fríggjadagur 29. august 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 165 - 29. august 2008
Í hesum døgum eru
tveir danskir kon
fliktmeklarir, Henrik
Rosager og Bjarne
Vestergaard úr Center
for Konfliktløsning
í Fredriksberg, í
Føroyum. Teir eru
bidnir at koma higar
at undirvísa í konflikt
loysing, men teir eru
eisini útbúnir at virka
sum beinleiðis mekl
arir
KonfliKtmeKling
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hóast tað ikki er eitt nýtt
fyribrigdi í Evropa, er tað
enn næstan óhoyrt í Føroy
um. Talan er nevnliga um
konfliktloysarar, ið undir
vísa í konfliktloysing og
lata arbeiðspláss, stovnar
og skúlar í til at taka sær av
at loysa konfliktir.
Henrik Rosager og Bjarne
Vestergaard, sum báðir eru
útlærdir undirvísarir í kon
fliktloysing og virknir sem
ingsmenn, fingu ein fyri
spurning frá eini føroyskari
fyritøku, ið var áhugað í at
hoyra meira um konflikt
loysing, og teir valdu so at
takka ja og koma til Før
oya.
Geva fólki eitt
amboð
Tað, ið flest allir føroyingar
seta í samband við meklarar,
er at teir eru ein óheftur
triðji partur, ið verður kall
aður inn at finna semju mill
um tveir stríðandi partar tá
verkfall ella verkbann er.
Men konfliktloysararnir vir
ka eisini á øðrum stigum,
enn tá opið stríð er millum
partar.
Teir bjóða seg eisini fram
at koma út á privat arbeiðs
pláss, almenn arbeiðspláss,
almennar stovnar og skúlar,
har teir undirvísa í konflikt
mekling.
Endamálið við at undir
vísa í konfliktmekling er at
lata arbeiðspláss, stovnar
og skúlar í til sjálvi at betri
kunna síggja og loysa kon
fliktir, umframt at teir eisini
geva teimum eitt amboð til
at fyribyrgja konfliktum.
Í høvuðsheitum er upp
gávan hjá okkum ikki bein
leiðis at loysa konfliktir,
men heldur at lata fólk í at
kunna loysa trupulleikar
sjálvi, tá teir stinga seg upp,
sigur Bjarne Vestergaard.
Ofta er tað soleiðs á
arbeiðsplássum, har ferðin
er høg, at so dettur samskift
ið ofta niðurímillum og
verður vánaligt. Tá stinga
ósemjur á fleiri stigum seg
upp, bæði smærri og størri
ósemjur, sum kunnu órógva
arbeiðsumhvørvið.
Tá kunnu vit koma út á
arbeiðsplássið,
og
geva
teimum eitt amboð at loysa
konfliktirnar við. Arbeiðs
pláss skulu lærast upp, tey
skulu undirvísast í at loysa
trupulleikar, helst áðrenn
teir veruliga breiðkast. Til
at eitt arbeiðspláss ella ein
stovnur skal kunna loysa
trupulleikarnar gott og væl
innanhýsis, kunnu vit læra
tey upp og geva teimum eitt
konfliktkodeks, sum er ein
demokratiskt viðtikin upp
skrift til at loysa ein
trupulleika, um hann sting
ur seg uppaftur. Hetta er til
at forða fyri at arbeiðsplássið
steðgar upp, greiðir Henrik
Rosager frá.
Byrja við teimum
yngstu
Bjarne Vestergaard og Hen
rik Rosager hava arbeitt
sera nógv við skúlum og
barnagørðum. Tá arbeiða
teir við konfliktmekling á
fleiri ymiskum stigum. Í
skúlum er happing og stríð
millum børnini ein væl ken
dur trupulleiki. Kring alt
Evropa
nýta
tey
kon
fliktmekling í barnagørðum
og í fólkaskúlum.
Lykilin er at pedagogar,
lærarar og vaksin skulu
duga tað. Tá vit koma út á
ein stovn ella ein skúla,
geva vit eitt skeið í konflikt
mekling fyri øllum starvs
fólkunum. Afturat tí, so
geva vit eitt intensivt kursus
í konfliktmekling, soleiðs
at vit skapa fýra ella fimm
meklarar millum arbeiðs
fólkini. Síðani skulu tey
læra næmingarnar, og útbúg
va fýra ella fimm meklarar.
Men tað verður stórur dent
ur lagdur á, at tá næmingar
og børn eru meklarar, at tey
altíð mekla millum yngri
børn, og ikki javngomul,
leggur Bjarne Vestergaard
dent á.
Endamálið við hesum er,
at børnini kunnu taka hetta
við sær víðari í lívinum og
gerast betri før fyri at fáa
eyga á og loysa konfliktir,
ið stinga seg upp.
Afturat hesum hava teir
eisini arbeitt nógv við vaks
num fólkum, sum arbeiða á
gøtunum, og í Danmark
hava kommunurnar serlig
meklaralið. Hesi virka fyri
at forða fyri at ungdómar
koma út í kriminalitet og
annað óføri. Millum annað
hevur danska løgreglan tað
sum ein kravdan part av
eftirútbúgvingini, at løg
reglufólkini skulu gjøgnum
eitt konfliktloysaraskeið.
Skapa sunt arbeiðs
umhvørvi
Tá teir arbeiða við arbeiðs
plássum, tað verði seg
almenn ella privat, hava teir
eina fasta mannagongd, tá
talan er um at geva arbeiðs
plássinum eitt amboð til at
loysa konfliktir innanhýsis.
Fyrst av øllum skulu øll
starvsfólkini á arbeiðspláss
inum kunnast og undirvísast
samstundis. Um tað skal
eydnast, má ovasta leiðslan
á arbeiðsplássinum lærast
og taka hetta til sín. Afturat
tí má fólkið »á gólvinum«
eisini lærast upp og taka tað
til sín. Ikki fyrr enn tá kann
tað eydnast.
Endamálið við hesum
er at skapa eitt sunt arbeiðs
umhvørvi. Tað er ofta tí at
fyritøkur ringja til okkum,
fyri at biðja okkum koma út
til tær og hyggja eftir, hvus
su tað stendur til, og eisini
fyri at undirvísa teimum,
soleiðs at tey sjálvi kunnu
viðlíkahalda
eitt
gott
arbeiðsumhvørvi. Eitt keði
ligt arbeiðsumhvørvi er
streingjandi fyri arbeiðs
fólkið, og ofta skapar hetta
nógva sjúkrafráveru, sum
eisini er dýrt fyri arbeiðs
plássið. Tí velja fleiri fyri
tøkur at ringja til okkum og
taka av hesum tilboðnum,
soleiðs at tey fáa eitt gott
arbeiðsumhvørvi og sam
stundis fáa eitt høgt virkis
føri, vísir Bjarne Vestergaard
á.
Spentir at vita
hvussu er í Føroyum
Henda ferðin til Føroya hjá
Henrik Rosager og Bjarne
Vestergaard er tann fyrsta
hjá teimum báðum. Teir
vita heldur ikki um nakrar
konfliktmeklarar, sum hava
verið her áður, og teir eru
tískil sera spentir at vita
hvussu støðan er hesum við
víkjandi í Føroyum.
Føroyar eru sera spenn
andi á hesum økinum við
tað, at samfelagið er so lít
ið. Vit hava verið her í sera
stutta tíð enn, men fleiri
ferðir hava vit hoyrt tað, at
føroyingar kenna hvønn
annan sera væl, og at øll
vita hvørji øll eru, hóast tað
ikki er júst so. Men í stóran
mun vita føroyingar rætti
liga væl um hvønn annan,
og vit eru tí sera spentir at
vita hvussu hetta ávirkar
mátan, føroyingar taka sær
av konfliktum. Men havandi
í huga tær royndir, sum
hava bæði úr Danmark og
ørðum evropeiskum lond
um, so vænti eg ikki at tað
er so nógv øðrvísi. Eg eri
av teirri hugsjón, at tá tað
kemur til stykkis, so eru øll
menniskju bara menniskju.
Tú verður bara noyddur at
finna inn til kjarnuna í kon
fliktini, og tá eru menniskju
sera lík, óansæð hvar tú er,
leggur
Henrik
Rosager
doyðin á.
Enn er ov tíðliga hjá teim
um báðum, Henrik Rosager
og Bjarne Vestergaard, at
koma við nøkrum niðurstøð
um, men teir vóna at fáa bet
ri innlit í hetta hesar dagar
nar, teir eru í Føroyum.
Danskir konflikt
meklarir í
Føroyum
Nógv virksemi í Skálavík
Planeringin av frítíðardeplinum í Skálavík sær út til at
verða komin væl áleiðis (myndin). Arbeiðið gongur sína
gongd. Lastbilar koyra til og frá økinum allan dagin við
gróti. Tað er Sp/f Finnleif Fagradal, ið ger planeringina
klára til depilin. Eiler Jacobsen fíggjar byggingina.
Ætlanin er, at planeringin skal verða liðug um
mánaðarskiftið oktober/november, og hetta sær út til at
halda, skrivar heimasíðan bkv.fo. Arbeiðið við at gera
havnina aftur í Skálavík, er eisini farið í gongd nú. So tað
er rættilig gongd í Skálavík fyri tíðina.
Pólstríðið harðnar
Okkurt bendir á., at kappingin ella stríðið um at fáa
ræðisrætt yvir økinum kring Norðpólin harðnar í hvørjum. Í
gjár sendi kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper,
Danmark, Noregi, Russlandi og USA boð um, at øll skip,
sum sigla farleiðina norðan fyri kanadisku strondina, skulu
siga kanadisku sjóverjuni frá, so hon kann skráseta tey. Ta
seinastu tíðina er ísurin í póløkinum minkaður munandi, og
fleiri skip hava valt at velja ta leiðina millum Atlantshavið
og Kyrrahavið. Umframt siglingarleiðina hava londini í
økinum stóran áhuga fyri møguligum ráevnum undir
havbotninum í økinum.
Bjarne Vestergaard
Henrik Rosager