Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 tíðindi Nr. 165 - 29. august 2008 - 2. partur Sveittandi mannahópar Strondin var beint við hotellið og eg og Bárður avgjørdu at royna hana eftir óhepnu hendingina við svimjihylin, har ein flóðalda skolaði inn yvir okkum, tá eitt stórt og trivaligt konufólk leyp á bláman. Á strondini lógu turistarnir dagin á tamb. Tann tóma hvíta sandstrondin broyttist longu kl. 9.00 á morgni til eitt hav av turistum. Sum dagurin leið komu bara fleiri til. Hesin stóri hópur av sveittandi og meira ella minni naknum mannakroppum minnir meg mest um náttúrufilmar um yvirstórar kópahópar, sum savnast á klettum ella á onkrari strond. Yann Arthus-Bertrand, sum hevur myndað heimin frá luftini, hevur eina mynd av fleiri 1000 kópum, sum liggja og bóltast oman á hvørjum øðrum. Mannahóparnir lógu har á sama hátt og rullaðu og rembdust i hitanum. Eg og Bárður lógu sjálvandi eisini og sveittaðu, eg var um at kódna, men royndi at gloyma meg burtur í Camillu Läckberg. Bárður var nú í stak góðum lag og helt tað vera sera áhugavert at síggja alla ta útgerð, sum serliga barnafamiliur høvdu við sær. Har vóru kølitaskur, parasollir, ketjarar, beach wolleybóltar, fótbóltar, snorkil og svimjiføtur, luftmadrasssur, luftdelfinir, lufthávar, lufthvalir, luftringar, luftbóltar, luftsetur, luftsengur, luftgummibátar...tað var eingin endi á hugflognum. Alt kundi blásast upp til onkran spennandi luftform. Hesar familiur komu oman á strondina í stórum stíli við allari luftútgerðini undir armunum, sum skuldu tær í kríggj. Síðsta dagin áðrenn vit skuldu heim, var eg spurd av einum týskara, um eg vildi keypa alt hansara luftarsenal fyri bara 10 euro. Tey skuldu avstað næsta dag. Høvdu vit ikki eisini skula avstað, hevði eg óivað tikið av tilboðnum. Einki er meira avslappandi enn at liggja á einari luftmadrassu á havinum. Kenna lívið á aldunum skvatla undir sær og sólina hita kroppin....inntil onkur villur tannáringur sjálvandi sendir ein svimjibólt beint í høvdið á tær, ella onkur skjóttgangandi bátur fer drønandi framvið, so aldurnar verða í so lívligar og fáa teg at detta av madrassuni í stórum sjokki. Ferðin niðan í fjøllini Vit tímdu ikki bara at liggja og sveitta undir sólini í tvær vikur og avgjørdu at leiga ein bil og gera okkara egnu rannsóknarferð. Vit fingu ein fittan himmalbláan Fiat Panda, sum skuldi koyra eftir fjallalendinum á suðurvest- ursíðuni upp til norðursíðuna. Bárður skuldi sjálvandi koyra og eg var kortpassari. Hetta við bilinum vísti seg at vera eitt avbera gott hugskot. Vegirnir eru væluppmerktir so sjálvt ein miðalhampakortpassari sum eg kundi peika, nær vit skuldi til vinstru og høgru. Landslagið var bókstaviliga bergtakandi. Vit koyrdu niðan í fjøllini eftir smølum, knortlutum vegum, sum lættliga smoygdu sær um bratta fjallalendið. At koyra til Norðadals í kava ella mjørka tóktist bráddliga sera lætt. Niðanfyri vegin var steyrrætt. Hvítu mildu sandstrendurnar hvurvu og vóru avloystar av stórum køldum brimbardum klettum. Havið var ikki longur asurblátt, men hevði fingið ein kaldari myrkabláan lit. Tað vísti seg, at vit vóru avgjørt ikki tey einastu, sum vildu koyra eftir suðurvestursíðuni. Bæði aftanfyri og frammanfyri okkum koyrdu aðrir pandabilar. Í Mallorka er eingin blettur órørdur av turistum, helt Bárður speiskur. Vit koyrdu oman til eina lítla bygd Port de Valdemossa, sum av sonnum var ein avbjóðing fyri Bárð. Vegurin var smalur og brattur og snúi seg sogliga sum ein lang og kløn slanga oman eftir fjallinum. Hóast tað vissuliga bert kundi koyra ein bilur í senn á vegnum, var hann uppmerktur til tveir bilar og tað vóru bara vendipláss, har sum vegurin bráddliga snaraði. Við tunguni mitt í munninum og eini ferð á 20 km/t eydnaðist tað Bárði at skríða oman í bygdina. Eitt kavaævintýr úr Mallorka Eg hugsaði við mær sjálvum, hvussu í allari verðini tey klára at koma oman og niðan í kava, men hugsaði so aftur, at tað ikki kavar ofta á Mallorka. Hetta minti meg á eina sera rørandi søgu, eg fekk fortalda um ein Prins frá Mallorka, sum var forelskaður í eini sera vakrari bóndadóttir úr einum køldum landi lang burtur. Gentan flutti til Mallorka við prinsinum, men henni longdist illa eftir kavanum, sum um vetrarnar plagdi at prýða hugnaliga bóndagarðin og øll trøðini rundan um. Prinsurin lovaði henni gull og grønar skógir, men einki bagdi. Uttan kavan var gentan heilt fyri ongum. Óeydnusom avgørdi hon at flyta heim aftur til bóndagarðin. Nú er tað soleiðis, at Mallorka er kent fyri sín mandluútflutning. Tá ið mandlutrøðini eru búgvin, spretta vakrar snóhvítar blómur úr trøðunum og frá luftini sær tað út sum um, at oyggin er klødd við kava. Nógvir turistar koma til oynna um hesa tíð fyri at síggja hesa ævintýrakendu vøkru sjón. Sum eina seinastu loysn fann prinsurin uppá at planta mandlutrøð alla staðni rundan um slott teirra. Serliga uttan fyri sovikamarið hjá teimum plantaði hann fleiri 1000 mandlutrøð. Seint á vetri, tá ið gentan hugtung skuldi fara frá prinsinum, vaknaði hon og hugdi ovfarin út gjøgnum vindeyga. Uttan fyri sá hon tað vakrasta kavaklædda landslagið, hon nakrantíð hevði upplivað. Hvítu blómurnar vóru sprotnar og dansaðu sum kavaflykrur eftir øllum mandlutrøðunum. Gentan gjørdist so ovurfegin av hesi sjón, at hon var verandi hjá prinsinum. Lumpibýir Komin oman til Port de Valde- mossa máttu vit ásanna, at bygdin liggur ógvuliga væl goymd frá høvuðsvegnum longri uppi. Bygdin er á stødd við Tjørnuvík, har sandgul hús við fløskugrønum Hetta er lívið Eftir nakrar dagar sveittandi undir sólini avgera Bárður og Durita at fara niðan í svalligu fjøllini. Tey renna seg í lumpi- býir og ævintýr um kavalongs- ul. Koyriførleikarnir hjá Bárði standa av sonnum sína roynd Ferðafrásøgn Durita Lamhauge Jóansdóttir Gøta í hugnaliga býnum Valdemossa Ævintýrakendur havi