Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 165 - 29. august 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Ein marksetandi røða Tey, sum í nátt ella í morgun hava havt høvið at lýða á røðuna hjá forsetavalevni Demokratana, Barak Obama, munnu taka undir við, at her var talan um ein sera merkisverdan mann við eini marksetandi røðu. Røðan, sum varð hildin á ársdegnum fyri tiltiknu I have a dream-røðu Martin Luther Kings prógvaði, at talan veruliga er um ein heilt nýggja politikk borin fram av einum gløggum, karismatiskum og víðskygdum politikkara. Tað hevur verið funnist at Obama, at hann higartil hevur verið ov lítið ítøkiligur, hevur mest talað í yvirskipaðum og almennum vendingum og hevur gjørt lítið burtur úr ítøkiliga at lýsa sín politikk. Men í nátt kom broyting í, og USA eins væl og allur heimurin kundi fylgja við, meðan Obama við nýtum orðum greiddi frá sínum politikki. Hann var sera ítøkiligur í lýsingini av sínum politikki, samstundis sum hann greinaði politikkinum við støði í nógvum av teimum mytum, sum eyðkenna amerikanskan politikk. Hann talaði um amerikanska lyftið til tjóðina, hann gjørdi nógv burturúr, at tjóðin skuldi hava eitt felags mál, og hann gjørdi sera nógv burtur úr tørvinum á búskaparligum, umhvørvisligum og sosialum broytingum. Hvørjar eru so broytingarnar, og hvat viðkoma tær okkum? Her er talan um at flyta skattabyrðarnar til tær sterkastu herðarnar, um almenna sjúkratrygging til øll og um at USA innan tíggju ár skal verða vorðið heilt óheft av orku innflutt úr Miðeystri, eins og hann legði stóran dent á varandi orkukeldur. Hann lovaði bygnaðarbroytingar í ídnaðinum og lovaði at steðga studningi og skattalættum til teir partar av ídnaðinum, sum flytir sítt virksemi til láglønarlondini. Tínæst legði Obama stóran dent á útbúgving og lovaði at økja møguleikarnar hjá ungdómi og krígsveteranum at nema sær hægri útbúgvingar, samstundis sum hann legði dent á fyribyrgjandi virksemi í teimum økjum, har tey ungu enda í brotsverkum og rúsevnum. Sum heild kann staðfestast, at tyngdin í røðuni var á tí innlendispolitiska feltinum, meðan røðan fór eitt sindur lættliga um tey stóru uttanríkispolitisku málini. Hann nevndi hvørki NATO ella vandan fyri einum nýggjum køldum kríggi, men hann lovaði tó at enda kríggið í Irak í seinasta lagi 2010, samstundis sum hann vil økja trýstið á Taliban í Afghanistan. Tað er ikki eitt feitt fyri okkum í Europa, hvør ið gerst forseti í USA. USA er framvegis burturav heimsins sterkasta stórveldi, og amerikanski forsetin, ið hevur sera stórt vald, heldur okkara lagnu í sínum hondum. Busch hevur vissuliga ikki gjørt heimin til eitt tryggari stað. McCain, ið uttanríkspolitiskt er lítið mætari enn Busch, fer ikki at gera munin í hesum høpi. Sostatt kunnu vit bert vóna, at maðurin, sum helt hesa marksetandi røðu í nátt, verður tann, sum skal bera tungu ábyrgdina at stjórna heimsins sterkasta stórveldi komandi fýra ella átta árini. Alt bendir á at Obama megnar hesa uppgávuna. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tá ið eg hoyrdi útvarpið gera samrøðu við ungan mann, sum umboðaði felagsskapin ”Guðloysi”, spurdi eg meg sjálvan: Hvør man orsøkin vera, at ein ungur maður, sum sigur seg hava verið virkin í kristiligum arbeiði, er við í at stovna ein slíkan felagsskap? Er tað tí, at hann er vón­ brotin av teimum tilboðum, honum hava verið boðin av teim mongu, sum standa og læra innan kristnar felags­ skapir á okkara døgum? Okkurt bendir á tað. Tí tað er ikki eiti á, hvat borðreitt kann vera við í Jesu navni av teimum, ið stíga fram nú á døgum sum lærarar. Tú kann fáa øll tíni ynski at ganga út. Tilboð eru um grøðing fyri allar sjúkur, um vælferð og tímilig framgongd á øllum økjum, bara tú trýr NÓG NÓGV á Guð. Eitt øðiligt inntenst psykologiskt trýst liggur á nógvum, serliga ungum menniskjum. Er ein ungur drigin í ein religiøsan felagsskap við slíkum tilboð­ um, og síðani sær veru­ leikan í eyguni, at hetta helt als ikki er so, tá kunnu fylgj­ urnar náttúrligt vera, at tey gerast so vónbrotin og reagera heilt øvut og venda sær frá øllum, sum eitur kristindómur og trúgv og byrja at finna mótpróførslur. Tilkomin menniskju skuldu als ikki loyvt einum og hvørjum at staðið og lært í kirkjum og samkomum. So mikið at sær komin áttu tey veri, sum hava ábyrd av kristiligum arbeiði. Fyri at siga tað milt, so er tað ofta reint tvætl og nærkast falslæru, sum fólk leggja oyra til í summum missi­ óns­ og samkomuhúsum, og ikki minst nógv av tí, sum útvarpsstøðir senda av religiøsum tilfari, tað hevur als ikki basis í Skriftini, men eru berar upplivingar og kenslur. Felagsskapurin ”guð­ loysi” er eftir mínum tykki eingin hóttan. Tú kennir hatta talið, umleið eitt­ hundra og tjúgu fólk, aftur frá líknandi upplopum. Eg eri vísir í, at fór ein at kanna nøvnini á limunum, er eingin ivi um, at tað eru akkurát tey somu, sum av og á síggjast fara við bann­ arum og skeltum gjøgnum N. Finsensgøtu og sum mynda undirskriftirnar móti skrásettum parlagi v.m. Fá taka hesi fyri fult. Sjálvur ræðist eg als ikki ein slíkan felagsskap sum ”guðloysi”. Har er lætt at taka støðu fyri ella ímóti. Har geldir orðið um at vera heitur ella kald­ ur. Slíkt er ikki nøkur hótt­ an móti kristnini. Einasta tey fáa burturúr, eru enn fleiri forvirraðar religiøsar klikur, sum mótreagera og koma við ræðukampagnur móti hvørjum øðrum. Hóttanin eru tey, sum standa í kirkjum og sam­ komum og, sum geva seg út sum lærarar, tað verið seg óbúgvin ungfólk, við ongum lívsroyndum og ongum bíbliukunnleika, sum taka øll síni følilsir sum opinber­ ingar og kallan frá Guði ­ sveimarí. Og slík, sum sunnumorgnar berjast við prædikutekstin og royna at sannføra okkum um, at tað mesta, sum skriva stendur í Halgubók, skal skiljast øvut. Hetta er tað, sum villeiðir og førir menniskju út í óføri, úr í guðloysi. Felagsskapurin ”guðloysi” byrjaði við endanum. Tí harmaðist eisini skúlastjórin á háskúlanum, tí háskúla, sum mæta guðsmanninum Símuni av Skarði gundlegði, um, at stigtakarnir vóru lopin framum har byrjanin av avkristnanin av einum landi eigur at byrja, nevni­ liga við reinari humanismu. Av hvørjum kemur felagsskapurin Guðloysi? JoHN S. MyLLHAMAR Karsten Hansen, landss­ týrismaður, fer um stutta tíð til Danmarkar, har hann skal slóða fyri einum størri landskassaund­ irskoti í 2010. Talan er um framhald av sama fullveld­ ispolitikki, sum sá dagsins ljós í 1998, men sigast má kortini, at nógv er broytt hesi seinastu 10 árini Tá Høgni Hoydal og Karsten Hansen komu inn á politiska leikvøllin fyri 10 árum síðani, gjørdu teir, og restin av táverandi landsstýri, eitt stórt og kostnaðarmikið arbeiði, fyri at sannføra føroyingar um, at vit fóru ikki at blíva verri fyri, um blokkstuðulin bleiv burtur. Hvør minnist ikki Hvítubók, Caragata álitið, “íslendsku tølini” og onnur væl formu­ lerað rit og blaðgreinar, sum fyltu dagligdagin hjá føroy­ ingum. Fullveldispropagand­ ain skuldi bankast inn í høvdið á okkum øllum við fimm tumma seymi. Boð­ skapurin var, at síðuleypandi við fullveldisætlanina skuldi sitast tungt á kassanum. Argumentini eru burtur, men kósin er hin sama Soleiðis er arbeiðslagið ikki longur. Í dag vita øll, at um blokkstuðulin lækkar við teimum ætlaðu 117 mió. krónunum, so verður undirskotið bara tað størri. Sjálvt ídnastu fullveldis­ menn gera onga roynd at sannføra fólk um nakað annað. Tað sær út sum, at spurningurin um yvirskot ella undirskot hevur als ongan týdning longur. Málið er ikki, at vit skulu klára okkum sjálvi. Málið er at fáa blokkstuðulin burtur. Eydnast tað, so er málið nátt, líkamikið hvørjar fylgjur tað annars fær fyri Føroya fólk. Einki verður sagt um, hvar pengarnir skulu sparast, ella hvørjir borgarar fáa rokningina fyri mistu upphæddina til landskassan. Tvørturímóti verður nú tosað um at avtaka bæði oljuavgjald og MVG á ávís­ um vørum. Vit koyra bara víðari, og so má undirskot vera undirskot. Men einaferð kemur rokningin fyri undirskotið, og hon endar altíð hjá borg­ arunum, so tað sum verður givið við aðrari hondini, verður fyrr ella seinni tikið inn aftur við hinari – og ríkiliga tað. Bólturin liggur hjá løgmanni Fáar dagar áðrenn valið, sendi løgmaður eitt skriv út til allar føroyingar, har hann ávaraði ímóti at seta væl­ ferðina hjá føroyingum uppá spæl. Mín vón er, at løgmaður nú vísir hetta vallyfti í verki, og steðgar Karsteni Hansen og hansara skilaleysa fullveldispoli­ tikki. Løgmaður hevur ein gyltan møguleika at vísa seg sum ein rættan leiðara og javnaðarmann, sum setir vælferðina hjá fólkinum framum nationalismu. Vónandi letur hann ikki henda møguleikan fara afturvið borðinum. Skilaleysi fullveldispolitikkurin má steðgast HELgI ABRAHAMSEN