður
í einari fløgu, har man bara
roynir seg fram allatíðina.
Tað er serliga niveau av løg
unum, ið hevur verið torført at
fingi til at hanga saman. Fyrst er
eitt lag so feitt, at tú roynir at fáa
øll hini upp á saman niveau. Men
so knapliga blívur eitt annað lag
enn feitari, og so skalt tú til at
fáa hini upp á tað støðið. Soleiðis
blívur tú við, intil tað er tambað
so nógv, at tú ikki fært meira
burturúr tí. Tað er ein ógvuliga
lærurik prosess, har tú lærir at
pressa teg sjálvan og at arbeiða
intenst saman við øðrum
tónleikarum, sigur Uni.
Simpult og kensluborið
Foreldrini hjá mær eru 70ara
fólk, sum lurta eftir Rolling
Stones, Jimi Hendrix, The Doors
og so framvegis. So eg eri upp
vaksin við blues tónleikinum.
Pápi mín hevði eina stóra mynd
av Jimi Hendrix hangandi í
stovuni. Hann segði altíð, at
hasin var Gud innan gittarspæl.
Hesum bleiv eg sjálvandi
ávirkaður av.
Eg minnist ordiliga væl eina
ferð, tá eg var og vitjaði onkran
saman við pápa mínum. Eg lærdi
at spæla eina blues rundu, og
dugdi tað næstan beinanvegin. Tá
eg so spurdi pápa mín, um eg
spældi rætt, segði hann »Ja, tú
spælir tað rætt, men har eru ikki
nokk kenslur í. Tað er simpult,
men tá mást tú leggja eyka
kenslur í spælið«. Tað sleyg meg
ordiliga. Eg var bara ein lítil
drongur, eini 10 ár, men tað, sum
hann segði, setti seg fast. Eg
byrjaði tó ikki ordiliga at spæla
blues, fyrr enn eg var 20 ár. Tað
virkaði knapliga sum um, at eg
hevði funnið okkurt í kroppinum.
Sum at lívið var komið til eitt
ávíst punkt. Og tá byrjaði eg at
venja gittara ordiliga.
Eitt loyndarmál
Spurdur, hvat blues hevur at
týða, og hvat hann úttrykkir
ígjøgnum tónleikin, svarar Uni:
Fyrr í tíðini brúktu trælirnar
blues málið sum loyndarmál, tí
tey ikki høvdu lov at úttala seg
politiskt. Tey risikeraðu faktiskt
at blíva hongd, um tey úttalaðu
seg um nakað. So tey sungu
kanska um at hava mist damuna,
ella um at daman var ónd. Men
so merkti tað kanska bara, at
staturin var ímóti teimum, ella at
arbeiðsgevarin var ein fani. Um
tey til dømis søgdu, at Gud hevði
vent teimum ryggin, snúði tað
seg oftast um statin og ringu
livikorini hjá teimum. Í dag er
tað ikki soleiðis longur, man er
komin víðari, men man heldur
enn fast í bluestraditiónini. Ikki
tí, at man ikki hevur lov at úttala
seg, men tí at man arbeiður út frá
eini gamlari traditión. Tú setur
meiningarnar og tankarnar hjá
tær í nakrar básar, sum eru lættir
hjá øðrum at skilja. Til dømis um
Baklandið, náttúran
og menniskju
geva íblástur
Summi kenna hann frá bólkinum Teir, onnur frá Headache Blues
Treo, aftur onnur frá GoGo Blues, men tey flestu munnu kenna hann
sum oddamannin í Crawling Blue, ið eisini er nýggjasta blues projekt
hansara. Maðurin eitur Uni Reinert Debess og fer í heyst at geva út
fløguna »The Well« saman við bólkinum hjá sær
Høgni
Egholm
Magnussen
hevur
sniðgivið
húsan til
The Well