Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2008 41 lýsingar KUNNGERÐ um broytingar í bygdarskipanini og byggisamtyktini fyri Vestmanna Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt 13. mai 1992, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð á fundi 26. august 2008 hevur samtykt at gera broytingar í bygdar- skipanini og byggisamtyktini fyri Vestmanna. Størri broytingar í bygdarskipanini • striking av havnarøki á Grønanesi • víðkan av havnarøki á Heyganesi og við nýggja havnarlagið • alment frítíðarøki Úti á Toft • alment frítíðarøki í Flatabø • striking av øki til almennar stovnar í Vestri og tilsvarandi víðkan av sethúsaøki • víðkan av vinnuøki við Hornaveg • alment frítíðarøki rundan um hylin innanfyri nýggja havnarlagið • broytingar og tillagingar av miðstaðar- og havnarøki Undir Holmabakka • víðkan av frílendinum omanfyri skúlan í Frammbø • broyting av ætlaðum vegi og sethúsaøkjum omanfyri Rógvu • burturtøka av ætlaðum gongugøtum í Garðastovubønum og ímillum Gerðisveg og Rógvuveg • nýtt parkeringsøki í Garðastovubønum • broyting av sethúsaøkjum og víðkan av frílendum á Fitjum • broyting av ætlaðum vegi til sethúsaøki ímillum Leitisveg og Ovara Veg • víðkan av sethúsaøki við Leitisveg • nýggj økir til frítíðar- og summarhús, húsvognar og tjalding uttanfyri Fossá ímillum Ovara Veg og Niðara Veg og á økinum niðanfyri landsvegin Inni á Fjørð Harafturat eru smærri tillagingar gjørdar í bygd- arskipanini og tillaging og dagføring av byggi- samtyktini. Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá 3. til 24. september 2008 – báðir dagar íroknaðir. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, sum skulu vera skrivlig, skulu verða Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi 3. desember 2008. VESTMANNA KOMMUNA Bakkavegur 16 | Postboks 91 | 350 Vestmanna Íbúð ynskist Íbúð ynskist til leigu í Havn frá 1. desember til eldri mann. Eri friðarligur og fari væl um. Ring á tlf. 211322 DAGRØKTARI til Leirvíkar kommunu Dagrøktarskipanin í Leirvíkar kommunu søkir eftir dagrøktara, at byrja tann 01.oktobur 2008. Vit ynskja, at tú • Hevur góðar umstøður at hava børn bæði inni og uttanfyri. • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt. • Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum. • Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni. • Ert tolin og vísir umsorgan. • Hevur hegni og áhuga í at menna børnini. • Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar. Í dagrøktarskipanini starvast 11 dagrøktarar, ein námsfrøðingur í spælistovuni og ein leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 44. Ein fastan dag um vikuna eru 3 dagrøktarar saman við børnum í spælistovuni og 1,5 tíma um vikuna eru allir dagrøktarar ísenn við børnunum í fimleikarhøllini. Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 – 17.15. Lønin er sambært sáttmála við FA. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf. 443251 ella á 743251 og tosa við dagrøktar- leiðaran. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.sept. 2008 kl. 12.00. Vinarliga send umsókn tygara til. Leirvíkar Kommunu Dagrøktarskipanin Postboks 42 FO-520 Leirvík Vaskifólk til Runavíkar skúla Søkt verður eftir vaskifólki, til skúlan í Runavík at byrja 8. sept. 2008, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin. Skrivlig umsókn skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi 4/9-2008. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til skúlavørðin á tlf. 213436 Runavíkar Kommuna Postboks 139 · Heiðavegur 26 · FO-610 Saltangará Runavíkar Kommuna Søkt verður eftir 1 skrivstovufólki til Útlendingastovuna at byrja 1. oktober 2008 ella skjótast til ber. Starvið er fulltíðarstarv. Um starvið : Høvuðsuppgávurnar verða at : • hava ábyrgd av og føra journalina • hava dagligu fíggjarumsitingina á stovninum • hava um hendi alt vanligt skrivstovuarbeiði Førleiki Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving ella royndir. Umsøkjarin skal hava góð samstarvsevni, vera ábyrgd- arfullur og røkin, kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava áhuga í at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarin skal hava góðan málkunnleika í føroyskum, duga enskt og hava góðan telduførleika. Løn og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal sendast til: Útlendingastovuna c/o Løgmálaráðið Boks 159 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Útlendingastovuni í hendi í seinasta lagi 15. september 2008 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gurið Joensen, stjóra, á tlf. 220235 Ú T L E N D I N G A S T O V A N Skrivstovustarv á Útlendingastovuni Um Útlendingastovuna Útlendingastovan er nýskipaður stovnur undir Løgmálaráðnum. Stovnurin gevur ummæli til danska Udlændingeservice uppá um- sóknir um familjusamanføring, arbeiðs – uppihaldsloyvi frá útlend- ingum, sum ynskja at koma til Føroyar. Stovnurin fer eisini at veita útlendingum í Føroyum kunning um rættindi og skyldur í samband við uppihald teirra í Føroyum. Á stovninum koma í fyrstu syftu at starvast 4 fólk : stjórin, 1 fulltrúi, 1 málsviðgerði og 1 skrivstovufólk. Sos a u veitst tú ikki tað? -har tað hendir Sunnudagsskúli í Hoyvík Hvønn sunnudag klokkan 11 er sunnudagsskúli í Hoyvíkar kirkju. Tú ert eisini vælkomin at verða við. Vegna sunnudagsskúlan í Hoyvíkar kirkju Snorri Brend (fartlf. 598599)