Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2008 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Næst seinasta mánadag fór Heidi Andreasen saman við venjara sínum, Kristian Martini Joensen, til Thailands á venjingarlegu, áðr­ enn leiðin gongur til Beijing OL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 6. september verða Para­ lympisku leikirnir settir og tá verður Merkið vundið á stong saman við 144 øðrum fløggum. Heidi Andreasen umboð­ ar Føroyar á leikunum. Hon skal svimja 50, 100 og 400 m frísvimjing og 200 m blandað. Hetta er triðja ferð­ in, at Heidi er við á leikun­ um, og tær báðar undanfarnu ferðirnar hava úrslitini verið framúr. Mánadagin fóru Heidi og Kristian Martin til Thailands saman við svenska landslið­ num, sum Heidi eisini hev­ ur verið á venjingarlegu við áður.. Har fáa svimjararnir vant seg vid tíðarmunin og veðrið. Og sjálvsagt fara tey at venja í 50 metra hyli. Síðani fara tey beinleiðis til Beijing. Í svimjihøllini er pláss fyri 17.000 áskodarum, og helst verður fullsett, tí áhug­ in fyri svimjingini er ómeta­ liga stórur, verður sagt. Merkið á stong um eina viku Í hesum døgum er Heidi á venjingarlegu í Thailandi, har seinasta fínpussingin undan OL- luttøkuni skal greiðast Víkingarnir eru fullmannaðir, tá teir skulu aftur á beint. Hjá B36 er talan framvegis um manfall FótbóLtur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu vikurnar hevur verið líkt til, at dysturin um silvurmerkini í Formula­ deildini skuldi standa mill­ um B36 og Víking. Bæði tvey taptu tó í mið­ vikuni, og tí ræður um at fáa fulla úrtøku hesaferð, um fokus framvegis skal haldast á silvurinum. Hjá Víkingi var tapið móti B68 tað fyrsta í átta umførum, og teir siga seg vilja aftur á beint sum skjót­ ast. Og til uppgávuna kann Anton Skoradal stilla við sterkasta liði. Einasti spæl­ arin, sum hevur verið iva­ samur, er Sølvi Vatnhamar, sum endaði dystin miku­ kvøldið haltandi. Men hann royndi at renna aftur í gjárkvøldið, og hetta gjørdi hann uttan trupulleikar, eru boðini úr Sarpugerði. Hjá B36 hevur mannfallið verið stórt seinastu vikurnar, og tað er lítið batnað undan sunnudegnum. Klæmint Matras hevur framvegis leikbann eftir reyða kortið, sum hann fekk móti Skála, og enn er Súni Olsen ikki førur fyri at spæla. Hinvegin eru batar at hóma hjá Sam Malson og Inga Højsted. Enski áleypar­ in kom eisini á vøllin í tapinum í Fuglafirði, meðan Ingi Højsted hevur vant við fullari ferð í vikuni. So tað røkist kanska fyri, at teir báðir tveir eru partur av hópinum, sum fer til Gøtu sunnudagin. Víkingur-B36: Brak í Sarpugerði UEFA­Cup vinn­ ararnir úr Pæt­ ursborg skulu kappast við Real Madrid og Juventus um at koma víðari úr bólki H í Champi­ ons League FótbóLtur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Lutakast var til bólka­ spælið í Champions Lea­ gue í gjár. Og í Danmark er fagnaðurin stórur, eftir at AaB kom í bólk við meistarunum úr Man­ chester United. Nakað sum heilt víst merkir full­ sett stadion til tann heima­ dystin. Hartil eru mót­ støðuliðni hjá AaB spanska Villarreal og skotska Celtic. Mest spennandi bólk­ urin tykist tó vera bólkur H. Ikki bara eru tað tey bæði siðvandu stór­ feløgini, Real Madrid og Juventus, sum skulu kapp­ ast um at koma víðari. Saman við teimum er eisini russiska Sankta Pætursborg, og tí skulu spanska og italska stór­ felagið als ikki kenna seg vís í nøkrum sum helst. Bólkarnir í Cham­pions League eru annars hesir: Bólkur A Chelsea AS Roma Bordeauc CFR 1907 Bólkur B Inter Werder Bremen Panathinaikos Famagusta Bóllkur C Barcelona Sporting Lissabon Basel Shakhtar Donetsk Bólkur D Liverpool PSV Eindhoven Marseille Atletico Madrid Bólkur E Manchester United Villarreal Celtic AaB Bólkur F Olympique Lyon Bayern Munchen Steaua Bukarest Fiorentina Bólkur G Arsenal Porto Fenerbache Dynamo Kiev Bólkur H Real Madrid Juventus Zenit St. Pætursborg BATE Borislov Bólkur H verður krúttunnan B36 hevur tvær ferðir vunnið á Víkingi í ár. Tá varð tó spælt í Gundadali, og í Sarpugerði vilja víkingarnir hava uppreisn