fríggjadagur 29. august 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2008
37
fyri at sigla. Tí tørvaði henni
onkran at fylgjast við.
Hesa uppgávu fekk Dorthea
gjøgnum beiggja sín Hans
Marius, sum tá fiskaði við einum
trolara út frá Canso í Nova Scotia
saman við Sigurd.
Dorthea hoyggjaði í Koltri, tá ið
mamma hennara fekk eitt bræv,
ella kanska hevur tað verið tele
gram, frá Hans Marius um, at hann
hevði eitt arbeiði til Dortheu.
Mamman sendi straks boð eftir
henni. Dorthea gjørdi skjótt av og
fór avstað. Tað var kortini tungt hjá
henni at fara frá øllum teimum,
sum hon kendi. Men hetta var jú
ein spennandi avbjóðing at fáa hjá
ungari gentu tá í tíðini.
Dorthea fór við einum skipi til
Bretlands og fór so við toki til
Portsmouth. Hon hevur seinni
greitt ommubørnunum frá hesi
ferðini, tá ið hon sá hetta
fremmanda landslagið við
vøkrum urtagarðum um húsini,
sum koyrt varð fram við.
Hon greiddi eisini frá ferðini
um hav, har hon mátti hjálpa hesi
kvinnu, sum var so ring av sjó
verki. Sum tað skilst vóru tær
nógv á dekkinum, helst av somu
orsøk.
Dorthea steðgaði á í Boston,
har hon arbeiddi eina tíð. Men tá
helt hon, at frægast var at fara at
vitja beiggja sín Hans Marius,
áðrenn hon fór heim aftur. Hetta
hevur eisini verið ein fittliga
long ferð, einir 400 fjórðingar. Í
Canada arbeiddi hon eina tíð
sum húshjálp.
Tá er tað, at hon hittir Sigurd,
sum siglir saman við Hans
Marius, og tað endar so við, at
tey giftast. Men hon yvirgav seg
ikki so uttan víðari. Hann mátti
fríggja tríggjar ferðir, áðrenn hon
játtaði!
Tey høvdu eitt gott lív saman,
men plagdu onkuntíð at arga
hvønn annan. Dorthea plagdi at
glósa mannin við, hvat ið kundi
væntast av einum manni úr
Puntabyrgi. Hann svaraði aftur,
at hann dugdi ikki at síggja, at
tað skuldi vera nakað frægari at
vera úr Skopun!
Dorthea kom eina ferð heim
aftur
Dorthea var bert eina ferð aftur í
Føroyum. Hetta var í 1949. Tá
ætlaði hon at fáa mammuna við
yvir til Canada, so hon kundi
búgva nærindis tveimum av
sínum børnum sínar síðstu dagar.
Marianna fór eisini við henni.
Men tá ið tey koma til Danmark
gerst Marianna sjúk og fór tí ikki
longur. Hon livdi sínar síðstu
dagar hjá fosturdóttrini
Mourentsu í Danmark.
Sigurd var ongantíð aftur í
Føroyum. Eftir at vera givin sum
skipari arbeiddi hann fyri
National Fish, skipaeftirlitið.
Tá ið hann fór frá sum pension
istur, var ætlanin at fara aftur til
Føroyar at vitja, men hann bleiv
sjúkur av krabbameini og doyði.
Børnini hjá Sigurd og Dortheu
hava ongantíð verið í Føroyum.
Tað kann verða nevnt, at
Herluf Gaard Joensen úr Skopun
var í sínum ungu døgum við
Brandi Sigmundarsyni. Teir fisk
aðu í St. Lawrenceflógvanum og
komu inn til Halifax í 1961. Tá
fingu tey vitjan umborð av
Klæminti, Hans Marius, Sigurd
og Dortheu. Tá gekk illa hjá
Hans Marius at tosa føroyskt.
Ommu og abbabørnini hjá
Dortheu og Sigurd minnast væl
Klæmint. Tey kallaðu hann
"Uncle Clem". Hann var ein
góður vinur við hini, sum eru
nevnd. Menninir sigldu saman
við sama skipi og búði í sama
býi, til sonur Klæmint gekk
burtur við einum trolara. Tá
fluttu tey til Pictou í Nova Scotia.
Tikin í tollinum við nylonsokkum
Tá ið Dorthea kemur heim fer
hon sum rímiligt er at vitja ver
familjuna í Puntabyrgi. Við sær
hevði hon nakað, sum var serstak
liga forvitnisligt fyri konufólk tá
á døgum, nevniliga nylonsokkar.
Sigurd átti fleiri systrar, sum
høvdu verið sera forliptar um
slíkt stás.
Men hetta gekk ikki væl. Tá ið
Dorthea kom til Bretlands á veg
til Føroyar vóru sokkarnir tiknir í
tollinum. Tað var ringt at síggja
nakra orsøk fyri hesum uttan at
tollarin vildi útvega síni egnu
konu hetta luksus, sum tað eisini
var í Bretlandi. Hetta var sera
snópisligt.
Ættin
Sigurd og Dorthea giftust 21.
juni 1928. Tey fingu trý børn.
Elst var Peter Clement, føddur
16. mai 1930. Hann giftist 16.
juli 1955 við Isabel Rosana f.
Rowe, f. 1934. Isabel var í
Føroyum saman við systir síni
Carol Grantham, sum ikki hevur
beinleiðis samband við ættina,
men sum kortini vildi fáa hetta
upplivilsi.
Tey fingu fimm døtur:
1. Kathryn Shawn, f. 1960, gift
við James Ritson Longmire, f.
1959
2. Wendi Joanne, f. 1963, gift við
Jeffrey Kenneth Deepnose, f.
1962. Tey eiga trý børn: Carlton
Isak, f. 1989, Danne Signe f.
1992 og Anika Isabelle f. 1994.
3. Bonnie Louise, f. 1965, ógift.
4. Heidi Anne f. 1969, gift við
Antonio Valim Bemfica, f. 1966.
Tey eiga tvey børn: Felipe
Marius, f. 1999 og Capitu
Anouk, f. 2002.
5. Trude Jeanne f. 1971, gift við
Gregory Lawson Inglis, f. 1963.
Tey eiga 3 børn: Shani Rose, f.
2000, Jacquilyn Winifred Anne f.
2002 og Mitchell Lawson f.
2007.
Tríggjar av døtrunum Wendy,
Heidi og Bonnie vóru við í
Føroyum.
Næstelsta barnið hjá teimum
var Margrethe Marion, f. 1932.
Hon giftist við Will Schomburg
f. 1928, sum var ættaður úr
Týsklandi. Tey búsettust í
Pennsylvania. Tey fingu 2 døtur:
1. Sharon Lynn, f. 1956, gift
við Ronald William Barrett, f.
1955. Hon býr í California, USA
í San Fransiscoøkinum. Hon var
við í Føroyum. Tey eiga 2 børn:
Christopher James f. 1984 og
Laura Elizabeth, f. 1989
2. Kathryn Ann f. 1959, gift
við Donald Ray Hess, f. 1948.
Seinasta barnið var Sigurd jun.
f. 1934. Hann er ógiftur og býr
uttanfyri Halifax í Nova Scotia.
Í samband við ferðina til Før
oyar høvdu tey eina heilsu við
frá prestinum í kirkjuni, har
Petur og Isabell koma.
Heilsanin var eitt sjal/teppi, og
skuldi hetta vera til elsta fólkið í
familjuni í Føroyum. Elst eftir
Peter Lars og Margrethe er Gerda
Einarsson, sum býr á Tvøroyri.
Hon er dóttir Andreu, er 87 ár
og er framvegis sera skilagóð.
Gerda giftist við Poul
Einarson, ið var portørur, og í
eitt langt tíðarskeið høvdu tey
hotellið í Tvøroyri.
Tey eru foreldur Paula Einars
son, ið er kendur innan
fyribyrging av oljudálking.
Nøkur av ættini í Puntabyrgi
hava ætlan um at fara til Canada
at ferðast í næstum. Tey fara 12.
september. Hetta er eitt samband
sum er komið fyri at vera.
Nú hava vit havt søguna frá
tveimum av systrunum í Koltri. Í
røðini Hendur í Sleptu fara vit at
umrøða eina triðju systir, Onnu
Katrinu í Fjósi.
Mamma hesi trý systkini var Sakaris-Marianna, sum misti mannin tíðliga. Hon
var eitt arbeiðsgrev. Her er hon í torvi saman við skyldmanninum Sakarissi.
Marianna var abbasystir hansara
Børnini hjá Sigurd og Dortheu. F.v. Sigurd, Marion og Peter. Frammanfyri er Wil Schomburg, maður Marion
Sigurd hjá Dortheu saman við Sharon fyrsta abbabarninum