hósdagur 28. august 2008síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 164 - 28. august 2008
51
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Bólkur: Rasmus Rasmussen
Fløguheiti: Poems in Sound
Plátufelag: Tutl
Fløgu ummæli
Jónheðin Tróndheim
Nýggja
fløgan
hjá
Rasmusi
Rasmussen, Poems in sound, er
farin stillisliga aftur við borðinum.
Hon kom út stutt fyri summar
frítíðina, so timingin kundi kanska
verið eitt sindur betri, haldi eg.
Men tað ger fløguna hvørki verri
ella betri. Tað er bara orsøkin til,
at eg ikki havi fingið stundir til at
lurta eftir henni fyrr enn nú,
heystið nærkast.
Lat okkum beinanvegin sláa
fast, at hetta er ein stemningsfløga
burturav. Tað er eitt sindur av
tunglyndi yvir tónleikinum. Tung
lyndi?? Kanska, kanska ikki, men
tað er tað, eg fái burturúr av at
lurta eftir henni. Er tað ringt? Nei,
tvørturímóti.
Tað
merkir,
at
Rasmus Rasmussen rakar nakað
við tónleikinum. Og tað má vera
betri, enn einki at raka.
Skuldi herfyri vísa tveimum
italiumonum nakað av føroyskum
tónleiki. Teir vóru komnir innar í
ein fløguhandil í býnum, fyri at
keypa júst hetta. Eg vísti teimum
tað, eg kom í tankar um, og
millum allar fløgurnar var hendan
fløgan hjá Rasmusi. Teir lurtaðu
og søgdu báðir í senn: Hetta er
tað. Hetta er júst tað, vit leita eftir.
Hetta er serføroyskt!
Hvat tað er, teir meintu við, tá
teir søgdu serføroyskt, dugi eg
sum føroyingur sjálvandi ikki at
hoyra, tí tað er tað fremmanda
oyra, sum avgerð, hvat tað serfør
oyska er fyri nakað. Vit kunnu
bara nikka og siga, Ok, heldur tú
tað???
Nú er Rasmus gittarspælari, og
sjálvandi er alt merkt av tí. Men
Rasmus er eisini meira enn tað;
hann er forbiðið góður við
gittarinum.
Fyrsta lagið á fløguni kallar
hann »The Joy of Diana«, og tað
er eisini tað lagið, sum tú fangar
best, tí melodilinjan er rættiliga
fangandi. Men sorgblíða huglagið
er eisini har.
Næsta lagið kallast »Melan
choly«. Har er sjálvandi tað
sorgblíða eisini við. Minnir nakað
um at vakna ein gráan leygar
morgun, tá eingin er heima, og tú
tímir einki hvørki so ella so.
Bara at liggja í sofuni allan dagin
og keða teg. So fert tú uttar í
køkin fyri at gera tær ein
kaffimunn, men einki kaffi er
eftir. Nakað soleiðis kenni eg tað,
tá eg lurti eftir lagnum »Melan
choly«, sum hevur ein feitan
stemning. Tunglyndi uttan nakra
orsøk at vera tunglyntur. Tað
manglaði bara kaffi. Men tað skal
nógv til, fyri at fáa en gráan
leygardag til nakað gott.
Restin av løgunum hava júst
sama stemning. Og tað er faktiskt
rættiliga feitt.
Hvussu er og ikki, so haldi eg,
at fløgan hjá Rasmusi er tað, hon
roynir at vera. Hvørki meira ella
minni.
Fín fløga, Rasmus.
Makrel gittarleikarin Rasmus Rasmussen hevur fyri kortum
givið út fløguna Poems in Sound, sum er triðja solofløga
hansara, síðani Implosive kom út í 2002
Lurta eftir »Where
Crows Flee« og
»Drifting Onwards
in a Zeppelin« av
Poems in Sound á
myspace.com/
rasmusrasmussen
Niels Uni Dam hevur tikið húsamyndina
og sniðgeving hevur Uni Árting staðið fyri
Fløgu ummæli:
Nørduta melodiøst
Næsta hósdag kanst tú
lesa ummæli av Black
Diamond Train hjá Boys
in a Band her í blaðnum
★★★★✩✩