hósdagur 28. august 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 164 - 28. august 2008
Tónleikur
Bólkur: maður:glotti
Fløguheiti: Land
Útgávudagur: 7. juli 2008
Plátufelag: Tutl
Fløgu ummæli
Sunneva Háberg Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Tað tykist vera eitt nokso intimt
samfelagsligt kjak í løtuni um
maður:glotti. Eg havi inntrykk
av, at fólk antin elska ella hata
bólkin. Summi halda hann vera
vánaligan og amatørsligan. Tey á
hinari síðuni halda hann vera
egnan og áhugaverdan. Eg eri ein
av teimum, sum haldi meg skilja
teir nokso væl; Ova og Messell.
Eg haldi nevniliga ikki, at tað er
so kompliserað. Tað hevur ikki
tørv á at analyserast so nógv. Tað
hevur bara ein fullkomiliga
nattúrligan kultstatus og eigur
harvið bara at fatast og virðast
fyri tað, ið tað er. Og tað, sum
tað er, er eitt savn av onkuntíð
humoristiskum, onkuntíð álvar
somum kærleikssangum og
persónslýsingum við einari rúgvu
av spennandi elektroelementum
og sveimandi melodium.
Lekkur elektronisk groove við
hittpotentiali
Nýggjasta fløgan hjá maður:
glotti, Land, er einki undantak.
Hon er stuttlig og speisk, sam
stundis sum hon er tónlist at taka í
álvara. Frágreiðandi, sveimandi
røddirnar eru fjollutar og gera
tónleikin á onkran hátt barnsligan,
men tað ger hann ikki minni egn
an og áhugaverdan at fylgja við í.
Eitt, sum er nokso gjøgnum
gangandi í fleiri av løgunum, er
at syngja tekstin fleiri ferðir
ígjøgnum uppá fleiri mátar. M.a í
»Einslingurin«, »Úlvurin«,
»Urðin« og »Hugurin«. Eitt
annað gjøgnumgangandi er, at
gittarin verður brúktur sum
rútma. Messell spælir ikki bara
feit riff, men er eisini rútman í
fleiri av løgunum. Og at hava ein
vanligan kassagittara á hendan
hátt saman við elektroniska
universinum hjá Ova haldi eg
riggar knasandi væl og ger
ljóðmyndina hjá teimum heilt
egna og serstaka.
Fløgan er, øll sum hon er,
proppað við feitum, groovutum
elektroniskum rútmum og
basslinjum og fangandi løgum.
Eg kann nevna fyrsta lagið
»Kossurin«, »Stjørnuhópurin«,
»Túrurin«, »Lyklasmiðurin«,
»Dansurin« og »Føroyingurin«,
harav tey bæði seinast nevndu
eru tey, ið eg haldi hava størst
hittpotentiali á útgávuni. »Koss
urin« og »Lyklasmiðurin« kundu
eisini blivið til hitt, men eg rokni
við, at tekstirnir eru ov ónæris
ligir til, at løgini fara at blíva
spæld í almennu miðlunum her.
Kom og mótprógva meg!
Kærleikssangir og
persónslýsingar
Tað er eitt ordiligt elektrofeel
yvir tónleikinum, ið saman við
kassagittaranum og einari
trompet, sum hoppar inn inn
ímillum, gevur eina stuttliga
samanseting av jazzi, tekno,
singer/songwriter og funk. Eg
havi tað torført við at hoyra
nakran beinleiðis íblástur, sum eg
giti bara kemur beint frá bak
landinum hjá Ova og Messell.
Kanska eitt sindur her heimanifrá
av Side Effect, nakað av MC Hár
og so ein rúgva av inputti frá
øllum tí, ið teir hava upplivað og
hoyrt ígjøgnum lívið.
Fleiri tekstir eru ógvuliga súm
bolskir og siga nógv um nógv;
m.a um uppvøkstur, tolsemi, at
vera øðrvísi, kærleika og lívið
sum heild.
Kanska stuttligasta lagið haldi
eg vera »Lyklasmiðurin«, sum
sjálvandi fær ein at hugsa um
lykilin sum kynslutin hjá mann
fólkinum. »Ein lykil til lívið havi
eg fingið, hann buglar í lumman
um. Hann hevur opnað nógvar
stongdar hurðar. Skal eg opna
teg?« Ein ógvuliga beint fram og
erligur spurningur, spyrt tú meg.
So hava vit fittu kærleiks
søgurnar. M.a í »Føroyingurin«,
sum er ein søga um føroyingin,
ið man ikki veit, hvør er, men
sum hann í sanginum vil hitta.
Eins og kærleikssøgan í »Buss
urin«, har hann er hugtikin av
einum, sum hann sær í bussinum
hvønn morgun. Og »Dansurin«
um at dansa saman við tí persón
inum, sum man er góður við.
Vit hava eisini »Túrurin«, ið
øgiliga lætt kann skiljast sum ein
frágreiðing um handan lutin, ið tú
kanst ogna tær at fornøja teg sjálv
an við. »Lat meg sleppa ein túr á
(rørslu) súkkluni hjá tær. Gjørd
úr lættasta stáli. Tú kanst hava
hana við tær, hvagar tú enn fer.
Klár at taka fram, um hugurin
skuldi stungist uppá teg.« Men so
er spurningurin, um hesar giting
arnar hjá mær eru rættar, ella um
tað bara er mín heili, ið er innstill
aður at hugsa í hasa ættina?
Tað mest provokerandi og
óbehagiliga lagið haldi eg er
»Urðin«. Gevur mær gásarhold
og fær meg at kenna frustratiónir
og óhugna um allan kroppin.
Teksturin er »Skræð meg upp,
rannsaka meg«, meðan tað
verður skríggjað, skavað og
eymkað. Røddin er eisini í
støðum so tvistað, at tað blívur
heilt óhugnaligt. Men skil meg
rætt: lagið er eisini millum tey
mest hugtakandi á fløguni,
orsakað av hesum ógvusligu
kenslunum, ið tað setur í ein.
Gjøgnumført kaotiskt
Kenslan, sum eg siti eftir við nú
aftaná at hava brúkt fleiri tímar
til at hugsa um maður:glotti og
teirra tónleik, er, at eg haldi tað
vera ordiliga gott við slíkum
útgávum. Tað er stuttligt, og tað
prikar til fólk uttan at fara ov
langt. Tað gevur pláss fyri og
skapar kjak um nøkur evnir, sum
vit heilt sikkurt hava tørv á at fáa
meira av plássi fyri og kjaki um
her í okkara samfelagi.
Eg haldi eisini, at bygnaður,
ljóð og samansetingar í teimum
flestu løgunum er væl gjørt. Tað
má krevja nógva tónlistarliga
fatan at seta so nógv ljóð, so
nógvar røddir og rútmur saman
og fáa tað at vera so kaotiskt og
samstundis so gjøgnumført í
senn, umframt at klára at halda
ljóðmyndina niðri á einum
rættiliga minimalistiskum støði.
Fýra út av seks herfrá. Eg gleði
meg longu til næstu útgávuna.
Og var tað nakar, sum fangaði,
at heitini á løgunum øll enda við
urin? (!)
Hoyr »Føroyingurin«
og »Dansurin« á
myspace.com/maurglotti
Fløgu ummæli:
Humoristiskt og álvarsamt í senn
Ova/Dennis Agerblad
Terji Messell
»Land« er triðja fløgan hjá maður:glotti
aftaná hinar fyrru »Sum« og »Nakin«
★★★★✩✩
Næsta hósdag kanst
tú lesa ummæli av
Black Diamond Train
hjá Boys in a Band
her í blaðnum