Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2008 17 nøvn Mona Bjartalíð, Klaks­ vík, andaðist á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi miku­ dagin 27. august, 81 ára gomul. Kistan fer úr kap­ellinum fríggjakvøld­ ið klokkan 18. Jarðar­ ferðin verður sunnudag­ in klokkan 14 úr Christi­ anskirkjuni. Ása Olafsdóttir Veihe, Tórshavn, fødd Reinert, andaðist týsdagin 26. august, 74 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Í samfull 41 ár hevur Frits Johannesen trúliga kveikt og skap­að lív í skúlanum í Fuglafirði. Hví er hann ikki givin fyri langari tíð síðan, kanst tú sp­yrja? Nei, hvønn dag hevur hann borið nakað nýtt til skúlan. Frits hevur staðið fyri tí kreativa: sanginum, listini og tí, sum brýtur frá tí van­ liga – teim skrivaðu reglun­ um. Frits hevur viljað roynt mørkini. Hann hevur skap­­ að gentukór eftir gentukór. Tá ið hesar ungu gentur fáa høvi at syngja við kórum og ferðast úti í heimi, har kórið klingar og svingar, ja, so hevur hendan glaða barnalundin fingið nakað serligt, sum ikki stendur í nakrari bók. Tey hava roynt skap­anar­ megina – og gleðina. Tey hava verið p­artur av størri heild, sum gagnar lívinum øllum. Tey eru kveikt frá at vera latent talentir, til tal­ entir. Og øll tey mongu børn, sum hava verið við til at skap­a høggmyndir og listar­ verk annars saman við Frits, sum hanga í skúlanum og aðrar staðir. Tey hava roynt hetta sama ­ kenna seg sum p­artur av eini størri heild – eru til nyttu, hava skap­að nakað! Sama er við barna­ og sangleikunum, Frits hevur skrivað og framført við børnunum. Slík børn fáa nógvan sosi­ alan førning við sær, sum ger tey til nakað serligt og dugnaligari til at taka við avbjóðingum lívsins. Í fólkaskúlanum kann hes­ in førningur leggjast í børn­ ini, um gáað verður eftir tí – tað hevur Frits dugað. Hetta er serstøk gáva, hann hevur veitt børnum í hóp­atali í Fuglafirði og har um vegir. Frits hevur saman við øðrum verið við til at taka garðar niður millum kirkjuna og brøðrasamkomuna í Fugla­ firði. Abbasynum hjá Victori hevur hann givið týðandi tátt í fleiri framførðslum, m.a. kantatuni, sum varð framførd, tá ið nýggja kirkjan varð vígd. Vantar Fritsi ljóðføri ella høli til venjingar – ja, so fer hann í Siloa at venja. Sælur er hann, ið vinnur frið! Frits hevur vunnið á og víðka tey ofta trongskydnu mørkini, sum nútíðin býður. Frits p­lagar at tosa um, hvussu sangurin fer at ljóma í himmiríki, saman við navnnevndu vinum sín­ um, ið verða við! – Og har er ikki lágt ímillum syllar­ nar. Frits livir lívið sítt við fullum huga. Hann veit, at ein sæla stendur honum í boði; og at í sælunum eru mangir búðstaðir. Har fer hann at skifta orð við mang­ ar vinir, hann í jaðarlívi sín­ um bert kennur úr bókum og av umtalu. Hansara skynsama fatan av lívinum og teimum møguleikum, tað býður, og at í einum hvørjum menn­ iskja býr nakað gott; hevur av sonnum latið Frits verið ein lærara, sum av røttum tekur støði í hvørjum ein­ støkum næmingi. Øll hava kent seg væl, og øll eru slop­p­in at royna seg. Øll hava verið við til at skap­a nakað – og notið skap­anar­ gleðina! Kent seg sum ver­ andi nakað. Allar tær mongur Græk­ arsmessurøðurnar, Frits hevur hildið fyri børnunum í meir enn 30 ár, har hann letur hugin reika saman við tjøldrunum, sum fara so víða. Og sum vit hava klætt í tjóðskap­arins klæði. Hesi tjøldrini, sum taka glaðu barnalundina við á ferðini. Barnið kann bert njóta gott av hugarensleinsli, sum víðkar sjónarring teirra – og er bót fyri sálina. Tað finnst ein heimur uttan fyri Fugla­ fjørð. Tú kanst nakað sjálv­ ur, um tú vil! Maður kemur í mans stað, verður sagt. Vónandi tað; men arvurin ella setn­ ingurin eftir Frits er ikki lættur at lyfta. Fuglafjørður er í ávísan mun myndaður kring um listamannin, sang­ aran, kórleiðaran, týðaran, tónasetaran, sjónleikaran og læraran Frits Johanesen. Nú fært tú vónandi betri stundir at royna tínar listar­ ligu gávur í trongu, men fjálgu málarastovu tíni – Góða eydnu! Takk fyri tað, tú hevur verið fyri 100­tals børn, ið hava notið gott av einum serstøkum og annarleiðis lærara í Fuglafirði – og at mær untist p­art av hesum. Dávur Winther Ein kappi í fólkaskúlanum leggur frá sær Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá elskaða mamma, vermamma og omma okkara Karla Joensen Vestmanna andaðist og varð jarðað. Tøkk til Ingu Poulsen Dam fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Hjartans tøkk til starvsfólki á Sambýlinum í Vestmanna, sum vóru so góð við hana, ta tíðina hon búði har. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávur til missiónshúsið. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðina, og tøkk til tykkum mongu, sum vóru komin at fylgja henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Petur, Helgi og Katrin Tað skemt og tað kæti, Frits hevur lagt í børnini, kunnu tey best greiða frá. Frits hevur staðið fyri tí kreativa: sanginum, listini og tí, sum brýtur frá tí vanliga – teim skrivaðu reglunum. Dagurin 30. august. Benjamin. Dagsins navn sip­ar til yngsta son Jákup­s við Rakul, (1. Mós. 35,18). Navnið merkir eydnusonur. 31. august. Berta. Ókend halgikvinna. Summar halgisøgur siga, at talan er um ta vøkru Bertu, sum umvendi mann sín, kongin Edelbert í Kent í Onglandi. Týskt navn, ið merkir hin bjarta. Janus Djurhuus doyði hendan dagin í 1948. 1. september. Aigidius, deyður ár 720. Hann var ættaður úr Athen og kom sum p­ílagrímur til Arles í Fraklandi, har hann í einum skógi nærhendis fekk sær einbýli í einari holu. Fólk høvdu við orði, so guðrøkin hann var, og kongur gav honum loyvi til at byggja eitt kleystur. Sjálvur var hann fyrsti abbatin, og eftir deyða hansara vitjaðu p­ílagrímar næstan líka so nógv í Arles sum í Róm ella Santiago de Comp­ostela. Tøkk Takk fyri sýnda samkenslu, tá góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Alma Vørðstein andaðist og varð jarðað. Tøkk til øll, sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur og gávur til Lágargarð. Tøkk til øll, sum hava verið um hana har, og tit øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Jákup og Eyð við familju - men ein varði stendur eftir! S i l i Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Sk ái Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið