leygardagur 11. august 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 153 - 11. august 2001
Nr. 153 - 11. august 2001
3
Landsstýrismaðurin
við fíggjarmálum
hevur gjørt av at
strika avgreiðslu-
gjaldið til barsils-
skipanina, sum fekk
øði í arbeiðsgevarar
STRIKA Í ROKNINGINI
Eyðun Klakstein
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður við fíggjarmálum,
hevur nú gjørt av at strika
avgreiðslugjald, sum hevur
verið lagt á inngjøld til
barsilsskipanina.
Harafturat hevur hann
eisini longt gjaldsfreistina
hjá arbeiðsgevarum, so teir
framyvir hava 20 dagar at
gjalda rokningina í.
Eisini verður eitt sokall-
að bagatellmark lagt inn í
skipanina, so at gjald til
skipanina verður ikki kravt
inn, fyrr enn tað er komið
upp á 50 krónur.
Skapti øsing
Tá fyrstu rokningarnar til
barsilsskipanina
vórðu
sendar út herfyri, vóru tað
arbeiðsgevarar, sum vórðu í
øðini um, at teir skuldu
gjalda so høgt avgreiðslu-
gjald.
Onkur fekk rokning upp
á eina krónu, men skuldi
gjalda 100 krónur í av-
greiðslugjaldi.
Fíggjarmálastýrið ásetti
í eini kunngerð 5. juli í ár,
at avgreiðslugjaldið skuldi
verða 100 krónur, og hetta
helt Fíggjarmálastýrið var
hóskandi gjald.
Men nú hevur landsstýr-
ismaðurin kolldømt hetta
gjaldið, og arbeiðsgevarar
sleppa framyvir undan
hesum gjaldi. Harafturat
fer Fíggjarmálastýrið at
lata arbeiðsgevarum, sum
hava
goldið
hetta
avgreiðslugjald, pengarnar
aftur.
Kunnu velja
Meðan løntakarar gjalda
sín part av gjaldinum til
barsilsskipanina samstund-
is, sum teir fáa sín løn
goldna, sleppa arbeiðsgev-
arar at velja ímillum at
gjalda beinanvegin og at
fáa rokning, har gjalds-
freistin nú verður 20 dagar.
Fíggjarmálastýrið ætlar,
at arbeiðsgevarar framyvir
skulu fáa rokning fýra
ferðir um árið, og næsta
innkrevjingin
verður
í
september/oktober.
Fíggjarmálastýrið fer nú
at gera nýggja kunngerð,
sum verður kunngjørd í
næstum.
Avgreiðslugjaldið verður strikað
Landsstýrismaðurin hevur
nú broytt innkrevjingina til
barsilsskipanina, sum hevur
skapt stór øsing millum
arbeiðsgevarar.
Mynd: Jens Kristian Vang
Sambært Sosialinum í
gjár var líkt til, at løg-
tingsmaðurin,
Dan
Reinert
Petersen,
hevði skift flokk. So-
leiðis er tó ikki, men
hinvegin var talan um
mistak hjá okkum.
Dan Reinert Petersen
er framvegis ting-
maður fyri Javnaðar-
flokkin. Vit biðja um
umbering fyri mis-
takið.
Blðm.
Hvar fór Dan
Alma Fossá
9. august 2001 hendi tað so
aftur. Ein bilur rendi á
tornið í Øravík. Hevði
førarin ikki havt »airbag«,
var hann deyður.
Hví verður hatta tornið
ikki fjernað??? Ella hví
verður ikki »autovern« sett
upp???
Skulu vit fyrst hava enn
fleiri prógv um at har er
vandamikið
Aftur
bilvanlukka
í Øravík
SÚKKLING
Tíðindaskriv
Í vikuni var nýtt met sett á
teininum frá Sundi til
Kaldbak og á Sund. Teinur-
in er ofta brúktur til venjing
av einkultstarti og er góður
til at geva eina ábending
um, hvussu støðan er hjá
einstaka
súkklaranum.
Teinurin er umleið 12 km
og er partur av 30 km
teininum, súkklað verður til
FM í einkultstarti.
Gamla metið er frá 1993.
Tá súkklaði Gunnar Dahl-
Olsen teinin í tíðini 18
minuttir 39 sekund. Fleiri
royndir hava verið gjørdar
at seta nýtt met, uttan at tað
hevur
eydnast.
Jóhann
Brend hevur altíð fingið
góð úrslit á einkultstartin-
um. Hann vann m.a. fyrstu
FM einkultstartskappingina
í 1992. Tað vísti hann við
góðum úrslitum bæði á
Oyggjaleikunum í ár og til
Statoil Kring Føroyar 2001,
tá hann gjørdist nummar
tvey í 27 km langa einkult-
startinum á Sandoynni.
Jóhann prógvaði enn eina-
ferð í vikuni at formurin er
í topp, tá hann súkklaði
teinin Sund-Kaldbak-Sund
við tíðini 18 minuttir og 22
sekund og slóg hervið 8 ára
gamla metið hjá Gunnar
Dahl-Olsen.
Gunnar Dahl-Olsen vísti
eisini góðan form, tá hann
setti nýtt persónligt met í
tíðini 18 min. 35. sek. Hetta
bendir á, at hann er við at
finna gamla einkultstarts-
formin; frá 1993 og 94, tá
hann gjørdist føroyameist-
ari í einkultstarti. Hóast
hann ikki hevur vunnið FM
einkultstartin síðani tá, so
hevur hann altíð fingið góð
úrslit.
Tann av hinum luttakandi
súkklarunum,
sum
var
nærmast teimum báðum
var Kári Simonsen, sum
setti persónligt met í tíðini
20,52 minuttir og honum á
baki
Esmar Joensen í tíðini
21,45 minuttir. Bæði Gunn-
ar og Jóhann kláraðu seg
sera væl til einkultstartin í
Statoil Kring Føroyar á
Sandi. Tá gjørdist Jóhann
nummar 2 og Gunnar
nummar 3, frammanfyri
súkklarar sum koyra í A-
bólkinum, saman við mill-
um annað Rógva Johansen.
Tá hugsað verður um,
hvussu javnir Gunnar og
Jóhann eru, er ongin ivi
um, at FM 2001 í einkult-
starti verður ein sera spenn-
andi kapping. Teir siga báð-
ir, at málið er at nærkast
metinum hjá Rógva so
nógv sum gjørligt. Kappast
verður í trimum greinum til
FM í ár: Einkultstartur (30
km), Býarkoyring (50 min.
+ 1 umgang) og Samlaður
startur (100 km). Kapping-
arnar verða ávikavist 22.,
24. og 26. august 2001.
Stað·····ur
í
tíðspunkt
verður lýst seinni.
Jóhann Brend og Gunnar Dahl-Olsen á veg niðan á Oyggjarvegin
Súkklarar væl fyri til FM-kappingarnar
Hósdagin hendi aftur
ferðsluóhapp í Øra-
vík. Einsamalli mað-
urin í bilinum breyt
hondliðina, tá hann
rendi saman við nógv
um tala SEV-tornið
við vegin
FERÐSLUÓHAPP
Eyðun Klakstein
So hendi tað aftur.
Nógv umtalaða vega-
strekkið í Øravík var aftur
karmur um eitt ferðslu-
óhapp, men hesaferð spurd-
ist tíbetur eingin álvarsam-
ur mannskaði burturúr.
Ein ungur maður, sum
var einsamallur í einum
Toyota-bili, kláraði ikki at
halda bilinum á vegnum.
Han fór í veitina við veg-
num og rendi beint inn í
SEV-tornið, sum stendur
við vegin.
Bilurin
fekk
stóran
skaða, men ungi maðurin
við rattið, slapp við einum
brotnum handliði. Hetta
varð hann viðgjørdur fyri á
sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Óhappið hendi um trý-
tíðina seinnapartin hósdag-
in.
Rúsdrekka uppií
Løgreglan heldur ikki, at
maðurin hevur koyrt við
nógvari ferð. Hann hevur
kanska verið líka omanfyri
hámarkið, men helst hevur
ferðin ikki verið høvuðs-
orsøkin til ferðsluóhappið.
Løgreglan í Suðuroy hev-
ur illgruna um, at maðurin
hevði okkurt í blóðinum,
sum hann ikki skuldi hava.
Blóðroynd er tí tikin av
manninum, so løgreglan
kann staðfesta promillu-
støðuna hjá manninum.
Tiltikið strekkið
Tað eru áður hendar syrgi-
ligar vanlukkur á vega-
strekkinum í Øravík, og
SEV-tornið, sum stendur
nærhendis vegnum, hevur
verið blandað uppí.
Landsverkfrøðingurin
hevur kannað svingið, og
teir halda, at vegurin er í
lagi. Tað hevur verið tosað
um at taka tornið burtur,
men semja er ikki um, hvør
skal gjalda kostnaðin av
hesum.
Hósdagin hendi eingin
álvarsamur skaði í ferðslu-
óhappinum, men tað er ein
sannroynd, at ferðsluóhapp
henda javnan á hesum
vegastrekkið.
Brast í SEV-tornið
VOLVO 240 GL
Árg 1988, Km 180.000. 4 píkadekk
á alufelgum fylgja við. Kr. 40.000.
220407
BMW 316I
Árg ca. 4 ár, Km 67.000. "el-
sóltak, el-rútar 17""
sportfelgur+píkadekk á felgum,
svørt leðursetur. Boð undir
kr.150.000,- ongan áhuga". .
221122
Nógv umtalaða vegastrekkið í Øravík var aftur karmur um eitt ferðsluóhapp, men hesaferð
spurdist tíbetur eingin álvarsamur mannskaði burturúr.
Mynd: Leivur Nygaard
Løgreglan í Suðuroy hevur illgruna um, at maðurin hevði okkurt í blóðinum, sum hann ikki skuldi hava, tá hann rendi á
tornið seinnapartin hósdagin
Mynd: Leivur Nyggaard
C
M
Y
K
3
2
Lesið
-tað
loysir
seg