fríggjadagur 29. august 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 165 - 29. august 2008
Stutt Sagt
Norskar
gentur snúsa
Í Noregi vísir ein kanning,
at talið á ungum gentum,
sum brúka tubbak, er ikki
broytt stórvegis tey sein
astu fýra árini. Hinvegin
vísir tað seg, at altsamt
fleiri
norskar
gentur
sleppa sigarettunum og
fara at snúsa ístaðin fyri,
skrivar Aftenposten.
Í veruleikanum er talan
um eina sera stóra broyt
ing. Í 2004 vóru tað 2,4 pro
sent av teimum ungu gent
unum, sum snúsaðu, men í
dag er tað talið trífaldað og
er nú 7,3 prosent. Tølini
vísa eisini, at tað eru eisini
fleiri ungir dreingir, sum
velja snúsið fram um sigar
ettina. Í 2004 snúsaðu 18,5
prosent av teimum norsku
dreingjunum. Í dag eru tað
24,8 prosent, sum fáa sær
upp í nevið, skrivar Aften
posten.
Máttmikil
kvinna
Sambært amerikanska tíð
arritinum Forbes er týski
kanslarin, Angela Merkel,
heimsins
máttmesta
kvinna, og tað er triðju
ferð, at hon fær hendan
heiðurin. Aðrar kvinnur,
sum hava týðandi politisk
embæti, og sum eru á listan
um saman við Angelu Mer
kel, eru amerikanski uttan
ríkisráðharrin,
Condole
ezza Rice, argentinski for
setin, Christina Fernandez,
finski forsetin, Tarja Halon
en, ukrainski forsætisráð
harrin Yulia Tymoshenko,
og Hillary Rodham Clin
ton, senatorur.
Vilja ikki
striptease
Í Reykjavík eru býráðslim
irnir ikki serliga fegnir
um, at fleiri av dansi og
matarstøðunum í býnum
hava valt at fáa meiri ella
minni naknar kvinnur at
dansa fyri gestunum. Mál
ið var fyri á fundi í
býráðnum fyrradagin, og
har samtykti eitt samt
býráð at senda Altinginum
eina áheitan um at gera
neyðugar
broytingar
í
verandi lóggávu, so tað
verður bannað dansi og
matarstøðum at skipa fyri
striptease.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Vit elska hetta landið , og vit vilja ikki lata tað
halda fram sum seinastu átta árini
Barrack Obama
útlond
Russiski forsætis
ráðharrin, Vladimir
Putin, heldur, at
kreppan í Georgia
skuldi hjálpa John
McCain at vinna
forsetavalið í heyst
Amerikanska leiðslan gav
georgisku stjórnini boð um
at seta eina hernaðarliga
kreppu í verk, tí sambært
Washington kundi ein kreppa
við Russland koma republik
anska
forsetavalevninum,
John McCain, til góðar. Tað
heldur í hvussu er russiski
forsætisráðharrin.
Amerikanskir ríkisborg
arar vóru í økinum, tá krepp
an tók seg upp. Teir høvdu
fingið boð, sum teir eisini
settu í verk, og hesi boð vóru
av slíkum slagi, at tað eru
bara amerikonsku leiðarar
nir, sum kunnu geva tey,
segði Vladimir Putin í sam
røðu við CNN í gjárkvøldið.
Hann legði afturat, at tað eru
alt fleiri ábendingar um, at
kreppan í Georgia bleiv sett í
verk fyri at hjálpa floksfelag
anum hjá núverandi amerik
anska forsetanum at vinna
valið í novembur.
Hvítu Húsini vóru skjót
at avsanna skuldsetingarnar
hjá russiska forsætisráðharr
anum.
Talsmaðurin
hjá
Hvítu Húsunum segði, at
tað er Russland, sum hevur
ábyrgdina av tí, sum er hent
í Georgia.
Russland royndi í gjár at
fáa londini í Miðasia at
viðurkenna Suðurossetia og
Abkhasia, men hini londini
siga í einari felags fráboðan,
at tey stúra fyri støðuni og
mæla til semju og frið.
Røðan, sum demokrat
iska forsetavalevnið
helt í morgun, var tann
mest ágangandi og
samstundis tann saklig
asta, sum hann hevur
hildið
Leikvøllurin í Denver var
fullsettur tíðliga í morgun,
og fleiri túsund fólk noydd
ust at bíða uttanfyri, tí øll
vildu sleppa at síggja og
hoyra Barrack Obama halda
sína fyrstu røðu, eftir at hann
gjáranáttina var varðin for
setavalevni hjá demokratiska
flokkinum. Eftir at Sheryl
Crowe, John Legend, Stevie
Wonder og Al Gore høvdu
havt
mikrofonina,
kom
Obama endiliga á pallin.
Tað er við stórum takk
semi, at eg góðtaki avgerð
tykkara at velja meg til for
setavalevni, segði Obama, og
hóast øll vistu, at hann skuldi
byrja við hesum orðunum,
mundi fagnaðurin ongan
enda fingið.
Mong høvdu við stórum
spenningini
bíðað
eftir
røðuni. Eitt var, at hon bleiv
hildin júst 45 ár eftir ta kendu
„I have a dream“røðuna hjá
Martin Luther King Jr., og so
var røðarin tann fyrsti afro
amerikanarin, sum er valdur
til
forsetavalevni. Aftaná
vóru flestu eygleiðararnir á
einum máli um, at røðan var
ein tann mest sakliga, sum
Obama hevur gildið, men
samstundis eisini tann mest
ágangandi. Sum væntað var
tað kappingarneytin, sum
stóð fyri skotum.
John McCain er góður
við tað amerikanska fólkið,
men hann skilir ikki tann
vanliga amerikanaran og
hansara gerandisdag, segði
Barrack Obama og endur
tók, at velja amerikanararnir
McCain, fáa teir fýra ár við
sama politikki, sum verandi
leiðslan hevur rikið tey
seinastu átta árini.
Slagorðið Obama er broyt
ing, og í røðuni komu nøkur
boð uppá, hvørja broyting
hann ætlar at fremja, verður
hann valdur í heyst. Millum
annað skulu stórfyritøkurnar
ikki hava størri skattalætta,
tær smáu fyritøkurnar skulu
ikki rinda kapitalskatt, 95
prosent av øllum arbeiðara
húskjunum skulu hava skatta
lætta, og skúlaverkið skal fáa
fleiri lærarar, sum skulu hava
hóskandi løn. Um orkupolit
ikkin segði hann, at málið er
at loysa USA frá oljutørvi úr
Miðeystri um tíggju ár, og í
sama tíðarskeiði skal USA
brúka 150 milliardir dollarar
til varandi orkukeldur.
Teir seinastu mánaðirnar
hava McCain og onnur fýlst
á, at Barrack Obama hevur
ongar
uttanríkispolitiskar
royndir, og at hann tí ikki er
førur fyri at taka týðandi
avgerðir, sum kunnu umfata
amerikanska hermegi uttan
lands. Tann spurningin tók
Obama upp í morgun.
Sum ovasti fyri hermeg
ini fari eg ikki at drála tað
minsta, tá tað snýr seg um at
verja land okkara, men eg
fari ikki at senda hermenn av
landinum uttan eina greiða
uppgávu og uttan ta neyðugu
útgerðina, eins og teir skulu
fáa ta røttu móttøkuna, tá teir
koma aftur, segði hann.
USA legði kreppuna
í Georgia til rættis
Vladimir Putin er russiskur
forsætisráðharri
Mynd: Polfoto
85.000 fagnaðu
Barrack Obama
Leikvøllurin í Denver var fullsettur, tá Obama helt røðu
Mynd: AP