fríggjadagur 29. august 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 165 - 29. august 2008
Vit komu seint í
gongd, men cafein
royndist so mikið
væl, at vit heilt vist
lata upp aftur 1. mai
næsta ár, sigur Johan
nus Jensen, stjóri
VÁGSBOTN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað tók drúgva tíð at fáa
Café
Vágsbotn
upp
á
beinini. Tað dróg út við
loyvunum, og cafein opnaði
ikki fyrr enn 4. juli.
Loyvið er annars galdandi
frá 1. mai til 31. august, og
tað
er
eigarin
sjávur,
Johannus
Jensen,
sum
hevur søkt um hesar fýra
mánaðirnar.
- Tað kundi verið ynski-
ligt, at loyvi var galdandi
longri tíð, so vit kundu havt
opið til serlig tiltøk í
Vágsbotni, ella jólamánaðin
kanska. Eg ivist ikki í, at
bæði
loyvisnevndin
og
býráðið høvdu játtað, um
søkt varð um tað, sigur
Johannes Jensen.
Stjórin á Hotel Føroyum
og Hotel Tórshavn sigur
annars, at caféin er ógvuliga
væl móttikin og at tey hava
fingið
nógvar
positivar
viðmerkingar.
- Vit hava havt nógvar
útlendingar á cafeini gjøgn-
um dagin, bæði ferðafólk
og útlendingar annars. Men
veðrið hevur alt at siga, og
eg haldi, at vit hava verið
rættiliga heppin við veðrin-
um, sigur Johannes Jensen.
Sjálvandi hava dagarnir
verið ójavnir. Summir hava
givið undirskot, men tað
hava sanniliga eisini verið
dagar við yvirskoti.
- Tað, at vit fara at lata
upp aftur komandi ár, sigur
nakað um, at tað loysir seg
at hava opið. Og vit ætla at
gera okkum enn betri út til
komandi ár, sigur Johannes
Jensen.
Meiri lív í
Stjórin á Café Vágsbotn
sigur, at tað hevur verið alt
ov stutt opið í ár, tí tað gekk
so long tíð, áðrenn øll
loyvini vórðu í lagi.
- Uppstarturin er altíð
dýrur, vit skulu gera íløgur
í bæði køk, blómur, borð og
stólar. Og so høvdu vit teir
byrjunartrupulleikar,
sum
altíð eru. Men vit lata upp
aftur næsta ár, og tá ætla vit
at betra um konseptið, bæði
við matarskrá og øðrum,
sigur Johannes Jensen.
Hann heldur annars, at
nógv meiri lív er komið í
Vágsbotn.
- Bæði á Ólavsøku og í
heila takið er komið mun-
andi meiri lív í í Vágsbotni,
sigur Johannes Jensen.
Fiskatorgið hevur sjálv-
andi gjørt sítt til, og býráðið
hevur boðað frá, at tað ætlar
at hugna um, ikki bara í
Vágsbotni, men í Tórsgøtu
sum heild. Og Johannes
Jensen ætlar at gera sítt til
at hugna um, og 1. mai
næsta ár letur Café Vágs-
botn upp aftur.
Læknarnir ikki tíð at greiða frá
Læknarnir á teimum donsku sjúkrahúsunum hava ikki nóg góða tíð til at tosa við
sjúklingarnar, og tí eru samrøðurnar ofta alt ov stuttar. Eitt nú vísir tað seg, at á
krabbameinsdeildini á Ríkissjúkrahúsinum hava yvirlæknarnir bara nakrar minuttir
til at greiða einum sjúklingi frá einari álvarssamari sjúku. Ein av yvirlæknunum,
Niels Kromann, sigur við kringvarpið DR, at hann hevur vanliga 20 minuttir til ein
sjúkling, men tá hann er liðugur at kanna tey ymsu skjølini, eru kanska bara einir
sjey minuttir eftir til at siga sjúklinginum frá niðurstøðuni og avleiðingunum. Sjálvur
sigur læknin, at tað ber ikki til at geva ta neyðugu frágreiðingina eftir so stuttari tíð.
Brúgv kostar 100 mia. krónur
Í fleiri ár hevur verið tosað um møguleikarnar at gera eina brúgv tvørtur um
Kattergat fyri at stytta farleiðina millum Keypmannahavn og Århus, men fyribils
hendir neyvan nakað á tí økinum. Ein ráðgevandi fyritøkan hevur kannað málið,
og hon sigur, at tað eru fleiri møguleikar, men at ein Kattegat-brúgv fer at kosta
millum 100 og 137 milliardir krónur aflt eftir, hvør leið verður vald. Fyritøkan
sigur, at skal brúgvin fíggjast á sama hátt sum sambandið um Stórabeltið, fer tað
at kosta 870 krónur fyri ein persónvil at koyra annan vegin. Higartil hevur verið
mett, at 450 krónur er tað mesta, sum fólk vilja góðtaka.
Café Vágsbotn riggar av
Teir riggaðu av á Café Vágsbotni í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
Væl meira av
havhestaungum er
komið undan í ár í
mun til seinasta ár.
Hetta vísa teljingar
hjá Fiskirann
sóknarstovuni,
sum verða gjørdar í
Høvdanum í Skúgvi
NÁTATÍÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í vár og í juni vórðu taldir
384 og tað er 27% fleiri enn
seinasta summar. Eisini
vóru fleiri reiður, 269 í tali,
og tað er 37% fleiri enn
seinasta ár.
Størsti vøksturin er tó í
talinum av ungum. Til
samans vóru 123 ungar í
seinastu viku og tað er 98%
fleiri enn seinasta summar.
Talið av ungum er annars
minkað spakuliga síðani
2001, tá ið 171 ungar komu
undan. Í 2007 hendi tó ein
óvanliga stór minking niður
í bert 62 ungar, men hetta
talið er nú vaksið aftur til
123, so nú er tað uppi á
einum
meira
vanligum
støði.
Um støðan er tann sama
um
alt
landið
sum
í
Høvdanum í Skúgvi, so
skuldi meira verið at fingið
av havhestaungum enn í
fjør, men tað velst eisini um
veður og vind.
Ungarnir
verða
taldir
stutt áðrenn teir eru floygdir,
og í Høvdanum síggjast teir
væl,
tí
her
heldur
havhesturin til á rókum og
spíldum. Hvør einstakur
fuglur verður merktur inn á
myndir, og tilsamans eru
gott 300 reiður ella pláss,
har havhestar halda til, men
teir verpa tó ikki í øll
reiðrini á hvørjum ári.
Tað hevur ikkið verið
sigið í Høvdanum síðani
1974, so fuglurin verður
ikki órógvaður av fólki, og
rotta er ikki í oynni. Hvussu
nógv kemur undan av
havhestaungum
í
Høvdanum veldst tí mest
um, hvussu nógv føði er at
fáa til ungarnar. Tað hevur
sostatt verið munandi meira
føði til havhestin í ár enn
seinasta ár.
Betri, men…
Jens-Kjeld
Jensen,
fuglafrøðingur í Nólsoy,
sigur, at eisini í Nólsoy er
støðan hjá nátanum betri í
ár, enn hon var í fjør.
- Eitt stað, sum eg í fjør
taldi 11 ungar, havi eg talt
16 í ár, so nátin er yvirhøvur
betri fyri í ár enn í fjør. Men
hyggja vit 20 ár aftur í
tíðina, er bert helmingurin
til av náta í dag í mun til tá,
sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann vísi til, at bátarnir í
dag ganga so nógv skjótari
enn teir gjørdu fyri 20 árum
síðani.
- Bátarnir tóku 200, 300
ella 400 nátungar fyri 20
árum
síðani,
og
teir
skjóttgangandi bátarnir í
dag taka tað sama, sigur
Jens-Kjels Jensen.
Men tað sær betri út í ár
enn tað hevur gjørt tey
seinastu árini.
-
Eisini
støddin
á
nátungunum er javnari í ár.
Tey seinastu árini hava teir
verið ógvuliga ójavnir í
stødd, summir væl fyri,
meðan aðrir hava verið
ógvuliga rak. Teir nátungar,
sum eg havi sæð her í
Nólsoy í ár, hava verið
rættiliga javnir í stødd, sigur
Jensw-Kjeld Jensen.
So støðan er sum heild
betri í ár enn undanfarin ár,
men munandi verri enn fyri
20 árum síðani.
Frægari til av náta
Nátin er betri fyri í
ár enn undanfarin ár,
men stovnurin er bert
ein helmingur at tí,
hann var fyri 20 árum
síðani