Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 165 - 29. august 2008 ] Avboð til U21 Tvær útskiftingar eru í hópinum hjá U21, sum í komandi mánað skal royna seg móti Aserbadjan og Grikkalandi. Pætur Jørgensen og Emil Nolsøe Leifsson, sum í løtuni umboða ávíkavist HB og KÍ verða ikki tøkir hjá venjarunum, Bill Mc. Jacobsen og Heðini Askham. Í teirra stað eru tiknir út Poul N. Poulsen, Skála, og Frank Poulsen, ÍF. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum. Foldgast fingið sáttmála Tað var eingin dansur á rósum hjá Peter Foldgast, tá hann í summar kom til EB/Streym. Íroknað UEFA-Cup dystirnar móti Manchester City spældi Foldgast við í fimm dystum hjá EB/ Streymi, og teir endaðu allir við tapi. Eftir summarsteðgin varð sagt, at danin nú var somikið illa skaddur, at hann og EB/ Streymur samdust um at ógylda sáttmálan, men heilt álvarsligur man skaðin tó ikki hava verið. Í øllum førum skrivar bold.dk í dag, at Foldgast hevur skrivað undir sáttmála við FC Vestsjælland, og har fegnast tey í øllum førum um nýggja spælaran, sigst. HB-B71: Stendur nógv á Í HB eru silvurmerkini aftur í eygsjón, meðan tað hjá sandoyingum skjótt er akuttur stigamangul Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast HB á stigatalvuni er nakað langt framman fyri B71, so verður tal- an neyvan um lætta uppgávu hjá siðvanda havnarfelagnum. Sandoyingar vóru annars fyri viku síðani í fullari ferð við at vinna seg úr botninum, men tvey tap á rað bera við sær, at trýstið á teimum nú er heilt stórt. Tí skulu stig helst á kontina nú, og so er tað líkamikið, um mót- støðuliðið eitur HB í Gundadali ella okkurt heilt annað. Til dystin hevur Eli Hentze allar sínar mans tøkar, og so er spurning- urin, um hann blandar kortini øðrvísi, enn hann gjørdi í Runavík í miðvikuni. Hjá HB er Fróði Benjaminsen framvegis ikki tøkur, men roknað verður við, at hann kann byrja venjingina aftur, meðan landsliðs- steðgur verður eftir hetta umfarið. Hinvegin er Milan Kuljic aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið leik- bann av sær, og so er spurningurin, um venj- ararnir velja at halda fram við liðnu, sum vann seinast, ella um Ólavur í Ólavsstovu noyðist at víkja fyri Kuljic. B68, sum eigur bestu útivallarúrslitini av øllum, fer hesa ferð at vitja toppliðið, sum higartil hevur vunnið fulla úrtøku á heimavølli Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo EB/Streymur er oddalið, sum hevur beina kós ímóti fyrsta FM heitinum. Odda- sessurin er ikki minst vunn- in orsaka av góðu úrslit- unum á heimavølli. Higartil hevur toppliðið spælt níggju ferðir á heimavølli í ár, og tað hevur skorist ógvuliga væl. Liðið hevur vunnið fulla úrtøku, og samantaldi málmunurin hjá EB/Streymi við Margáir er 26-8. B68 hevur seinastu vikur- nar støðugt tikið seg burtur frá hóttanini av niðurflyting. Tað kemst serliga av góðu avrikunum á útivølli. 1-0 sigurin í Gøtu mikukvøldið var sætta ferðin í ár, at tofta- menn vunnu fulla úrtøku á útivølli. So nógvar útivallar sigrar hevur einki annað lið vunnið. Tað vil við øðrum orðum siga, at nú eru tað besta heimaliðið og besta útivall- arliðið, sum bresta saman í Streymnesi. Hjá B68 vóru veteranarnir Øssur Hansen og Arnbjørn Danielsen ikki á liðnum mikukvøldið. Teir hava síð- ani summarsteðgin verið sera drúgvir á vongverjun- um. Øssur Hansen var skaddur, og Arnbjørn Dani- elsen var leikbannaður. Arn- bjørn verður á liðnum sunnudagin. Á Toftum verður vónað, at Øssur Han- sen eisini verður tøkur, men í dag ivaðust teir í, um hann verður førur fyri at spæla. Eftir fulla úrtøku tvær tær seinastu ferðirnar er fót- bóltslagið sera gott í Sunda- lagnum, har tað verður tos- að um lítið annað enn fótbólt og vánirnar fyri at vinna fyrsta FM heitið. Oddaliðið er væl trimm- að, og manningarliga stend- ur tað heilt væl til. Tann ein- asti av teimum, sum plaga at vera ímillum teir fyrstu ellivu, sum ikki var á liðn- um ímóti KÍ, var málverjin René Tórgarð. Gunnar á Steig hevur tvær tær sein- astu ferðirnar verið álitis- fullur millum stólparnar. Tá ið B68 13. apríl í 3. umfari vitjaði EB/Streym, var tað heimaliðið sum streyk avstað við øllum stig- unum. EB/Streymur vann ta ferðina 3-1 á toftamonnum. Bæði liðini eru væl fyri, tá ið ÍF fer at vitja við Løkin, har fuglfirðingar og NSÍ fyrr í ár vóru partar av eini tí mest dramatisku uppgerðini higartil Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá ið ÍF fer at vitja NSÍ munnu minnini frá mest dramatisku uppgerðini hig- artil í ár kveikjast hjá teim- um, sum vóru eygnavitni, tá ið NSÍ í 5. umfari, sum var á skránni 30. apríl, vann 3-2 á heimavølli ímóti ÍF. Dramatikkurin var serliga stórur síðstu løtuna, tá ið bæði liðini skoraðu, tá ið reyða kortið var á lofti, og tá ið ÍF í yvirtíðini misnýtti brotsspark. Tað er felags fyri bæði feløgini, at tey hesa seinastu tíðina hava havt undanvind. NSÍ hevur vunnið seg fram á silvurplássið, og ÍF hevur vunnið seg burtur frá størsta vandanum fyri at missa plássið í bestu deildini. At fuglfirðingar mikukvøldið megnaðu fulla úrtøku ímóti B36 hevur sjálvsagt styrkt um sjálvsálitið. Undan oyggjauppgerðini eru bæði feløgini eisini manningarliga væl fyri. Hjá NSÍ er Jóhan Troest David- sen tøkur aftur, eftir at hann mikukvøldið sat leikbannið av sær, sum útvísingin á Toftum sunnudagin var orsøk til. Allir hinir spælar- arnir eru tøkir. Eisini Øssur Dalbúð, sum endaði á skaða- stovuni á Landssjúkrahúsin- um mikukvøldið. Jens Joensen var vinstri vongverji mikukvøldið. Tað plássið fer Aco Pandurovic at røkja sunnudagin, tá ið Jóhan Troest Davidsen aftur verður undir liðini á Óla Hansen í miðverjuni. Hjá ÍF fegnast Albert Ellefsen og spælararnir um fyrsta sigurin síðani venj- araskiftið. Tað er kapping um plássini. Áki Petersen og Jonn Thomsen hava ver- ið uttanfyri í fleiri umfør. Mikukvøldið var tað Knút Vesturtún, sum røkti mið- verjuplássið undir liðini á Bartali Eliasen. NSÍ-ÍF Minnini eru heilt dramatisk EB/Streymur-B68: Hagtalsligur samanbrestur Toftamenn eiga besta útiliðið í Formula-deildini. Men um tað er nóg mikið móti EB/ Streymi við Margáir er so ein heilt onnur søga