Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 165 - 29. august 2008 Fyrr í summar byrj­ aði ein nýggjur sjón­ varpsveitari at senda. Tal­an er um R2 Net hjá fól­kunum, sum fyrr høvdu Rás 2 um hendi. Tað er Petur Jacobsen í Søl­darfirði, ið saman við øðrum fyri tíð síðani byrjaði at seta digital­t net upp í Føroyum SjónvarpSráS Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo R2 Net, byrjaði at seta upp fyri umleið trimum árum síðani, men eru ikki byrjaðir at senda fyrr enn í summar. Onkur hevur kanska lagt til merkis, at ein nýggj sam­ skiftisstøð er komin í Nóls­ oynni. Í dag hevur fyritøkan sendarar í Nólsoynni, í Søldarfirði og á Gøtueiði. Tað vil siga, at umleið 60% av Føroya fólkið, um tey hava Televarp, hava møgu­ leika at kopla seg á R2 Net. ­ Ætlanin er at hava fýra rásir á R2 Net. Tær eru Iktus, ið er føroysk kristiliga rás, eina føroyska rás, við blandaðum tilfari, eina útlendska rás og Sjónvarp Føroya, sum er krav, um ein sendir fleiri enn tríggjar rás­ ir, sigur Petur Jacobsen, for­ maður í fyritøkuni. Hann leggur afturat, at ætlanin er at seta sendara upp á Brúnaskarið í Borðoy. Tá hevur umleið 75% av føroyingum møguleikan at kopla seg á netið, um tey annaðhvørt hava Televarp ella sjónvarp við innbygdum »Digital Video Broadcast­ ing« ella DVB, sum tað van­ liga verður nevnt. Havt onkra sending R2 Net, hevur havt nakrar sendingar í summar, har teir til dømis sendur frá finaluni um løgmanssteypið og frá føroyameistarakapp­ ingini í svimjing. Hetta gjør­ du teir partvís í samarbeiði við Televarpið. Petur Jacob­ sen greiðir frá, at hetta vóru tænastur teir seldu til Fót­ bóltssambandið og Svimji­ sambandið. ­ Ætlanin er í framtíðini at senda frá ymiskum tiltøk­ um, og ætlanin er at senda tað mesta beinleiðis, tí tað er nógv lættari – so løgi tað ljóðar – tí tá tilfarið er fari út er onki meira fjas. Tað er nógv meira umfatandi, um vit skulu seta saman og klip­ pa sjálv, og tað hava vit ikki yvirskot til í løtuni, sigur Petur Jacobsen. Spurdur hví ongin hevur hoyrt nakað til navnið R2 Net, svarar Petur Jacobsen, at tey ikki hava vilja sagt nakað fyrr enn tey vóru heilt klár at senda, og at hen­ da tíð nú er komin. Senda Fjarðafestival Tað mesta av Fjarðafesti­ valinum, verður sent bein­ leiðis á R2 Net. ­ Vit byrja at senda eitt sindur áðrenn festivalurin byrjar, tá vit ætla at tosa við onkrar av fyrireikarunum. Síðani senda vit beinleiðis, líka til tey takka fyri seg, greiðir Petur Jacobsen frá. Við á Fjarðafestivalinum hevur R2 Net umleið 15 fólk. Sjey við filmstólini, eini fýra í sendibussinum og tríggir vertir. ­ Vit hava sett tað mesta upp og eru klár at senda bæði frá pallinum uttandura og frá innandura pallinum, samstundis sum vit hava sett okkum ein link upp har, so vit í framtíðini kunnu senda frá Kelduni, tá vit hava hug, sigur Petur Jacob­ sen. Í Fjarðafestivalinum verð­ ur tað Anja Jacobsen, ið stendur fyri framleiðsluni. Blandaða føroyska rás Iktus er einasta rásin hjá R2 Net, ið hevur fingið navn. Men ætlanin er eisini at hava ein rás, við føroyskum tilfarið burturav. ­ Tað eru nógvir Zacharias Hammer í Føroyum, men tað er bara ein sum er slopp­ in framat. Her hugsi eg ser­ liga um tað nógva unga fólkið, ið dugir væl at gera alt, sum hevur við at leggja eina sending til rættis at gera. Vit ætla at geva hesum fólkum møguleikan at vísa seg fram, og at geva teimum nøkur oyru fyri tað. Um fíggingina sigur Pet­ ur Jacobsen, at hetta er nak­ að tey ætla at fáa inn við lýsingum, og ikki nakað tey hava gjørt nakað við til Fjarðafestivalin, tí sending­ arnar hagani eru bert ein roynd av fyritøkuni sum heild. Rás 1 hjá televarpinum fer at samsenda við R2 Net í nakrar tímar. Nýggjar føroyskar sjónvarpsrásir Klárt til Fjarðafestivalin Fjarðafestivalurin er sum kunnugt á skránni hetta vikuskiftið. Fyrireikingarnar eru so gott sum lidnar, og fyrireikararnir vænta at hetta verður størsti Fjarðafestivalurin nakrantíð. ­ Vit vænta, at eini 4000 fólk koma, tí veðrið fer helst at hjálpa okkum, sigur Vinjard Johannesen, fyrireikari. Í gjárkvøldið var tað seinasta sett upp, og alt uttan tað allarseinasta sá út til at vera klárt. Onkur bólkur var og vandi inni í Kelduni, seinasta hond var løgd á húsvognaøkið, tjøldini vóru komin upp og gott lag var á fólki. Útlendsku nøvnini eru ikki komin til landið enn, men tað verður ikki nakar trupulleiki at fáa tey at lenda. ­ Tað verður ongin mjørki í morgin, slær Vinjard Johannesen fast. Bussur: Tað verður úr hesum bussi, at Fjarðafestivalurin verður sendir beinleiðis á R2 Net etur Jacobsen og Ingi P. Jacobsen eru tveir av høvuðsmonnunum í R2 Net