leygardagur 11. august 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 153 - 11. august 2001
Nr. 153 - 11. august 2001
7
Sunnudagin 5. aug.,
helt Fuglafjarðar
Fornminnisfelag sín
árliga fólkafund uppi
á Skarði millum
Fuglafjørð og
Hellurnar. Sum
undanfarin ár var væl
av fólki møtt upp –
eini 200 varð mett.
Fjallarøðuna í ár helt
Sólbjørn Jacobsen,
har hann hugleiddi
um Gjógvarágarð í
farnum døgum
Hetta er fyrstu ferð at eg eri
við til fólkafund her á
Skarðinum. Sum eg skilji
er siðurin at fáa fuglfirð-
ingar at hugleiða um farnar
tíðir. Tað er ólíka lættari
enn at hugleiða um nútíðina
har øll kunnu vera við og
hava sína serstøðu.
Míni fyrstu minni um
Skarðið eru, tá ið vit sum
smádreingir
fóru
úr
Gjógvarátúni at fiska síl í
Laxá og hyggja at ternun-
um í Blotanum. Skarðið
bant eisini býlingin Gjógv-
ará við Hellurnar, tí haðani
var Sjúrður ættaður. Helst
er tað ikki uttan grund at
fyrsta
mannagøta
um
Skarðið hevði heiti Sjúrða-
gøta.
Tað er meira enn fimti ár
síðan eg flutti heimanífrá –
úr Fuglafirði, úr Gjógvará-
túni. Míni fyrstu 14 ár, áðr-
enn eg fór heimanifrá eru
sum vera man tey mest av-
gerandi í lívinum, tí eg føli
meg framvegis sum fugl-
firðing. Barnaárini
eru
støðið fyri lívið.
Barnaárini við Gjógvará
við teim umhvørvis um-
støðum og teim menniskj-
um har búleikaðust minnist
eg sum nakað gott og
brynjandi.
Áin sjálv var ein týðandi
táttur øll barnaárini. Myrku
illveðurskvøldini við áar-
føri kundi kenslan vera
hóttandi, men tá ið ein
kreyp undir flógvu dýnina
kendist dunandi Gjógvará
meira sum ein hugni, ið bar
ein inn í tryggan svøvn.
Teir gomlu á garðinum,
sum altíð vóru har og spák-
aðu í túninum og altíð
høvdu tíð til eitt prát vóru
Mortan á Geilini, Líggjas
við Gjógvará, Sjúrður og
Kalurin ella Poul Jacob.
Var veðrið ófýsið savnað-
ust menn oftast á bátaloft-
inum
hjá
Vestmanna-
Jóannes. Um vit piltar
tagdu og sótu stillir kundu
vit viðhvørt sleppa við og
lýða á meðan prátið gekk
undir stormlyktini og ælini
buldraðu á zinktekjuna.
Niðri undir var smiðjan við
gomlu essuni har Dánjal
Jákup á Viðareiði smíðaði
sínar tiltiknu knívar og
onkuntíð líggjar.
Var ein heppin, so var tað
spennandi at hála í bjølgin
og síggja hvussu stálið
skifti lit í essuni og hvussu
Dánjal Jákup evnaði tað til
á amboltinum.
Um hesar gomlu eru
nógvar søgur og fleiri
munna vera, sum eru burtur
saman við teimum.
Millum hetta ættarliðið
og okkum børn vóru for-
eldrini. Seinastu fjórðings-
øld eru flestu farin og vit
sum einaferð vóru børn,
hava nú sólina í vestri.
Men
umhvørvið
við
Gjógvará, í túninum og á
sandinum var ein eydnu-
verð fyri okkum. Frá tí eg
minnist fór eg at fiska síl í
Gjógvará.
Tann dag í dag kundi eg
næstan við bind fyri eygun-
um funnið fótafesti frá
ósanum og niðan til Blá-
dýpið, so ofta hava føturnar
vant seg til leiðina.
Partur av barnaárinum
var kríggið. Tapini og sorg-
arleikirnir á sjónum eru væl
lýstir í ritum, bókum og
samrøðum. Vit børn mundu
ikki altíð gáa so nógv um
tann óhugna sum kundi
valda, tá ið einki var at
frætta frá teim siglandi.
Men mammurnar og tey
eldru á landi bóru ofta
tungar byrðar, tá ið óvissan
valdaði.
Pápin sigldi øll krígsárini
við Boðasteini. – Lat meg í
hesum sambandi nevna
tvær hendingar:
Fyrra er ein illveðursnátt
á vetri. Eg verði vaktur av
blonkum ljósi. – í kamar-
inum stendur pápi í olju-
klæðum við vakrari reyðari
amerikanskari lummalykt
við sterkum ljósi. Hann
kysti
meg,
gav
mær
lummalyktina, sum var dýr-
gripur í barnaeygum. Hetta
er eingin hvørvisjón, men
veruleiki. Hann segði frá, at
teir tóku nakað av ísi, tí
skipið var fult (107 tons)
undir lúkuna av feskfiski úr
Íslandi. Teir máttu sigla
áðrenn tað varð ljóst, tí
annars vóru teir noyddir til
Havnar
eftir
nýggjum
siglingarloyvi frá bretska
hervaldinum.
Hin frásøgnin er frá ferð í
Íslandi fyri 12 árum síðan.
Saman við vinmanni ferð-
aðist eg í tjaldi runt Eystur-
landið. Ein morgun vit
komu koyrandi frá norðan
komu vit framvið kirkjuna
á Bakkafirði. Har stóð
maður, ið var próstur fyri
Eysturlandið. Sum ungur
prestur var hann komin har
í 1942. Hann var blíður,
vísti okkum kirkjuna og
bjóðaði morgundrekka og
fór at siga frá sínum sam-
bandi við føroyingar.
Hann fortaldi, at undir
krígnum hendi tvær ferðir
at manning við skipara bað
um messu ella guðstænastu
áðrenn teir skuldu sigla
vandasjógv til Bretlands.
Báðu ferðirnar var tað sama
skipið við somu manning
og skipara. Skipið var
Boðasteinur og skiparin var
pápi.
Knappliga stóð tíðin still
og tað var andakt.
Einki er at ivast í at
Fuglafjørður
er
gomul
bygd. Prógvini eru fleiri.
Uttan iva er býlingurin við
Gjógvará eitt av elstu pláss-
unum í bygdini. Sverre
Dahl, sáli, skipaði fyri út-
grevstri har síðst í fimti-
árunum.
Í 7. bók av fróðskaparrit-
inum hevur Sverri áhuga-
verda frágreiðing. Hann
metir at elsti partur er frá
víkingatíðini, um ár 1000
og at fólk hava búð har
langt upp í miðøldina og
kanska longur.
Føroya Landsstýrið hev-
ur friðað økið sum forn-
minni.
Sverri er í síni frágreið-
ing sera keddur av at
grevsturin mátti halda upp-
at av ymiskum orsøkum:
pengatrot, – húsini hjá
Trónda, sum nú eru burtur,
vóru í vegin – toftirnar
hildu áfram inn undir vegin
og elsteyrar vóru í vegin.
Neyðugt varð at steðga
kanningunum
og
tyrva
økið. Men økið er varð-
veitt. Harmuligt er, at tílík-
ur søguskattur er fjaldur
undir oyruni.
Fuglafjørður er vinnu-
lívsbygd burturav. Men
sanniliga eisini ein mentun-
arbygd, ið skarar fram um
nógv onnur pláss við sínum
søguríka skipsfiskiskapi og
útróðri. Nógv burðardygg
vinna á landi við góðum og
vælriknum virkjum.
Og við sínum ríka tón-
leikalívi, serliga sangkórini
og góðu skúlarnar við teirra
útbúgvingarmøguleikum
og livandi ungdómi.
Eisini eru tiltøk framd at
varðveita eldri hús.
Fyri tjúgu árum síðan
skipaði bygdaráðið fyri, at
húsini hjá Mortan á Geilini
vóru umvæld í sínum upp-
runa sniði sum hús hjá út-
róðrar- og seyðamanni.
Men við lítlari og ongari
ogn.
Fyri stuttum var liðugt at
flyta og umvæla Høvdahús-
ini, sum elstu sethús í bygd-
ini.
Í huganum havi eg eina
vón, sum helst ikki bert er
ein dreymur. Vónin er at
fuglfirðingar taka lógvatak
saman við myndugleikum
og vinnulívinum í bygdini
og seta sær setningin, at
hesi fornminni við Gjógv-
ará enn einaferð verða
kannað og tað til lítar, at
hvør steinur og lutur verður
vendur og kannaður undir
leiðslu av okkara bestu
fornfrøðingum, sum eg veit
hava stóran áhuga fyri at
fáa alt økið endurgrivið.
Tá ið hetta er gjørt eigur
at verða skipað fyri at varð-
veita hetta fornfrøðisliga
plássið opið í einum sið-
søguligum umhvørvi sum
okkara eftirkomarar kunna
gleðast um og líta 1100 ár
aftur í tíðina og gleðast um
eina livandi framtíð.
Tí eins og nútíðin hvílir á
herðunum hjá teim, ið farin
eru, soleiðis verður fram-
tíðin at hava søguna sum
barlast og hvíla á herðunum
á nútíðini.
Her eigur Fuglafjarðar
Fornminnisfelag stóra tøkk
uppiborið fyri at skapa ans
og áhuga fyri hesum sam-
felag og umhvørvi, os kom-
andi ættarlið hava djúpfest-
ar røtur.
Hesum sigi eg tøkk fyri
við ynskinum um góðan
byrð í komandi tíðum.
Fólkafundur uppi á Skarði
Poula – gift við Hákun
Poulsen
Mortan á Geilini
Sverri Dahl
Andreas í Tøvuni
Georg hjá Sámal í
Lambanum
Hákun Poulsen
Víkingaútgrevsturin niðri við
Gjógvará í Fuglafirði.
Sólbjørn Jacobsen tók myndina
Kjartan Hoydal
heldur, at løgmaður
er lopin fram av, tá
hann ávarar ímóti
innihaldinum í
einum brævi til limir
í Átakinum Hesuferð,
sum kom á skeivar
hendur
HESUFERÐ
Eyðun Klakstein
Kjartan Hoydal heldur lítið
um ávaringina ímóti Átak-
inum Hesuferð, sum løg-
maður sendi út til fjølmiðl-
arnar hósdagin.
– Við orðalagi, so kaldur
gjóstur stendur frá, verður
ávarað ímóti, at fólk sam-
skipað eru ósamd við løg-
manni og hansara sjónar-
miðum um, hvussu farast
skal fram í sjálvstýrismál-
inum.
– Hetta kann ikki fatast
sum annað, enn at løgmað-
ur leypir á frælsið at skipa
seg og bera egin sjónarmið
fram.
Soleiðis svarar Kjartan
Hoydal skrivinum, sum
løgmaður hósdagin sendi út
um eitt teldubræv, sum
Kjartan Hoydal skrivaði til
limir í Átakinum Hesuferð,
men sum kom á skeivar
hendur.
Sendi til skeiv fólk
Tað var týsdagin, at Kjartan
Hoydal, sum er eitt av
oddafólkunum í Átakinum
Hesuferð, skuldi senda
teldubræv út til limir í átak-
inum.
Í hesum teldubrævi kom
hann við tveimum uppskot-
um um, hvussu átakið skal
arbeiða í heyst.
Annað uppskotið var at
mótmæla arbeiðsháttinum
hjá løgmanni, sum vil hava
framhaldandi samráðingar
við donsku stjórnina, og
hin var at fáa fleiri við-
merkingar um sjálvstýris-
málið í fjølmiðlarnar.
Trupulleikin var tó tann,
at teldubrævið av misgáum
varð sent nógv fleiri fólki,
enn Kjartan Hoydal ætlaði.
Onkursvegna kom brævið í
hendur á løgmanni, sum
beinanvegin
reageraði
ímóti brævinum.
Løgmaður
kendi
seg
stoyttan av uppskotinum
um at stríðast ímóti hansara
samráðingum við danir.
Anfinn Kallsberg sendi út
eitt skriv, har hann kallaði
innihaldið í brævinum fyri
skipaðan ágang ímóti sær,
og hann helt, at ætlaninar
hjá Hesuferð kundu fara at
forkoma
sjálvstýristil-
gongdini.
Lopin fram av
Kjartan Hoydal heldur, at
løgmaður er lopin fram av
við at senda bæði eina ávar-
ing og sjálvt teldubrævið út
til almenningin.
– Eg hevði skilt tað betur,
um tað var formaðurin í
Fólkaflokkinum,
sum
gjørdi hetta, men at tað skal
verða løgmaður er óskilj-
andi. Tað er óheppið, at
løgmaður fer út við eini
ávaring, sum er fullkomi-
liga óneyðug og sum byggir
á so tunt grundarlag, sigur
Kjartan Hoydal.
– Fólk fáa við ávaringini
hjá løgmanni eina fatan av,
at her er talan um eina stóra
og miðvísa kampanju ímóti
løgmanni, men soleiðis er
als ikki.
Kjartan Hoydal heldur, at
brævið til limirnar í Hesu-
ferð er einki øðrvísi enn
tað, sum fer fram innan all-
ar aðrar politiskar felags-
skapir.
Hava einki við
Hesuferð at gera
Føroya
mest
umtalaða
teldubræv í løtuni er sent
fólki, sum hava tilknýti til
Átakið Hesuferð, men tað
er eisini av misgáum sent
nógv fleiri fólkum.
Kjartan Hoydal heldur, at
tað er skeivt av løgmanni at
senda hetta teldubrævið út
til almenningin við øllum
móttakarunum á.
– Um eitt privat bræv av
misgáum kemur øðrum í
hendi enn tí, tað var ætlað,
man vanligur fólkasiður var
at bera sendaranum brævið
aftur og boða frá mistakin-
um, heldur Kjartan Hoydal.
– Tað harmar meg nógv,
at løgmaður sendir hetta
brævið út, tí fleiri av mót-
takarunum av teldubrævun-
um hava fingið brævið av
óvart og hava einki við
Átakið Hesuferð at gera.
Kjartan Hoydal:
Løgmaður leypir á
frælsið at skipa seg
– Tað er óheppið, at løgmaður
fer út við eini ávaring, sum er
fullkomiliga óneyðug og sum
byggir á so tunt grundarlag,
sigur Kjartan Hoydal
Kjartan Hoydal
sigur, at Hesuferð
hevur ongar
ætlanir um at
smoyggja sjónar-
mið niður yvir
fólk, sum ikki vilja
standa við tey
LESARABRØV
Eyðun Klakstein
Í teldubrævinum, sum
Kjartan Hoydal skrivaði
til limir í Átakinum
Hesuferð, skjýtur hann
upp, at fólk í Hesuferð
fara at gera fleiri við-
merkingar í persónlig-
um lesarabrøvum, sum
tey eisini gjørdu fram til
summarið 2000.
Og hann bjóðar eina
hjálpandi hond til tey,
sum hava hug at skriva
lesarabrøv.
– Eg geri gjarna upp-
skot til innihald í lesara-
brøvum, sum fólk kunnu
taka at sær, umskriva og
senda bløðunum, skrivar
Kjartan Hoydal.
Bara eitt tilboð
Ljóðar hetta ikki, sum at
tit vilja einsrætta við-
merkingar hjá fólki í
tykkara felagsskapi?
– Nei, als ikki. Hetta
er bara til tilboð um
hjálp til fólk, sum hava
ilt við at formulera tær
hugsanir, sum tey hava.
– Í einum og hvørjum
felagsskapi er tað ofta
ein minni bólkur, sum er
mest aktivur, og eg haldi
at, tey, sum duga at
skriva, skulu hjálpa hin-
um, sum hava eitt sindur
verri við at orða seg. Tað
er hetta, sum liggur í
mínum tilboði, sigur
Kjartan Hoydal.
Fólk sjálvi ábyrgd
Kjartan Hoydal skrivar í
famøsa teldubrævinum,
at Hesuferð hevur brúk
fyri
talsmonnum
og
kvinnum, sum kunnu
stíga fram og royna at
halda sjálvstýrismálið
burtur úr tí vaksandi val-
stríðnum til komandi
løgtings- og fólkatings-
val.
– Vit ætla á ongan hátt
at skriva viðmerkingar
fyri fólk, sum tey ikki
kunnu standa við. Eg
bjóði bara fólki eina
hjálp til at formulera
seg, og so eru tað tey,
sum
hava
endaliga
ábyrgdina av lesara-
brævinum og tí, sum
stendur í tí, sigur Kjart-
an Hoydal.
– Eg bjóði eina hjálp-
andi hond fyri at fáa eitt
neyðugt orðaskifti í lag,
har eisini fólk kunnu lut-
taka, sum hava ilt við at
formulera sínar hugsan-
ir.
Ein hjálpandi hond
C
M
Y
K
7
6