fríggjadagur 29. august 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 165 - 29. august 2008
lýsingar
Starvsfólk søkist
Søkt verður eftir krambafólkið til at arbeiða
kvøldvaktir og náttarvaktir í Kiosk Activ,
J. Broncksgøtu at byrja skjótast gjørligt.
Eisini sóknast vit eftir vaskifólki.
Nærri fæst at vit við at ringja
á tlf. 73 37 41
Kongabrúgvin | 100 Tórshavn | Tel. 311731
Søkt verður eftir krambakvinnu
til handil okkara.
Arbeiðstíðir:
Mánad. – hósd. ...................kl. 12.00-17.30
Fríggjad. .............................kl. 12.00-18.00
Annan hvønn leygard. .........kl. 10.00-14.00
1. leygard. í mánaðinum .....kl. 10.00-16.00
Skrivlig umsókn at senda til:
Sp/f Niels L. Arge
Kongabrúgvin
Postsmoga 169
110 Tórshavn
Krambakvinna søkist
Námsfrøðingur til
Frítíðarstovuna í Látipípuni
Søkt verður eftir námsfrøðingi til Frítíðarstovuna
Látipípuna í Vestmanna at byrja 1. oktober ella eftir
nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.
Um eingin námsfrøðingurin søkir, verður hjálparfólk
sett í starvið.
Vit vænta, at:
x tær dámar at vera saman við børnum, og at tú
dugir at síggja styrkirnar hjá hvørjum einstakum
barni
x tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
x tú hevur góð samstarvsevnir
x tú ert opin og erlig/-ur í samskiftinum við onnur
Vit kunnu bjóða:
x ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við góðum
møguleikum fyri túrum í á, haga og fjøru
x ein stovn, har dentur verður lagdur á alla tíðina
at menna arbeiðið við børnunum
x ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum
avbjóðingum
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Núverandi setanarstaður er Látipípan. Setanarøkið
er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Vestmanna Kommunu á tlf. 470 110 ella Einu
Andreasen, leiðara, á tlf. 230 145.
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og
viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í hendi í
seinasta lagi mikudagin 3. september 2008 kl. 12.
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
355 Vestmanna
Látipípan er ein stovnur við útbarnagarði til 5-7 ára gomul børn og
frítíðarstovu til børn í 1.-2. flokki.
Frítíðarstovan er inni á Fjørð – tætt við Fossá, fjøruna og sandin.
Dentur verður lagdur á at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar
saman við javnaldrum, og at læra tey at virða hvønn annan.
Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku í vøkrum náttúruumhvørvi
millum Hórðará og Gjógvará – tætt við hagan.
Dentur verður lagdur á at geva børnunum upplivingar úti í
náttúruni, og at búgva tey til at fara í skúla.
Endurlýsing
Fíggjarleiðari á
Fróðskaparsetrinum
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Seturs-
skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum, at
byrja 1. oktober 2008 ella skjótast til ber.
Starvið
Fróðskaparsetur Føroya er ein hægri lærustovnur í
støðugari menning. Tann 1. august 2008 varð nýggj
lóg um Fróðskaparsetur Føroya sett í gildi. Við hesi
lóg eru Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og Læraraskúlin
lagdir saman við Fróðskaparsetrinum.
Setursskrivstovan fær væntandi ein týðandi leiklut í
samanleggingini, og saman við leiðsluni á Fróð-
skaparsetrinum kemur tú miðvíst at arbeiða við hesi
tilgongd.
Í samstarvi við leiðslu og fyrisiting á Fróðskapar-
setrinum fert tú millum annað at hava ábyrgdina av
hesum uppgávum:
• ráðgeva leiðsluni í fíggjar-, lønar- og
roknskaparviðurskiftum
• samskifti við Fíggjarmálaráðið
• gerð av fíggjarætlan og roknskapi
• eftirlit við rakstri
• orðing av mannagongdum á fíggjarøkinum
Førleikakrøv og persónurin
Vit vænta, at tú hevur:
• viðkomandi prógv frá hægri lærustovni ella
drúgvar royndir innan fíggjar- og roknskaparøkið
• evni at raðfesta og tilrættisleggja arbeiðið
• góð samstarvsevni
• áhuga í útbúgvingarviðurskiftum
• góðan førleika innan KT-økið
• evni at laga teg til broyttar arbeiðsumstøður.
Setanartreytir
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er lønt eftir
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, ævisøgu (CV) v.m.
skulu vera Fróðskaparsetrinum í hendi í seinasta
lagi týsdagin 2. september 2008.
Umsóknir skulu sendast til:
Fróðskaparsetur Føroya,
Setursskrivstovuna
J.C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
FO-110 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Rúnu Hjelm, setursskrivara á tlf. 55 25 04 ella t-
post: runah@setur.fo
SETURSSKRIVSTOVAN · WWW.SETUR.FO · SETUR@SETUR.FO
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Til leigu
Handilshølir & skrivstovuhølir til leigu frá
1. sept. 2008. Handilshøli á uml. 110 m2.
Skrivstovuhøli frá 50 m2 – 600 m2, eftir ynski.
Tlf. 505900