fríggjadagur 29. august 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 165 - 29. august 2008
tíðindi
Samrøða
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
25 ára gamli Heini í Skorini
trummar eitt sindur rastleys
ur fingrarnar í borðið. Eini
10 minuttir eru farnir, síð
ani hann bílegði sær eina
sandwich, og hann er við at
ótolnast. Og tað er ikki bara
tí, at hann er svangur.
Eftir seks mánaðir í ein
um av heimsins brennidepl
um í Ísrael, Vestara áarbakka
og Gaza, hevur ungi havnar
maðurin eitt sindur ilt við at
venja seg við avslappaða
liviháttin í Føroyum.
Ikki tí bumbuhóttanir
eru nakað at leingjast eftir,
men tá tær eru partur av
gerandisdegnum, kann onki
bíða til í morgin. Eitt tað
fyrsta, eg legði til merkis í
Miðeystri var, hvussu ófati
liga intenst fólk liva. Tey
ganga upp í alt við lív og
sál og arbeiða, ballast, kjak
ast, dansa og eru í gongd
mest sum alt døgnið runt.
Ofta hugsaði eg: Nær hund
an sova tey?, sigur Heini í
Skorini og roynir at fáa
eyga á ein tænara.
Tá man so situr aftur her
í Føroyum, har alt gongur
fyri seg í slow motion, fær
man eina sníkjandi kenslu
av, at lívið bara fer framvið.
Hinvegin er hatta jú ein luks
uskendur tanki, tí prísurin,
tey gjalda fyri at liva her og
nú, er jú hóttanin um, at
teirra lív er sprongt í túsund
pettir í morgin, sigur Heini í
Skorini og hyggur hugs
unarsamur fram fyri seg.
Tað vísir bara, hvussu
ótrúliga langt náðileys polit
isk stríð grípa inn í lívið hjá
milliónum av heilt vanligum
menniskjum. Hjá heilt ófati
liga nógvum í grundini. Og
tað kann man ikki bara
ignorera.
Í fremstu røð
Heini í Skorini kann í hvussu
er ikki. Tí fór hann einaferð
í heyst undir at kanna møgu
leikarnar fyri at gerast starvs
lesandi á eini danskari sendi
stovu í Miðeystri sum lið í
síni útbúgving. Frá sendi
stovunum í Beirut og Teh
eran var svarið, at tey ikki
høvdu tikið móti starvsles
andi síðani Muhammed
kreppuna, tá sendistovurnar
har vórðu álopnar og onnur
brend í grund. So var Ísrael
eftir, og eftir eina starvssam
røðu umvegis Skype í okto
ber fekk Heini í Skorini játt
andi svar frá politisku deild
ini á sendistovuni í Tel Aviv.
Áhugin hjá Danmark í
politisku gongdini í Mið
eystri hevur neyvan nakran
tíð verið størri. Tí var hetta
ein ótrúligur møguleiki at
sleppa at eygleiða eitt av
heimsins mest fanatisku
religiónskríggjum
frá
fremstu røð og vónandi
kanska eisini skilja tað betur,
sigur Heini í Skorini.
Um tað yvirhøvur ber til
at skilja eitt slíkt stríð. Tí,
sum Heini í Skorini vísir á,
tykist tað ikki, sum nakar
endi er á teimum ræðuleik
um, sum áhaldandi hava
herjað Miðeystur ígjøgnum
søguna og gera tað enn í
dag. Meðan tað er eydnast
Europa og serliga Norður
londum at etablera seg sum
liberal fólkaræði, síggja vit,
hvussu harðrend prestastýri,
fundamentalisma, kvinnu
kúgan, yvirgangur, mangl
andi skrivi, talu og trúar
frælsi framvegis hvønn dag
elva til endaleysa líðing og
neyð hjá milliónum av
menniskjum í Miðeystri.
Síðani Ísrael varð stovn
að í 1948, og serliga síðani
Eysturjerusalem varð her
tikið í 1967, er landið vorð
ið ein vígvøllur í stríðnum
móti grannalondunum. Tað
er eins og alt gamla Palest
ina er dømt til stríð, og mang
an spyr man seg sjálvan,
hvat ólukkan hevur gingið
galið, sigur Heini í Skorini,
sum skjótt fekk sjón fyri
søgn.
Tá grannin er svakur
Stutt eftir, at hann var byrjað
ur á sendistovuni, fekk frið
artilgongdin enn eitt skot
fyri bógvin, tá ein sjálv
morðsbumbumaður
frá
Hamasrørsluni, ið ræður í
Gaza, slóð til sunnast í
Ísrael. Sjálvmorðsbumban,
ið var tann fyrsta frá Hamas
í fýra ár, gjørdist harvið
byrjanin til enn eina røð av
atsóknum, har Ísrael so
svaraði aftur við ógvusligum
luftálopum.
Og á sendistovuni í Tel
Aviv sótu Heini í Skorini
og hini og eygleiddu stríðið
og rapporteraðu til danska
Uttanríkismálaráðið,
so
hvørt, bumbur og rakettir
geltu. Men, sum hann sigur
– tíðindini, sum fóru til
danska Uttanríkismálaráðið
og restina av heiminum,
vóru sum altíð sjálvsagt
bara ein partur av myndini.
Veruligi sorgarleikurin
er, at hvør einasta bumba er
eitt prógv um, hvussu dyggi
liga hetta stríðið hevur for
kvaklað hugsunarhátttin hjá
hesum menniskjunum, sum
eftirhondini ikki duga at
ímynda sær, at tað kann
vera øðrvísi. Tí fyri hvørja
einastu bumbu, sum brestir,
brestir eisini enn ein vón
hjá enn einum menniskja,
til tað ikki longur hevur nak
að at hava vónina í, sigur
Heini í Skorini, sum kortini
á ongan hátt góðtekur hetta
sum eina rættvísgering av
ella umbering fyri hatrið og
harðskapin í Miðeystri.
Nei, onki kann nakrantíð
umbera harðskap, hvørki í
Miðeystri ella nakra aðra
staðni. Men um grannin hjá
tær er svakur, verður tú
noyddur at fyrihalda teg til
tað. Og ert tú so óheppin at
búgva í einum øki, har
grannin tveitir bumbur og
rakettir eftir tær, snýr alt
seg um at yvirliva, antin tú
ert palestini ella ísraeli. Ert
tú hartil sannførdur um, at
fremsta
missiónin
hjá
granna tínum er at útsletta
teg og tíni, verður tað eitt
endamál í sær sjálvum at
skaða hann mest møguligt,
áðrenn tú sjálvur gongur til
grundar. So ræðandi einføld
gerst myndin – í øllum
førum, tá tú stendur mitt í
harðast raktu økjunum.
Heini í Skorini:
Gjørdist vinur við fu
- Míni vinfólk í Miðeystri vóru bæði
intelligent og kærleiksfull, men eisini
djúpt fundamentalistisk. Og eg skilti
tey væl. Var eg í teirra støðu, varð eg
uttan iva líka víðgongdur, sigur Heini
í Skorini, sum í seks mánaðir hevur
eygleitt stríðið í Miðeystri frá fremstu
røð
- Tá hatrið fær eitt andlit, og víðgongdir hermenn gerast
tínir vinir, fært tú ikki longur kveistra tey burtur sum
ørvitisknokkar, sigur Heini í Skorini, sum í seks mánaðir
hevur ferðast runt í krígsherjaðu økjunum í Ísrael, Gaza og
á Vestara Áarbakka
Mynd: mureldur