fríggjadagur 29. august 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2008
39
tíðindi
vindeygum troka seg saman. Bert
ein vegur fer gjøgnum bygdina
og endar niðri á keiðini, har
eini 10 smáir plastbátar liggja
uppi á landi. Kortini hevur Port
de Valdemossa bæði matstovu
og barr. Eg og Bárður stuðlaðu
matstovuni við at keypa okkum
tann spanska rættin paella
og eina kalda San Miguel øl
afturvið. Nógv hús stóðu tóm og
eg hugsaði við mær sjálvum, at
tað eru ikki bara føroyingar, sum
hava trupulleikar við at fáa fólk
at støðast á avbyrgdum støðum.
Aðrir turistar høvdu sjálvandi
eisini funnið henda goymda blett.
Onkur snorklaði í livandi bláa
havinum og aðrir lógu og sólaðu
sær. Upprunaliga er Port de
Valdemossa ein gamal lumpibýur
ella dupultbýur. Tann “rætti“
býurin er fjallabýurin Valdemossa.
Við havsíðuna á Mallorka liggja
hesir lumpibýir, sum byrja við
Port t.d. Port de Valdemossa, Port
de Sollér, Port d`Andrax og Port
d´Alcudia. Røttu býirnir eita so
Valdemossa, Sollér, Andrax og
Alcudia. Teir liggja longri inni í
landinum og betri goymdir. Hetta
er ein leivd frá gamlari tíð, tá ið
Mallorka í tíð og ótíð var álopin
av sjórænarum. Vónin var, at
sjórænararnir ikki funnu røttu
býirnar, men bert hildu seg til
at ræna lumpibýirnar. Eg fór at
hugsa, um føroyingar í gamlari
tíð hava vitað um hesa loysn.
Føroyska landslagið er tó lítið og
nakið. Tað hevði verið torført at
havt goymdar bygdir í Føroyum.
Vit og Chopin
Restina av degnum vitjaðu vit
aðrar hugnaligar býir, eitt nú
romantiska fjallabýin Valde
mossa, sum er vakrasti býur
á oynni. Turisman í Mallorka
byrjaði í hesum býi, tá ið kenda
tónaskaldið Frédérik Chopin og
hansara elskarinna rithøvundurin
George Sand búðu har ein myrkan
vetur í 18381839. Tey leigaðu
nøkur kømur í einum gomlum
klostri. Lokalu íbúgvarnir royndu
at umganga tey og tey høvdu
eina elendiga feriu, sum Sand
skrivar í síni bók “Ein vetur á
Mallorka”. Bókin hevur lítið gott
at bera fólkinum á oynni, men
lovprísar vøkru náttúruni. Bókin
fæst í øllum handlum í Mallorka.
Okkara feria var tó alt annað enn
elendig. Mallorka er avgjørt verd
at vitja, sjálvt um hon er sprenfull
við turistum. Tveir sera vælnøgdir
og nakað væl brúnari føroyingar
sótu í Atlantic ávegis til Føroyar
sunnukvøldið tann 20. juli. Bárður
læs nú Camillu Läckberg og eg
Lizu Marklund. Lagið á Bárði var
avbera gott, hann hevði sett seg
væl til rættis við kalvados, kaffi
og eini cadbury sjokolátu. Eg
mátti geva H.C. Andersen rætt
í, at at ferðast er at liva, men
tað er eisini gott at koma heim
aftur. Vit komu til Føroyar, júst
tá ið sólin var á veg niður. Tað
var ikki eitt skíggj at hóma og
himmalin brendi allur, sum hann
var. Síðsta sólarljósið speglaði
sær í havinum og á veingjunum
á flogfarinum. Vit sóu allar
oyggjarnar heilt frá Suðuroynni til
Norðuroyggjar, tað var himmalskt.
Dagin eftir legði mjørkin seg sum
eitt lok yvir Havnina.
Ein av mongu strondunum í Mallorka
Eg njóti bergtakandi náttúruna uppi í fjøllunum