fríggjadagur 29. august 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 165 - 29. august 2008
Fólk hjá Klaksvíkar
kommunu vóru
umborð á Pelicano,
fyrrverandi Carlton
í gjár og handaðu
chilenum gávur og
ynsktu teimum góða
eydnu við skipinum
Carlton
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Einir 10 mans úr Chili vóru
í gjár royndartúr við Carl
ton, eins og fólk eisini vóru
frá góðkennandi myndug
leikunum í Chili.
Nú chilenar eru í Føroyum
eftir skipinum, hevur Klaks
víkar kommuna havt Dáva
Winther, leiðara á mentan
ardeildini hjá kommununi,
umborð á skipinum við
heilsanum og gávum frá
býnum, samstundis sum
nýggju eigarunum hevur
verið ynskt góða eydnu við
skipinum.
Chilenar hava hinvegin
takkað nógvar ferðir fyri
blíðskap og vinarlag, sum
teimum hevur verið víst á
ferðini í Føroyum.
Nýggi skiparin á Carl
ton, sum nú kallast Pelicano,
Jorge Acevedo Parado og 1.
meistari
Luis
Duran
Concha, vóru sera fyrikom
andi og gleddust um vakra
býin. Meðan eg vitjaði
umborð, vóru teir nakað
upptiknir, tí góðkennandi
myndugleikarnir úr Chili
skuldu gera seg lidnar við
pappírsarbeiði.
Dávur Winther sigur, at
meðan hann vitjaði umborð,
komu
góðkenningarskjøl
upp at hanga, eins og navna
broytingin var sjónlig.
Manningin bar provian
tin umborð, sum Kjølbro
heilsølan læt teimum, og í
allari rúgvuni var hópur av
sodavatni frá Føroya Bjór.
Dávur Winther sigur, at
chilenar søgdu seg gleða
seg til ferðina, og teir takk
aðu fyri gávur og øll góð
ynskir úr Føroyum.
Væntandi fer ferðin úr
Føroyum til Chili at taka
tað mesta av einum mánaða.
Skipið loysti ætlandi í gjár
kvøldið við 10 monnum
umborð, samstundis sum
trý umboð fyri góðkennandi
myndugleikarnar í Chili
fara heimaftur við flogfari.
Smáir brikkar
Manningin, sum sigldi við
Carlton, hevði góða hýru,
meðan alt gekk væl.
Í mars lýsti Føroya Fiski
mannafelag
mynstringar
bann fyri sínar limir við
Carlton, tí felagið metti
ikki, at reiðaríið helt sátt
málan.
Skipið helt kortini fram
at sigla við limum úr Føroya
Skiparaog Navigatørfelag
og Maskinmeistarafelagn
um.
Viðurskiftini
millum
Fiskimannafelagið og felag
ið aftanfyri Carlton komu
ongantíð í rættlag aftur, og
tískil komu limir FF’s
heldur ongantíð umborð
aftur á skipið.
Nú er Carlton so seldur
til Chili, og hesar hýrurnar
eru fyribils burtur.
Sosialurin hevur tí spurt
Jan Højgaard, um hann
kennir seg at hava nakra
ábyrgd av, at skipið ikki
longur er í føroyska fiski
skipaflotanum.
Eingin skuldarkensla
Nei, eg beri onga skuldar
kenslu av hesum, sjálvt um
eg veit, at onkur hevur róð
fram undir, at eg havi
skyldina í, at skipið nú er
selt. Hvørki eg sjálvur ella
reiðarin, Hanus Hansen,
kundu havt gjørt tað stóra
við hetta, tí báðir eru vit
bert smáir brikkar í spælin
um hjá útlendskum kapitali
í Føroyum.
Jan Højgaard sigur, at tað
einasta, ið hann sum for
maður í Fiskimannafelagn
um gjørdi, var at verja sínar
limir.
Og tað er mín skylda,
leggur hann aftrat í stuttari
viðmerking.
Farvæl
Carlton
Ætlandi loysti fyrrverandi Carlton í Klaksvík í gjár og stevndi
suður í hav. Ferðir úr Føroyum til Chili fer at taka tað mesta av
einum mánaða
Mynd: Dávur Winther
Neyðugt er at proviantera til
eina so langa ferð
Mynd: Dávur Winther
Skiparin, Jorge Acevedo Parado (høgrumegin) og 1. meistari
Luis Duran Concha, eru sera fyrikomandi
Mynd: Dávur Winther
Skúlin á Giljanesi
málaður
Tað hevur verið harðliga tiltrongt, men nú er
arbeiðið umsíðir liðugt. Tað er Tummas
Michael Smith, sum hevur valt litin til skúlan.
Poli Mohr Poulsen hevur staðið fyri hesum
umfatandi arbeiði at mála skúlan. – Nú er
hann eitt satt prýði á at líta, skrivar
Vágaportalurin.
Gongur framá við samanlegging í Vágum
Sandavágs bygdarráð hevur viðgjørt kommunusamanleggingina, eftir at ein fólkaatkvøða vísti at
fólk ynskja hetta. Í seinastuni hava fleiri fundir verið millum borgarstjórarnar í Miðvágs og
Sandavágs kommunum. Sáttmálin varð lagdur fyri kommunustýrið innan summarferiuna til 1.
viðgerð. Frammanundan fundin fingu allir kommunustýrislimirnir uppskotið sendandi, so møgu
leiki var hjá øllum at seta seg inn í sáttmálan, tað vóru ikki nógvar viðmerkingar til uppskotið á
fundinum, sigur borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen (myndin) við Vágaportalin. Í sein
astu viku var fundur fyri allar bygdarráðslimir í Miðvági og Sandavági, har eisini Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna og Hilmar Høgenni, deildarstjóri í kommunudeildini, tóku lut.
Tað var ein sera góður og greiður fundur, har øll kundu koma til orðanna, sigur Rósa Samuelsen.
FaS
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í morgun var álitiskvinnan
umborð á Norrønu, Jovita
Karasinska, á vitjan á Fiski
mannafelagnum, har hon
saman við øðrum av mann
ingini er limur í Sjómanna
deildini.
Jan Højgaard, formaður
FF’s, sigur, at tað, sum
órógvar limirnar í Sjó
mannadeildini, eru broyt
ingarnar í ymiskum skatta
lógum, sum løgtingið sam
tykti í vár til at koma í gildi
1. januar 2009.
Hetta eru broytingar, sum
fevna um FASskipanina.
Limirnir í Sjómanna
deildini hava sitið og roknað
uppá, hvat hesar broytingar
koma at merkja fyri tey, og
úrslitið er avgjørt einki at
reypa sær av, leggur hann
aftrat.
Hann vísir á, at landsstýrið
sigur seg vera í holt við at
gera broytingar í FAS
skipanini, sum hava til
endamáls at tillaga okkum
eina FASskipan, sum skal
vera nøktandi hjá føroyskum
skipum at vera í og vera
áhugaverd hjá útlendskum
skipum at koma inn í.
Men fyri limirnar hjá
okkum verða hesar broyt
ingar, sum koma í gildi 1.
januar 2009, eitt stórt aftur
stig.
Jan sigur, at sambært lim
unum, sum nú hava roknað
upp á hesar broytingar,
koma tey, sum í dag tjena
umleið 15.000 krónur, at
hava eina minni nettoinn
tøku upp á 1200 krónur um
mánaðin.
Tey, sum tjena umleið
30.000 umborð á Norrønu í
dag, fáa á leið tað sama
eftir
nýggju
skipanini,
meðan eitt nú skiparin, sum
hevur eina uppaftur størri
inntøku, kemur at tjena
einar 20.00030.000 meira
um árið.
Jan Højgaard sigur, at
Fiskimannafelagið fer at
seta seg nærri inn í hesar
ætlaðu broytingar, og felag
ið fer ikki at góðtaka verri
umstøður fyri sínar limir í
Sjómannadeildini.
Sosialurin fer at venda
aftur til hetta mál í blaðnum
mánadagin.
Góðtaka ikki verri lønarumstøður