fríggjadagur 29. august 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 165 - 29. august 2008
Journalistlesandi hóp-neyðtikin
Ein journalistlesandi ensk kvinna fyrst í 30-unum varð í gjár hóp-neyðtikin í einari legu fyri
flóttafólk, sum bíða eftir at søkja um innferðarloyvi til Onglands. Legan er í franska havnabýn-
um Calais. Legan, nevnd »The Jungle«, er savningarstað fyri fólk av afrikanska meginlandin-
um og eysturlondum, sum ætla sær at sleppa til Onglands at búgva. Kvinnan var komin til
Calais at skriva um fólkini, sum búgva sum best ber til, tá hon varð álopin av seks afganskum
monnum og neyðtikin. Franska løgreglan hevur avhoyrt 200 menn og heldur aftur tíggju teirra
til nærri avhoyringar. 31 ára gamla kvinnan ætlaði at verða saman við nøkrum av ætlandi
innflytarunum í eina tíð og skriva um teirra lagnur. Umleið 500 asylsøkjandi fólk liva í The
jungle, sum liggur í einum ónýttum vinnuøki fáar metrar frá havnini.
Super8-filmurin
“Fragmented Unison”
og “The Collar Red”
eru innstillaðir til
altjóða filmsfestivalin
“Budapest
International Short
Film Festival”, sum
verður í næstu viku
FILMUR
Tíðindaskriv
Super8-filmurin
“Frag-
mented
Unison”
hjá
MARMAR
(Marianna
Mørkøre & Maria Arnell),
sum bleiv tikin upp í
samband við fotomynda-
røðina “Fragmented Uni-
son”, er nú innstillaður til
besta eksperimentella stutt-
film á “Budapest Interna-
tional Short Film Festival”.
Festivalurin verður hildin
3.-7.september og er ein av
teimum stóru stuttfilms-
festivalunum í Evropa. Í ár
vóru 620 filmar latnir inn
til festivalin, har Fragmented
Unison er millum teir 90
útvaldu filmarnar. 7 filmar
eru innstillaðir til Best
Experimental.
Harumframt
er
stutt-
filmurin “The Collar Red”
hjá
Mariannu
Mørkøre
innstillaður til besta eks-
perimentella
stuttfilm
á
“International Festival of
Cinema and Technology” í
USA. IFCT er ein ferðandi
filmsfestivalur, sum hevur
sýningar innan tær ymisku
filmslistagreinirnar alt árið
ymsastaðni í heiminum.
Herfyri bleiv “The Collar
Red” vístur á einum Dance-
on-Screen tiltaki á Filips-
oyggjununum.
Báðir filmarnir eru at
síggja á heimasíðuni hjá
MARMAR, www.marmar.
nu
Beinleiðis leinki:
http://www.marmar.nu/
film_fu.htm
http://www.marmar.nu/
film_collarred.htm
Føroyskir filmar innstillaðir til
altjóða filmsfestival
VeRkstaðIR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tøting hevur nógv ár á baki
sum serstakur framleiðari
og handil við føroyskum
sniðgivnum
ullavørum.
Nógv túsund vitjandi, bæði
útlendingar og føroyingar,
vitja á hvørjum ári.
Í
tíðindaskrivi
sigur
Tøting, at tey nú fara at
geva fólki møguleikar at
menna aðrar handverks-og
listagreinir og skapa eitt
fjøltáttað
umhvørvið
í
bygningunum í Syðrugøtu.
- Tað eru ikki aðrir
verkstaðir í landinum, har
handverk og nýskapan á
egnum støði og treytum
skipa síni arbeiðir. Tað kann
tí eisini vera mennandi at
virka undir felags lon og
fáa íblástur og møguleika at
sýna fram og selja sínar
vørur og verk og samstundis
fáa samband við áhugaðar
keyparar.
Hallberu Ólavsdóttir vísir
á, at kreativir verkstaðir og
nýskapan verður flokkað
innan mentan og list og
hevur politiska fráboðanin
víst á, at hesi øki verða
raðfest frammaliga.
- Tað er tí øll orsøk at
halda, at einstaklingar, ið
kanska ganga heima og
takast við slíkt, kunnu fáa
stórt gagn av at møtast og
virka á einum stað og her
skapa bond og hugflog og
víðka um síni arbeiðsøki.
Hon sigur, at ítøkiliga
ætlanin er at skipa umstøður
soleiðis at fleiri handverks-
og listagreinir skulu kunna
virka í nøkrum av stóru
hølunum hjá Tøting. Neyvt
er ikki ásett enn, hvussu
einstøku greininar skulu
skipast hvør sær.
- Kanska vilja nøkur hava
meiri felags hølisumstøðir
og onnur kanska sín egna
bás ella arbeiðshøli. Hesum
verður samráðst um við
einstøku áhugaðu fólkini,
sigur hon.
Ætlandi verður kostnaður
fyri leigu í hølum Tøtings
um 1.500 kr. um mánaðin
fyri hvønn einstakan.
- Tey, sum hava áhuga
fyri hesum, kunnu venda
sær
til
okkum,
sigur
Hallbera Ólavsdóttir.
Kreativir verkstaðir á Tøting í Syðrugøtu
Handverk, list og nýskapan fáa nú nýggjar og góðar umstøður í bygningunum hjá Tøting í
Syðrugøtu. Fólk, sum hava skapandi evnir og hug, fáa nú møguleikan at tilevna lutir og listaverk.
Møguleikar verða at leiga sær hølisumstøður í Tøting, har møguleiki eisini verður at sýna fram
og sjálvi selja sínar vørur til tey nógvu vitjandi