Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 165 - 29. august 2008 gamla handlinum í Skopun, var røsk at dyrgja og gjørdi alt mansarbeiði. Hon velti, skar torv og bar tøð. Tá ið systirin Marensa doyði, tók hon dóttir hennara, sum eisini æt Marensa, í fostur afturat sínum egnu. Øll børnini av landinum Marianna og Klæmint átti trý børn, Hans Marius f. 1897, Katrina, f. 1900 og Dorthea f. 1904. Tey endaðu øll uttanlands. Hans Marius fór til Canada at fiska við trolara. Í fyrsta umfari hevði hann bert bundið seg fyri tvey ár. Men so hendir tað, sum kann henda, at hann hittir og giftist við einari gentu av fronskum uppruna, og so varð hann verandi í Canada. Hans Marius átti tveir synir Hans og Clement, teir eru báðir mitt í 50-árnum. Báðir búgva í Halifax, og hvørgin teirra eigur børn. Eisini átti hann dótrina Louise, sum nú er 62 ára gomul. Hon býr í Trinidad í Karibiska havinum. Hon eigur 4 børn: Tvær døtur sum eita Renée og Marina, tær eru um 30 ára gamlar, og tveir synir, Christopher og Peter, sum eru um 20 ára gamlir. Hans Marius helt á sum fiskimaður og var 1. stýrimaður við einum trolara. Hann sigldi eisini í sjóverjuni undir 2. heimsbardaga. Hetta við at fara at fiska trolarum í Canada hevur verið rættuliga vanligt tá í tíðini. Tann fyrsta, sum vit vita um, ið er flutt- ur til Halifax, er Óla Jákup Elias- sen úr Fuglafirði. Hann var sonur Onnu og Hans Elias í Beiti. Hann er farin á leið 1910, men er longu deyður umleið 1920. Tað er ikki nógv skrivað um hendan partin av okkara fiski- mannasøgu. Tó hevur Niels J. Arge skrivað um skopuningin Klæmint Thomsen (1906-1984), sum eisini búsettist í Canada. Sum tað sæst seinni í hesi grein er hann eisini ein partur av hesi søgu. Klæmint fór við enskum trolara til Canada at fiska í 1926 og skuldi bert vera burtur í 10 mánaðir. Sum fleiri aðrir føroy- ingar búsettist hann í Halifax og fór at sigla haðani. Hann giftist við Alice. Klæmint gjørdist skipari á trolara og sigldi við sama reiðarí í 40 ár. Undir krígnum vóru allir trolarar tiknir til vaktartænastu, og hesa tænastu kom Klæmint við í. Katrina fór til Noregs Katrina, f. 1900, fór til Danmark- ar, sum eisini var vanligt hjá gent- um tá í tíðini. Her hittir hon ein norskan sjómann Bjarne Fellingfors f. 1901. Tey búsetast í Oslo og fáa trý børn. Tey vóru: 1. John f. 1931, giftur við May Engel f. 1938 2. Mari Ann f. 1932, gift við Gunnar Randen f. 1929. Tey eiga trý børn 3. Olaf Fellingfors f. 1937, eigur ein son. Fleiri teirra vóru eisini í Føroyum til ættarmótið. Funnu ættina gjøgnum FF- blaðið Tað sum annars er grundarlag fyri hesa søgu er, at samstundis sum skopuningarnir fara til Canada, fer Sigurd Petersen f. 1896 úr Puntabyrgi á Tvøroyri eisini til Canada sum fiskimaður. Hann giftist við Dortheu hjá Marionnu og Klæmint. Hetta var nøkurlunda tað, sum var vitað um hesa ættina inntil fyri kortum. Fyrst í 2007 fór ættin í Puntabyrgi á Tvøroyri at fyrireika eina ættarstevnu. Tó var eitt “men”. Tey vistu, at tey høvdu familju í Canada, sum tey ikki høvdu verið samband við síðan Sigurd, sum flutti til Canada, doyði í 60-unum. Skrivað varð til borgarstjóran í Halifax fyri at finna eftirkomarnar eftir Sigurd og Dortheu. Men hetta gav ikki úrslit. Seks vikur áðrenn stevnuna koma Diana í Puntabyrgi í prát við Ester og Jóhan Restorff. Tey tosa um skyldskap og kenningar. Tá fullu orðini frá Jóhan: “Jú, tað var ein kona frá Skopun, sum giftist við einum úr Puntabyrgi av Tvøroyri”. Diana svarar: “ Hvat var tað tú segði, Jóhan? Hatta mega vit hoyra meira um!” Jóhan hevði lisið hetta í FF- blaðnum. Har lesa tey so um tey trý systkini úr Skopun, sum øll fluttu úr Føroyum í 20-unum. Jóhan er í familju við móður- ættina hjá teimum, og hevði tí havt áhuga fyri hesum og lisið væl uppá. Finn í Puntabyrgi ringdi so til ættina í Noregi fyri at vita um rætt var. Jú, jú tey kendu familj- una í Canada. Nú fingu tey teldu- postadressir til teirra. Seks vikur vóru nú til veitsl- una, so tað mátti berast skjótt at. Men tvær abbadøtur hjá Sigurd Petersen vóru við. Hetta varð so byrjanin til sam- bandið við eftirkomarnar hjá Sigurd og Dortheu. Tað sum í byrjanini skuldi verða ein familjuveitsla fyri at æra Margrethu og Peter Lars Petersen, sum búði niðri í Punta- byrgi, bleiv nú skipað sum ein rættilig Puntabyrgisstevna í tríggjar dagar í juli 2007. Umleið 300 eftirkomarar eru, og 160 komu við. Hugnaligt og stuttligt var at síggja fløggini frá Canada, Grønlandi, Danmark og Føroyum veitra á Puntabyrgisheygnum. Ættin er í øllum hesum londum. Abbadøturnar hjá Sigurd Peter- sen, Heidi og Wendi, vórðu sera væl móttiknar av familjuni og tær vóru hugtiknar av Føroyum. Men tað besta var, at nú kendu tær sín uppruna. Nú hava tær so saman við øðrum í ættini aftur verið í Føroyum til ættarstevnu hjá ommuættini. FF-blaðið, sum er upprunin til hesa søgu, er blað nr. 369. Her var ein áhugaverd søga um fiski- mannin Jens Frederik Jensen úr Skopun, sum fer til Íslands seinast í 19. øld. Hann giftist og fær 9 børn. Tá ið konan doyr, koma fýra av synunum til Føroy- ar. Ein av hesum var tann nú 102 ára gamli Óskar Jensen. Hann hevði føðingardag 18. august og varð umrøddur i Sosialinum. Óskar flutti tó aftur til Íslands. Í hesum sambandi var eisini endur- givið yvirlit yvir eftirkomarar hjá Elsu og Dímunar Jóannes, gjørt av Ólavi Clementsen. Jens Frederik var sonur Janus hjá Dímunar Jóannes. Óskar og Dorthea vóru tískil trýmenningar. Hetta var so tað sum førdi til, at ættin hjá Sigurd fekk samband við sína canadisku ætt. Tað vóru norsku og canadisku skyldfólk- ini, sum komu við uppskotinum um at halda hesa ættarstevnu, sum nú var. Hesi fólk eru tískil millum tey mongu, sum virðis- meta FF-blaðið sum var. FF-blaðið var sum kunnugt felagsblað fyri Føroya Fiskimanna- felag. Tess fremsta uppgáva var at verja áhugamálini hjá fiskimonn- um og at kunna teir um virkið hjá felagnum. Men samstundis varð roynt at gera eitt blað, sum kundi hava áhuga fyri øðrum enn fiski- monnum. Hetta var millum annað gjørt við at fáa niðurskrivað søg- una hjá fiskimonnum. Hetta eydn- aðist sera væl. Blaðið fekk eina stóra lesarafjøld. Hitti framvegis fólk, sum saknað blaðið, sum varð niðurlagt orsakað av formans- skiftinum í 2007. Av Tvøroyri og Skopun: Rann saman í Halifax Tí var tað sera stuttligt at kunna hitta hesi seks skyldfólkini úr Canada dagin fyri, at tey fór úr aftur Føroyum. Frá teimum fekst so eisini henda áhugaverda søgan um, hvussu tað gekk hesum føroying- um, sm leitaðu sær eydnuna úti í heimi fyrst í undanfarnu øld. Serliga áhugaverd er søgan um, hvussu ein genta úr Skopun og ein drongur av Tvøroyri hittast og giftast – í Canada. Sum longu nevnt var maðurin í hesi søgu Marius Sigurd Petersen, f. 1894. Hann var ættaður úr Puntabyrgi á Tvøroyri, sonur Margrethu og Peter Lars Petersen. Ein beiggi hansara var Alfred Petersen, f. 1892, sum var kendur sum sjómanstrúboðari, fyrst í Íslandi og síðan í Grønlandi. Ein annar beiggi var Gunnar Peter- sen, f. 1910, kendur sum fak- felagsleiðari. Hann var formaður í Føroya Arbeiðarafelag, tá ið hann doyði fyrst í 1970-unum. Ein systir var Nicolina, f.1902, mamma Finn í Puntabyrgi. Onn- ur systkin vóru Óli í Líðini, f. 1889, Emil Petersen, f. 1912, Thomasia Larsen og Susanne Malene vóru tvíburðar f. 1907, Dion Emil f. 1890, deyður ungur av vanlukku, Dagmar f. 1898, Petra f. 1900 og Andrea Mortensen f. 1892. Sigurd hevði útlongsul, sum nógvir aðrir føroyimgar, og hann fer eins og Klæmint og Hans Marius til Canada at fiska við trolara. Hetta var eisini ætlað at vera fyri eitt avmarkað tíðarskeið. Men tað skuldi ganga nógv annarleiðis. Ferðin til Canada Sigurd hevði tá eina ferð hitt Dortheu úr Skopun, og tey høvdu eisini dansað saman, meira var ikki hent. Kanska hevur hann droymt um at hitta hana, tá ið hann kom heim aftur. Tað eru ymiskar frásagnir um, hvussu Dorthea kom til Canada, men tann mest sannlíka er henda: Dorthea fekk til arbeiðis at fylgja konu skiparan hjá Hans Marius á einum ferðamannaskipi úr Portsmouth í Suðuronglandi til Boston í USA. Hon var við barn, hevði ongantíð fyrr verið við einum skipi og var tí rædd Dorthea og Sigurd, sum funnu saman i Canada Her eru øll systkini úr Skopun saman. F.v. Katrina, Hans Marius og Dorthea F.v. Hans Marius, Dorthea, Sigurd and Klæmint Thomsen. Hesi fýra hildu saman í Halifax. Tey vitjaðu einaferð umborð á Brandi Sigmundarsyni, tá teir vóru inni í Halifax