leygardagur 11. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 153 - 11. august 2001
Nr. 153 - 11. august 2001
5
Rithøvundurin og
tónleikarin Duncan
McLean vitjar Lista-
stevnuna sum upp-
lesari og tónleikari. At
eyðmerkja tónleikin
er trupult, men eftir
kjak og vendingar
verður komið fram til
nýggja orðið norkney
Dagfinn Olsen
Duncan Mclean byrjaði
sum stand-up undirhaldari
og tónleikari. Síðani fór
hann at skriva bøkur og er í
dag millum kendastu ungu
skotsku rithøvundar. Hann
hevur fingið fleri viður-
kenningar.
Hann
hevur
skrivað
bøkur við støði í ferðaupp-
livingum, og hann hevur
skrivaå til sjónvarp. Han
skrivar eisini sjónleikir,
m.a. hevur hann skrivað um
ein oljuplattform. Eisini
kemur hann inn á tónleik,
serliga swing, ið honum
dámar væl.
Duncan vitjar sum høv-
undur og tónleikari við
bólkinum Chilli Strong
Pepper, ið spælir á Cafe
Natúr um vikuskiftið.
Norkney sær dagsins
ljós
Tá umrøðast skal, hvussu
tónleikaslagið skal nevnast,
kemur kjak burturúr. Talan
er um eina samanrenning
av traditiónsbundnum tón-
leiki og tí, ið nevnt verður
texas. Uppskotini eru mong
um okkurt serstakt heiti
fyri tónleikin, t.d. Orkney
Swing, Northern Swing.
Men á ferðini til Føroya
eydnaðist so at finna eitt
heiti á tíðindafundinum í
Norðurlandahúsinum í gjár.
Chilli Strong Pepper spælir
altso NORKNEY, kunnu
vit avdúka.
Good time music
Duncan sigur tað vera
áhugavert at vitja í Føroy-
um. Partvis sum íblástur,
men eisini, tí hann áður
hevur fingið íblástur frá
tónleiki eftir Kristian Blak.
Hann
kennir
William
Heinesen og aðrar norður-
lendskar høvundar.
Hoyra vit um tónleik frá
skotlandi og har á leið, so
rennur hugurin ofta til
ølstovur og glað fólk í
tubbaksmjørka.
Chilli Strong Pepper siga
seg eisini spæla tað, tey
nevna good time music.
Tónleik til eitt vikuskiftis-
kvøld við gaman.
- Okkum dámar best at
spæla óformel støð, so fólk
kunnu
fáa eina øl, flenna,
...berjast og bróta gløs...,
nei, vit skemta, flenna lim-
irnir í Strong Pepper.
Duncan fegnast um ferð-
ina til Føroya, tí annars
hevur hann bert vitjað her í
huganum.
Tað er ikki ofta, at
føroyingar sleppa at
uppliva ballett, men
nú vitjar Pars Pro
Toto
Dagfinn Olsen
Lára Stefansdóttir er limur í
Dance Company Íslands.
Umframt hevur hon Pars
Pro Toto, har hon m.a.
dansar eftir tónleiki hjá
manni
sínum,
Guðni
Franzon, ið eisini leikar í
bólkinum Caput.
Lára hevur áður vitjað í
Føroyum og hevur tá dans-
að eftir tónleiki hjá Kristian
Blak.
Hon hevur júst vunnið
virðisløn í Helsinki fyri
koreografi.
Hon sigur, at tvey verk
eru á skránni á Lista-
stevnuni og at tey annars
eru sera umhugsin um ís-
lendskt í arbeiðinum. Fyrra
verkið byggir á íslendska
søgu. Tað er Langbrók, ið
er kvinna úr Njáls søgu.
Hetta er drama.
Hitt verkið er meira til
undirhalds og eitur Lady
fish & chips.
Eisini Lára hevur ferðast
víða og ført fram.
Spæla nýuppfunna
tónleikaslagið Norkney
2001
2001
2001
Ballett í Føroyum
Á fundi í Fíggjar-
málastýrinum hós-
morgunin varð eitt
fyribils uppskot til
løgtingslóg um Bú-
skapargrunn Føroya
lagt fram fyri ting-
limum úr øllum
flokkum. Men longu
nú er óvist um aðrir
flokkar enn Tjóð-
veldisflokkurin taka
undir við uppskot-
inum
Rúnar Reistrup
Eftir at politikarar hava
kjakast alment í fjøl-
miðlunum um ætlaða bú-
skapargrunnin í góða viku,
valdi Fíggjarmálastýrið at
leggja eitt fyribils uppskot
um Búskapargrunn Føroya
fram fyri tingmenn og fjøl-
miðlar hósdagin.
Í fyribilsuppskotinum til
løgtingslóg um Búskapar-
grunn
Føroya
stendur
greitt, at grunnurin skal
brúkast til skiftisgrunn í ár-
unum 2002 til 2016. Lagt
verður upp til, at frá
komandi ári av, skal ríkis-
veitingin úr Danmark ikki
longur fara inn á fíggjar-
lógina, men hinvegin verða
beind í búskapargrunnin.
Haðani skal skiftisgjald
so flytast yvir á fíggjar-
lógina. Fyrsta árið skal
skiftisgjaldið,
sambært
fyribils lógaruppskotinum,
vera 700 milliónir. Hendan
upphædd skal so minka við
50 milliónum hvørt ár til
hon í 2016 fellur heilt burt-
ur.
Samgongan ikki samd
Júst hvør í veruleikanum
stendur aftan fyri fyribils-
uppskotið um Búskapar-
grunn Føroya, er eitt sindur
ógreitt. Eingin tykist at vita
við vissu, um hetta er eitt
uppskot hjá samgonguni,
sum nú verður lagt út til
andstøðuna at koma við
viðmerkingum til, ella um
fyribils
uppskotið
bert
hevur ein part av samgong-
uni aftan fyri seg.
Sambært Høgna Hoydal,
landsstýrismanni við sjálv-
stýrismálum, so byggir
fyribils uppskotið á ta
semju, sum var millum
samgonguflokkarnar, men
sum
landsstýrismaðurin
sjálvur sigur, so er tað ikki
til at vita, hvør er samdur í
hvørjum, tí samgongu-
politikarar tykjast at skifta
meining nokkso ofta í hes-
um tíðum.
Løgmaður vil hava
greiðari reglur
Løgmaður gav í síðstu viku
nøkur signal um, at hann
ikki var heilt samdur við
Tjóðveldisflokkinum um,
hvussu ætlaði búskapar-
grunnurin skuldi síggja út.
Millum annað loyvdi hann
sær at ivast í, um tað var
rætt at gera búskapargrunn-
in, ið upprunaliga fyrst og
fremst varð ætlaður olju-
inntøkum, til eisini at vera
skiftisgrunn at fíggja loys-
ingina við.
Løgmaður hevur eisini
sagt seg vera av teirri fatan,
at eitt lógaruppskot um
Búskapargrunn Føroya eig-
ur at innihalda ásetingar
um, hvussu útgjaldið úr
grunninum skal fara fram.
Landsstýrismaðurin
við
sjálvstýrismálum sigur hin-
vegin, at tað hevur ongan
skund at áseta útgjaldingar-
reglur, men at tað heldur
ræður um at fáa ein bú-
skapargrunn settan á stovn
skjótast gjørligt.
Fyribils uppskotið um
búskapargrunnin
ásetur
ongar reglur um útgjald úr
grunninum.
Sinnaðir at slaka
Á tíðindafundi í Fíggjar-
málastýrinum
hósdagin
søgdu bæði fíggjarmálaráð-
harrin, Karsten Hansen, og
landsstýrismaðurin
við
sjálvstýrismálum, Høgni
Hoydal, at teir vildu virka
fyri at fáa eina breiða semju
í lag í tinginum fyri bú-
skapargrunninum.
Og
spurdir um tað kundi hugs-
ast, at ætlaði skiftisgrunn-
urin varð skildur úr búskap-
argrunninum og ístaðin
stovnaður sum ein grunnur
fyri seg, um hetta kravdist
fyri at finna eina breiða
semju, varð ongin hurð lat-
in aftur.
– Tað kann møguliga
hugsast, segði Høgni Hoy-
dal, landsstýrismaður við
sjálvstýrismálum.
Uppskot um búskapargrunn í óvissu
C
M
Y
K
5
4