fríggjadagur 29. august 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 165 - 29. august 2008
»Sjálv, ella saman í
eina stóra kommu
nu!« Innanfyri
tær næstu tríggjar
vikurnar skulu teir
436 borgararnir
í Hvannasunds
kommunu eftir ætlan
avgera lagnuna hjá
kommununi: Skulu
tey verða fyri seg sjálv
an ella leggja saman
við Klaksvík. Henda
greinin er ein roynd
at lýsa tær ymisku
meiningarnar hjá
fólkinum í Hvanna
sundi, Norðdepli,
Depli, Norðtoftum og
í Múla
RepoRtasja
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hvannasund: - Tað er ikki
lætt hjá okkum at taka
støðu, tá okkara egnu fólka-
valdu bygdaráðslimir ikki
eingang eru samdir, um vit
skulu leggja saman ella
ikki!
Hesa seinastu tíðina hava
umboð fyri kommunurnar í
Hvannasundi og Klaksvík
arbeitt við einum leisti, sum
skal enda við at báðar
kommunurnar verða lagdar
saman í eina.
Hóast arbeiðið er komið
væl áleiðis, dugir eingin at
siga hvat úrslitið av fólkaat-
kvøðuni
verður.
Henda
spurningin hava vit sett fok-
us á við at vitja ymisk støði
í kommununi, fyri at hoyra
viðmerkingar hjá fólki til
spurningin.
Trupulleikin í øllum máli-
num, og tann rættiliga sjáld-
sama støðan í Hvannasundi
er, at borgarstjórin í kommu-
nuni, Júst Poulsen ikki hev-
ur verið við í hesum samráð-
ingum, tí hann er beinleiðis
ímóti eini samanlegging
við Klaksvík.
Sosialurin hevur fleiri
ferðir vent sær til hansara
fyri at fáa viðmerking til
málið, men hann hevur altíð
borið seg undan. Ístaðin
hevur
næstformaðurin
í
bygdaráðnum, Pól Fuglø
staðið á odda fyri samráð-
ingunum við umboðini fyri
Klaksvík.
Hetta hevur undrað bygda-
fólkið almikið, tí sum eitt
teirra sigur: - Tað er ótrúligt,
at teir ikki kunnu setast sam-
an og finna eina loysn, sum
báðir kunnu liva við. Tað er
í øllum førum tað minsta,
sum ein kann krevja av
tveimum
fólkavaldum
bygdaráðslimum.
- Hetta fer bara at gera
okkara støðu veikari. Men
eg vænti kortini, at næstfor-
maðurin fer at fáa eitt gott
úrslit, sum vit øll kunnu
verða fegin um og fáa gagn
av.
Í komandi mánaði fæst at
vita, um Norðoya kommuna
eisini fer at umfata tær
fimm bygdirnar í Hvanna-
sunds kommunu.
Tilgongdin
Fyrrapartin mikudagin var
Pól Fuglø á fundi við
umboð
fyri
Klaksvíkar
kommunu, har teir løgdu
seinastu hond á ein kunn-
ingarfaldara.
Hesin kunningarfaldarin
skal sendast í hvørt húski í
kommununi ein av fyrstu
døgunum í komandi viku.
Her verður greitt frá øllum
tí, sum hevur við ætlaðu
samanleggingina at gera.
Ein partur av faldaranum
er at vísa á tilgongdina í hes-
um málinum, og her verður
eisini dagur settur á, hvussu
málið við samanleggingini
skal fremjast tann komandi
mánaðin:
Fyrst
verður
faldarin
sendur út. Síðani verður
borgarafundur hildin, har
fólk fáa møguleika at seta
fram spurningar.
Beint eftir hetta verður so
sjálv fólkaatkvøða hildin í
øllum bygdum í Hvanna-
sunds kommunu. Fyrst tá
fæst at vita, um bygdafólkið
heldur tað sama sum meiri-
lutin í bygdaráðnum.
- Eg veit, at nógv fólk eru
ímóti
samanleggingini.
Men eg ivist onga løtu í, at
tá tey hava lisið faldarin og
eru kunnað um ætlanina, so
fara tey helst at broyta hugs-
an, sigur Pól Fuglø.
Hvørva í mongdini
Júst hetta, hvat fólkið sigur
til ætlaðu samanleggingina,
er tann stóri og avgerandi
spurningurin. Enn dugir
nevniliga eingin at siga,
hvat úrslitið av eini slíkari
kann gerast.
Eingin ivi er um, at
hugsanin um hetta málið er
sera ymisk millum bygda-
fólkið. Um tað er fifty-fifty,
ella kanska 70:30 fæst ikki
at vita, fyrrenn talt er upp
eftir fólkaatkvøðuna í næsta
mánaði.
Tá ein tosar við bygdar-
fólkið er eisini skilligt, at
tey eru sera misjøvn á máli.
Spurningurin um allar tær
mongu milliónirnar, sum
kommunan eigur á bók, er
eitt av teimum eymu evnu-
num.
Felags fyri tey sum eru
ímóti, er júst óttin fyri, at
Klaksvík skal fara avstað
við øllum hesum pengunum,
og tja, - kanska bara brúkar
tær aðrastaðni enn í Hvanna-
sundi – til dømis at asfaltera
í Klaksvík, gerð av eldra-
Fólkið avgerð lagnuna hjá Hvanna
Í Hvannasunds kommunu eru í dag 436 fólk. Um ein mánað ella so skulu tey til fólkaatkvøðu, um kommunan skal leggja saman við Klaksvík. Meiningarnar eru
ymiskar, og tí dugir eingin at siga, hvat úrslitið verður
Ódnin Gustav herjar
Tað kostaði eftir øllum at døma ikki mannalív, tá ódnin
Gustav í nátt herjaði á Jamaica. Gøturnar í
høvuðsstaðnum Kingston vóru menniskjatómar, tá
glopraregn og ódnarvindar leikaðu í. Ódnin hevur higartil
kostað 68 mannalív í Karibien. Takið reyk av fleiri
húsum, trø koppaðu og á fleiri vegum var ikki koyrandi,
tí áir skolaðu tvørtur um teir. Veðurfrøðingar siga, at
Gustav nú byggir seg upp til komandi nátt, tá ódnin rakar
Cayman Islands.
Læs minningarorð um
seg sjálvan
Apple-stórin, Steve Jobs (myndin), upplivdi í gjár nakað,
sum er teimum fægstu unt. Hann kundi lesa minningarorð
um seg sjálvan! Tað var tíðindastovan Bloomberg, sum av
vanvart kom at kunngerða minningarorðini, eftir at søgur
vóru farnar at ganga um, at Steve Jobs aftur hevði fingið
krabbamein í brisið. Hann fekk staðfest krabbamein í
brisið í 2003, men er lektur. Tað var ein tekniskur feilur
sum gjørdi, at Bloomberg almannakunngjørdi
minningarorðini, sum tó beinanvegin vórðu tikin aftur.