Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2008 15 Endiliga kemur ein land­ stýrismaður við beini í nøsini, og sigur bart út við okkum festarar, at vit sita á milliardavirðum, ið eru ogn landsins. Tað er ikki frítt at man kennir seg skítbýttan. Rokni við at teir flestu av okkum festarum, hava ein ringan smakk í munninum nú. Her hava vit, í góðari trúgv, røkt og goldið hesi festi, roynt at skapt inntøku­ møguleikar av festunum, og nógv hava óivað havt starv við síðuna av, fyri at fáa endarnar at røkka sam­ an. Og so verður sagt, at vit sita á milliardavirðum?? Uppskot til nýggja skipan: Gott í teg okkara tilfeingis­ málaráðharri. Fá hatta lóg­ aruppskotið ígjøgnum sum skjótast, nú tú hevur gjørt okkum varðug við hvussu stór virði vit umsita. Trúnna á at okkara lógar­ smiðir vilja bøta um korini, havi eg altíð havt, tí hetta uppskot: Festarar eiga hereftir at javnsetast við øll onnur, ið varða av landsins ognum, eitt nú sjúkrahússtjóra, strandferðslustjóra, aðal­ stórar í Tilfeingismála­ ráðnum, okkara háttvirdu – málaráðharrar v.fl. Lønin Tað fyrsta er sjálvsagt eina virðiliga løn. Haldi eini 40.000 krónur um mánaðin er uppá sítt pláss. Hetta faldast við tvey, um bæði kona og maður arbeiða á festinum. Tá vit nú taka okkum av virðum, sum eru so ovurhondsstór, so eigur lønin at verða samsvarandi ábyrgdina. Hetta skal vera líka løn fyri allar festarar, frá tí minsta til tann størsta, tí ikki skal gerast virðismunur á festunum. Harraguð, hetta eru bara eini 380 almenn starvsfólk afturat, pluss makar. Festiraksturin Festini skulu jú framhald­ andi rekast. Tað fyrsta, ið gerast má, er ein fíggjar­ ætlan fyri hvørt festi sær, hetta kann Búnaðargrunn­ urin ella –stovan gera (bara má málsviðgerðin verða hampuliga skjót). Á inntøkusíðuna kunnu fara: • haruveiðuloyvi • søla av mjólk • útleigan av torvskurðarrætti • kjøt • rættindi til rekavið Útreiðslusíðan má so samsvara: • fjós og bøur skal gjaldast og røkjast • vegir og nývelting • stik og rættir • mjólkitólmenni, traktorar o.a. ið krevst. • bygningar Av tí at tað tekur fitt av tíð at røkja festini, eigur hvør festari at fáa lønt starvsfólk afturat sær. Eitt til tvey fólk á garðin, fleiri festi kunnu roknast til minst 2­3 ársverk og meir, og so annars, sambært fíggjar­ og íløguætlan leiga inn hjálp til eitt nú útgravingar fyri bygningum, vegagerð o.o stórarbeiðið, sum jú kunnu koma fyri. Landsverk hevur stóra maskinpark, nú jørðin hevur hetta stóra virðið, er tað nokk betri at brúka Landsverk til velting og uppdyrkingarvegir, heldur enn vanliga vega­ gerð, sum jú bara er ein útreiðsla… So er tað líka hetta við seks vikum summarfrí. Skipan eigur at setast í gildi beinanvegin, so hesir 380 festarar við familjum kunnu fáa samanhangandi frítíð, men av tí vit ikki fáa snarað lyklinum um so leingi í senn, haldi eg Tilfeingismálaráðið eigur at søkja eftir avloysarum. Helst skal hetta liggja í juli/august, tá øll onnur eru og ferðast. Eisini áttu fest­ arar at fingið 2 vikur jólafrí!! Nú tími eg ikki at fara inn á eftirløn, sjúkradag­ pengar, yvirtíð og avspák­ ing, hetta liggur sjálvsagt í hesi nýggju skipanini Tilfeingismálaráðið fer at bjóða okkum. Tað er jú sera strævið at umsita jørðina, og má eg viðganga eg fái næstan stress tá eg verði gjørdur varðugur við hetta ovur­ honds stóra virði. Tað verða svøvnleysar nætur hereftir, nætur fullar av spekulasjónum. Tað, ið liggur eftir av hesum enormu virðum, inntøka minus útreiðsla omanfyri, kundi passandi verið brúkt sum løn til tilfeingismálaráðharran, og fyri ein part kann hann óivað keypa onkra oyggj í Karibia, sum vit festarar í felag kunnu njóta sum frítíðardepil. Tørvur á hesi lógarbroyting? Sjálvsagt eru festarar reinir spekulantar, og eg skilji væl at hetta er alneyðugt. Tó at tilfeingismálaráð­ harrin enn eigur jørðina, og øll festaraviðurskifti skulu ígjøgnum, eitt nú Búnaðarstovuna (ið situr við endaligu avgerðini!!), hevur onkur spekulera seg til ein spekulasjónsvanda. Tað má so vera, at festarar kunnu keypa ognir ella bygningar á festinum fyri grundstykkjaprís. Ájú, her eru rúm fyri ovurhonds stórari spekulasjón. Gamlir útslitnir bygningar, og fjós fara at spekulerast upp í milliardavirðið. Ivist onga løtu í, at fólk fara at bjóða nógvar milliónir at sleppa at mjólka fyri bóndan, ella fáa eitt festibræv. Vit kunnu jú lata kýrnar mjólka vatn, tað fæst jú kr 12,­ fyri ein hálvan litur av vatni í handlinum. Mun­ andi meira enn hvat mjólkin kostar. Haruveiðan, og rossa­ frælsið, hesi fara at verða umsett í milliónaklassanum. Tak meg ikki í tí, men eg haldi eisini tað er ein stór­ ur vandi fyri at festibøndur fara at bjóða út gásafrælsi í høgunum, men hetta verður til heilt aðrar prísir. Aðrir spekulasjónsvand­ ar eru, at bóndin kann leiga onkrum ein traðarteig; heilt sikkurt at menn fara at kappbjóða millónaupp­ hæddir fyri ein slíkan teig, sjálvt um hann ongantíð verður annað enn ein jarðarteigur. Rættin til torv á teiginum skal gjaldast umframt!! Og so gloymdi eg næstan Rættina hjá Guttormi í Múla, onkur spekulantur fer óivað at tjena tjúkt uppá at taka hana niður, og selja ferðafólki grót úr henni, eins og gjørt verður við Berlinmúrin. Nei, for Guds skyld, gev ikki festarum nakran ræðisrætt ella alternativan inntøkumøguleika, hetta leiðir land okkara bein­ leiðis í forderv og førir milliardatap við sær. Tí henda áheitan til okkara lógarsmiðir: • Seti hesa lógarbroyting í verk skjótast gjørligt. • Staðfesti (enn einaferð) at jørðin er ogn landsins. • Latið landið taka ábyrgd og gjalda fult og heilt fyri ognir sínar. • Gevið festarum kor samsvararandi øðrum, ið umsita landsins ogn. • Setið eina stóra fyrisiting at stýra festarunum, jørðin kann jú forrenta milliardir. Um tit megna hetta skjót­ ast gjørligt er einki meira at spekulera um. Hetta verður eisini sera motiver­ andi fyri festaran, og als eingin koddi. Annars haldi eg at væl er spekulera, tá man kann spekulera seg fram til hend­ an stóra spekulasjónsvand­ an, hvussu eg so spekuleri fái eg ikki eyga á hendan vandan. Kanska er tað orðatakið ”tjóvur trýr ...” Vil tó ikki fara so langt sum at kalla okkara lands­ umsiting fyri spekulantar, fyri í 500 ár at hava noytt privat fólk at gjalda íløgur og røkt av landsins ognum? Nei, hetta hoyrir eini farnari tíð til. Ein slík skipan hóskar simpulthen ikki inn í okkara samfelags­ bygnað í dag!! Ella?? Haldi okkara lógarsmiðir eiga at stinga fingurin í jørðina... Um spekulasjónsvandin økist, við at geva festarum eitt vet av óðalsrætti, so eigur líknandi milliarda­ spekulasjón longu at finnast ella verða farin fram innan óðalsjørðina, ikki so? Tá festarir sita á so nógv­ um milliardum, hvussu nógvar milliardir situr óðalsfólki so á? Hvussu nógvar milliardir er tað higartil spekulera í har? Ella hevur festijørðin eitt nógv størri virðið enn óðalsjørðin? Um tit veruliga stinga fingurin í jørðina, kunnu tit stutt eftir spekulera tykkum til hetta; at fingur­ in bert luktar av jørð. Festarar sita á milliardavirðum Jóannes Patursson Í greinarøðini Frá veiðu­ samfelag til vitanarsam­ felag, sigur stjórin í Samvit Elin Heinesen, m.a. “Heldur enn at brúka orku upp á óneyðuga dýra innanhýsis kapping, eiga vit at vera opin fyri jalig­ um og fordómsfríum sam­ skifti innanhýsis í føroysk­ ari vinnu, millum tað almenna og vinnuna, og millum føroyingar og áhugapartar uttanlands – og ganga saman um at náa málum, øll hava felags áhuga í.” Til hetta skal eg við­ merkja, at kapping er ein av grundarsteinunum undir búskaparligum vøkstri í samfelagnum. Tað er í kappingini, at virkir vaksa og mennast, og at nýggjar og betri vørur síggja dagsins ljós. Kendi amerikanski bú­ skaparfrøðingurin, Micheal E. Porter, staðfestur í bókini “competitive strate­ gy” týdningin av einari vælvirkandi kapping á heimamarknaðinum. Tað er við kappingini á heima­ marknaðinum í skjáttuni, at virkir mennast og standa seg væl í kappingini á altjóða marknaðinum. Tí hevur tað alstóran týdning, at karmarnir rundan um kappingina eru góðir og samsvara við altjóða reglur á økinum. Løgtingið samtykti í 2007 nýggja kappingarlóg, sum kom í gildi 1. januar 2008. Nýggja kappingar­ lógin hevur við sær, at munandi broytingar eru í teimum treytum, sum kapp­ ingarlógin setir føroyskum fyritøkum. Í høvuðsheitum er forboð ímóti kappingar­ avlagandi avtalum, ikki er loyvt at misnýta ráðandi støðu á einum marknaði, og somuleiðis er saman­ leggingareftirlit nú sett á stovn. Føroyska samfelagið hevur sostatt við nýggju kappingarlógini fingið eitt betri amboð til at tryggja, at kappingin á marknaði­ num í Føroyum kann virka á besta hátt, til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Kapping skapar búskap­ arligan vøkstur og er viðvirkandi til at hækka livistøðið hjá tí einstaka í Føroyum. Kapping er somuleiðis við til at brynja okkara virkir soleiðis, at tey kunnu standa seg í kappingini á altjóða markn­ aðinum, har kappingin oftast er nógv harðari enn á heimamarknaðinum. Við nýggju kappingar­ lógini verður farið frá einari eftirlitslóg til eina forboðslóg, og hetta er sama skipan sum í granna­ londunum. Hetta merkir, at føroysk virkir nú í høvuðs­ heitum virka eftir somu kappingartreytum, sum virkini í grannalondunum virka eftir, og hetta skuldi verið viðvirkandi til at brynja føroysku virkini til kappingina á altjóða marknaðinum. Tað er tí tað hevur so stóran týdning, at vit hava kapping á heimamarknað­ inum, hetta fyri at føroysk virkir kunnu menna seg og standa seg í altjóða kapping við onnur, sum longu hava hesar reglur og hava virkað eftir teimum í longri tíð. Porter sigur eisini, at fyri at kunna hækka livistøðið hjá tí einstaka í samfelagn­ um er neyðugt við eini vælvirkandi vøru og tæn­ astumarknað. Í vinnupoli­ tikkinum, sum var gjørdur í samband við visjón 2015, verður dentur lagdur á týdningin av virknari kapping og staðfest verður, at vinnupolitiska uppgávan á vøru­ og tænastumarkn­ aðinum er at leggja karmar fyri einari virknari kapp­ ing. Har tað ikki ber til at fáa eina virknað kapping, er uppgávan at gera eitt virkið eftirlit. Samstundis sum atlit verða tikin til brúkaratrygd. Í altjóða høpi er føroyski marknaðurin lítil, og tað, sum sermerkir ein lítlan marknað, er, at fáir útbjóð­ arar eru á hvørjum markn­ aði. Vit síggja eisini, at sjálvt í vælvirkandi og stórum marknaðarbúsk­ apum, sum til dømis EU og USA standast trupulleik­ ar av fáum ráðandi fyritøk­ um og sostatt avmarkaðari kapping. Tí eru kapping­ arlóg og kappingareftirlit eitt neyðugt amboð soleiðis, at monopolstøður ikki stinga seg upp við at tann stóri trokar tann lítla út av marknaðinum. Í einum lítlum marknað sum tí føroyska kann vera trupult at fáa eina virknað kapping á øllum økjum, og júst av hesi orsøk hevur eitt virkið kappingareftirlit stóran týdning. Porter sigur, ”at tann sum ikki klárar seg heima. Hann verður neyvan góður á útivølli heldur”. So kapping á heimamarknað­ inum er eins neyðug millum vinnuvirkir, sum kapping heima eisini er neyðug í ítróttinum. Uttan góðar karmar hjá okkara vinnulívs­ og ítrottarfólki her heima fara tey ongantíð at standa seg væl á útivølli. Kapping á heimamarknaðinum fyritreyt fyri kapping á altjóða marknaðinum Forkvinna í Kappingarráðnum Ingunn eIrIksdóttIr viðmerkingar