fríggjadagur 29. august 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 165 - 29. august 2008
sambýli í Svínoy ella kans
ka til umsitingararbeiði í
teirri stóru Norðoya Komm
unu.
Hesi fólkini vilja heldur
hava, at peningurin skal í
umfar í Hvannasundi, til
dømis til gerð av barnagarði
og øðrum tænastum, sum
bygdarfólkið kann fáa gagn
og gleði av í framtíðini. Hin
vegin vísa tey á, at soleingi
sum peningurin stendur á
bók, ger hann onga nyttu!
Nei, eg vænti at fara vit
undir Klaksvík, so missa
vit okkum sjálvi burtur. Tá
verður tað lítlibeiggi ímóti
stórabeiggja. Tá verða tað
vit, 500 fólkini her norðuri
ímóti teimum 5000 í Klaks
vík.
Og tað dugir ein og hvør
at skilja, at her koma vit
ikki at formáa okkum nakað
sum helst, sigur ein kvinna,
sum er farin til handils at
keypa.
Dyrgt við
góðum agni
Í Hvannasunds kommunu
finnast eisini tey fólkini,
sum halda at klaksvíkingar
hava havt gott agn og hava
dugað ómetaliga væl at
dyrgja fyri ætlaðu saman
leggingini.
Tað tykist, sum um teir
hava lokkað við øllum
møguligum. Men hygg bara
eftir hinum smærru bygdun
um, sum eru komnar upp í
Klaksvík: Tær hava fingið
sera lítið burtur úr, og hava
ikki havt tað lætt í samstarv
inum.
Hetta átti okkara bygda
ráð at kunna sæð: Tað verð
ur einvegis ferðsla til Klaks
vík, tí her verður so einki
gjørt, sigur ein ungur bilfør
ari.
Hann vísir á, at bygdirnar
Árnafjørður og Norðoyri
hava havt sítt stríð við ta
størru kommununa fyri at
fáa nakað at henda, og hava
nýtt nógv orku í at fáa bara
ein lyktapela settan upp ella
ein gonguteig fram við
vegnum
Og at enda leggur hann
aftrat: Vit her norðuri fara
so einki at fáa frá teimum!
Mugu uppí
Í bygdini eru sjálvandi tey
sum eru fyri at leggja báðar
kommunurnar saman.
Teirra støða er, at ein so
lítil kommuna við undir
500 íbúgvum ikki megnar
at svara øllum teimum krøv
unum sum landsins myndug
leikar hava lagt og fara at
leggja út á kommunurnar.
Sohvørt sum uppgávur
verða lagdar út til okkum,
og vit ikki megna at gjalda
fyri tað, so merkir tað aftur
at tænastan í okkara komm
unu verður verri.
Og hví ikki leggja sam
an sjálvboðið, enn at koma
á knøunum og biðja um at
sleppa í part í Norðoya
Kommunu? Nú standa vit
munandi sterkari, tí vit kun
nu samráðast um ein sáttmá
la, heldur enn at verða tving
að saman, sigur ein maður,
sum er farin oman á havnar
lagið til eitt prát.
Teirra sjónarmið er eisini
tað, at eingin orsøk er at
óttast fyri, at tær 1011 mil
liónirnar, sum kommunan
eigur á bók, enda í tí stóra
kommunukassanum í Norð
oya Kommunu.
Eg trúgvi at okkara
bygdaráð, hóast tey eru
ósamd og tykjast at dáma
best at klandrast um smá
mál, kunnu samráða seg til
eina skilagóða avtalu, sigur
ein annar.
Ein triði heldur, at pen
ingurin á teirri so navnframu
bókini, kann verða settur í
ein
serstakan
»Hvanna
sundsgrunnn« til at menna
hesa kommununa.
Hetta er ikki roynt áður,
men hví kunnu vit ikki
verða fyrstir at royna eina
slíka loysn?, spyr hann.
Fríggjadagin verða
tvær nýskapandi og
spennandi mótasýn
ingar í SMS, har tað
nýggjasta til heystar
verður víst fram í eini
heilstoyptari móta
uppliving
MÓTASÝNING
Tíðindaskriv
Torgið í SMS er umgjørt til
ein forvitnisligan mótapall
til sýningarnar, sum verða
klokkan 17 og 21.30 fríggja
kvøldið. Allir mótahandlar
nir í SMS luttaka við tí
nýggjasta og mest forvitnis
liga í handlinum.
Áhugaverd Catwalk
Áskoðararnir skulu vænta
sær eina mótauppliving, har
ikki bara klæðini eru í ser
flokki. Tað vera fleiri av
teimum bestu og royndastu
modellunum í Føroyum,
sum trína fram um tjaldið
fríggjadagin, men afturat
ganga eisini onkur kend og
áhugaverd andlit. Um 100
sett verða víst fram teir 45
minuttirnar
mótasýningin
varir.
Gunnvá Patursson
roynir at flyta mørk
Hetta er triðju ferð, at Gunn
vá Patursson skipar fyri
einari mótasýning í SMS.
Hvørja ferð hevur hon givið
áskoðarunum eina serliga
uppliving, men hesar vera
nakað heilt serligt lovar
hon.
Hon vil avdúka sum min
st um mótasýningarnar, tí at
tað er ein partur av uppliv
ingini, at tú ikki veit, hvat
ið fer at henda. Men so mik
ið vil hon siga, at mørk
verða flutt fríggjadagin og
at áskoðararnir skulu vænta
sær eina góða og øðrvísi
heildaruppliving. Tað verð
ur mótasýning, men stórur
dentur er lagdur á at tað
skal vera eitt show.
Tú kanst gott skriva, at
onkur verður kløkkur og at
tónleikurin verður hart frá,
leggur hon afturat.
SMS er opið
Samstundis sum at mótasýn
ingin setur dám á fríggja
dagin, so er eisini hugsað
um, at áskoðararnir skulu
hava møguleika at ogna sær
tað tey síggja á pallinum.
Allir handlarnir í SMS hava
opið til klokkan 23 fríggja
kvøldið.
Altjóða móta
sýning í SMS
asunds kommunu
Felags fyri tey sum eru ímóti, er júst óttin fyri, at Klaksvík
skal fara avstað við øllum hesum pengunum, og tja, -
kanska bara brúkar tær aðrastaðni enn í Hvannasundi – til
dømis at asfaltera í Klaksvík, gerð av eldrasambýli í Svínoy
ella kanska til umsitingararbeiði í teirri stóru Norðoya
Kommunu
NEI
Hví ikki leggja saman sjálvboðið, enn at koma á knøunum
og biðja um at sleppa í part í Norðoya Kommunu? Nú
standa vit munandi sterkari, tí vit kunnu samráðast um
ein sáttmála, heldur enn at verða tvingað saman
JA
- Eg veit, at nógv fólk eru ímóti at leggja saman við Klaksvík. Men eg ivist onga løtu í, at tá tey
eru vorðin kunnað um allar fyrimunirnar, so fara tey helst at broyta hugsan, sigur Pól Fuglø,
næstformaður í Hvannasunds kommunu. Hann er íðin talsmaður fyri hesi samanleggingini
Seint summar í
Sandavági
Í morgin skipar SÍF í Sandavági fyri seinsummardegi.
Eitt av tiltøkunum er tað vælumtókta sølutorgið. Í fleiri ár
hevur Sandavágs Ítróttarfelag skipað soleiðis fyri, at fólk
kunna leiga borð frá felagnum fyri sámiligan prís. Fólk
kunna selja tað teimum lystir. Er tað onkur, sum eigur
eina sofu, okkurt koppastell ella ov nógvar leikur, kunna
tær seljast í Sandavági leygardagin. Lagt kann verða
aftrat, at tað er ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin.
Renna niðan á Húsafelli
Í sambandi við seinsummardagin í Sandavági í morgin,
verður fjallarenning niðan á Húsafelli, har farið verður
frá SÍFhúsinum kl. 14. Fjallarenning hevur verið á
hvørjum ári síðan 2004. Hjá royndum fólki í hampiliga
góðari venjing, tekur tað góðar 40 minuttir at koma niðan
á fjalli og omanaftur. Tilmelding verður gjørd á staðnum.