Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 165 - 29. august 2008 35 Tað kann sigast, at áhugin er stórur fyri ættarmótum í Føroy­ um. Bert hetta eina vikuskifti hittust fleiri enn 1.000 fólk til nevndu ættarmót. Á Kolturs­ stevnuni vóru tey 450 fólk. Eini 150 av teimum vóru eisini úti í Koltri, hóast líkindini ikki vóru av teimum bestu. Tær ættir, sum vóru umboð­ aðar, vóru døturnar hjá Hanusi og Marionnu í Koltri: Elspa uttar í Stovu, f. 1818 Lisa í Skemmuni, f. 1819 Anna Katrina í Fjósi, f. 1823 Marin Fredrikka undir Kletti, f. 1825 Nicolina hjá gamla Sakarisi, f. 1832 Ein systir Marianna, f. 1827 giftist ikki og eigur tí ikki eftirkomarar. Jens Dalsgaard á Glyvrum hevur savnað nøvnini í ættini fram til fimta ættarlið. Tey fylla heilar 67 síður, og eftirkomarar við makum í allari ættini telur 6.000 nøvn. Bygdamenning: Fongsul í Koltri Fyrst í hesum riti verður greitt frá oldurabbanum hjá hesum systrum, Niklas. Hann var føddur 1687 í Koltri og doyði í 1759. Hann var bóndi í Koltri og festi í 1731. Ein abbasonur hansara kallaðist eisini Niklas (1765­ 1832). Hesin varð kallaður kongurin í Koltri. Hann hevði dómsvald og brúkti sornhúsið sum fangahús. Tey dømdu fingu matin niður gjøgnum ljóðaran! Ættirnar, sum hittust, vóru tískil eftirkomarar hjá abba­ døtrum hansara. Vit hava annars fyrr í røðini Hendur ið Sleptu umrøtt ættar­ greinina hjá Marin Frederikku. Hon var gift við Hans Paula undir Kletti. Ein sonur teirra var kendi handilsmaðurin í Havn, Hans Joensen, sum ikki vildi arbeiða hjá pápa sínum, tí hann seldi brennivín! Nicolina hjá gamla Sakarissi Vit fara í hesi grein bert at tríva í eina aðra grein, og tað er henni hjá hjúnunum Nicolinu f. 1832 og gamla Sakarissi (1821­1905) í Skopun. Keldan til hendan partin av frásøgnini er grein í Kvørnini um fyrstu fólk í Skopun, sum Jens Marius Hentze hevur skrivað. Nicolina og Sakaris vóru bæði úr Koltri. Tey vóru annað húsið haðani, sum búsettist í Skopun, og tey fluttu hagar 1. septembet 1856. Skopun var annars bygd í 1833. Í 1860 vóru 10 hús í Skopun, og fólkatalið var 56. Sakaris róði út, var timbur­ maður, og átti fitt av jørð. Hann var eisini skjútsformaður og líkskoðari. Sagt varð um Sakaris, at hann var sera góðsligur og beinasamur og dugdi illa at sýta fólki bøn. Hann smíðaði nógv men tók lítið fyri tað. Tá ið ein nakað ódlig konusystir, Mari­ anna, kom í húsið, flutti hann sjálvur aðrastaðni at búgva nøkur ár heldur enn at reka hana á dyr. Ein søga um Sakaris er, at hann saman við øðrum vitnaði í onkrari ósemju. Teir skuldu svørja í rættinum. Aftaná spurdi onkur bygdarmaður Sakaris, um tað nú var so beint, hann svór. ”Nei, ikki mundi tað vera so rætt, men eg svór tí hinir svóru!” Marianna og Klæmint Ein dóttir teirra Marianna f. 1872, giftist við Klæminti, ið var sonur Klæmint hjá Dímunar Jóannes. Hetta er ein stór ætt, sum vit fyrr hava umrøtt. Millum annað fyri kortum í røðini Hend­ ur ið Sleptu um Jens í Dali og um Margrethu, sum giftist við Georg Lindenskov. Fleiri frá­ sagnir eru á veg. Sjálvur átti Klæmint tveir beiggjar. Teir vóru Johan Clementsen (1876­1959) og Rudolf Johannesen (1880­1948). Klæmint doyði í 1905 av sjúku bert 32 ára gamal. Men sum tað konubrot Marianna var, fall hon ikki í fátt. Hon bæði flakti og saltaði fisk fyri Búrhandilin, tí Koltursættarstevnan: FF-blaðið var orsøkin til canadiska luttøku Sum vit hava greitt frá fyrr vóru í minsta lagi tríggjar ættarstevnur í Føroyum fyrst í august. Vit hava greitt frá tveimum teirra, sum vóru í Hvalba og Klaksvík. Hesa ferð fara vit at greiða frá eftirkomarunum eftir Hanus og Marionnu uttar í Stovu í Koltri, sum eisini hittust hetta vikuskiftið. Tað áhugaverda fyri tann, sum skrivar hesar reglur er, at FF-blaðið var upprunin til canadisku luttøkuna Canadisk og føroysk ætt úr Puntabyrgi. F.v. Wendi Petersen, Isabel Petersen, Heidi Petersen, Sharon Barrett, Bonnie Petersen, Finn og Diana í Puntabyrgi og Carol Grantham Margretha og Peter Lars Petersen í Puntabyrgi. Tey vóru foreldur hjá Sigurd Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo