fríggjadagur 29. august 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2008
31
Starv sum landmátari er tøkt innan
matrikul- og útskiftingarøkið.
Arbeiðið fatar serliga um málsviðgerð,
uppmáting og marknaásetingar. Eisini
fatar starvið um matrikulera ráðgeving
og aðra lendisfyrisiting.
Førleikar
Umsøkjarin skal hava prógv sum landmátari,
verkfrøðingur ella líknandi útbúgving frá
hægri læristovni. Tað er ein fyrimunur at hava
royndir við matrikulerum arbeiði, útskifting
og uppmáting við GPS, totalstatión og
Microstatión.
Starvsmøguleikar
Vit vænta at umsøkjari er ábyrgdarfullur,
hevur góð samstarvsevni og hevur hug at
menna tað matrikulera arbeiðið í Føroyum.
Vit kunnu tryggja eitt spennandi starv í
einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv
við starvsfelagar, møguleikar fyri persónligari
menningar og sjálvstøðugum arbeiði.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til:
Jákup Paula Joensen, stjóra,
á tlf +298 34 24 00, jakuppj@us.fo ella
Petur Nielsen, deildarleiðara,
tlf +298 34 24 24, peturn@us.fo
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal
verða Umhvørvisstovuni í hendi innan
13. oktobur 2008. Umsóknir skulu sendast til:
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
Postboks 2048
FO-165 Argir
Ella teldupost: us@us.fo
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
www.us.fo
Landmátari
Umhvørvisstovuni sóknast eftir KT
verkætlanarleiðara til nýgerð og
umsiting av dátuskráum.
Uppgávan er í fyrstu atløgu at verða
verkætlanarleiðari fyri nútímansgerð av
Landsfólkayvirlitinum. Hetta arbeiðið skal
millum annað samskipast við komandi
fólkateljing. Harumframt verður ein stór og
spennandi uppgáva at samskipa og menna
aðrar skráir, sum Umhvørvisstovan umsitur,
til gagns fyri brúkarar og samfelagið sum
heild. Umframt landsfólkaskrá, umsitur
stovnurin landsadressuskrá, matrikulskrá
og tinglýsingarskrá.
Førleikar
Tú ert væl inni í fakinum verkætlanarleiðsla
og hevur royndir frá størri verkætlanum.
Tú hevur royndir í KT verkætlanum har
menning og samskipan av dátugrunnum
hevur serligan týdning.
Fyrimunir
Tú hevur hevur viðkomandi prógv frá hægri
læristovni.
Tú kennir til økið almenna fyrisiting og
lóggávu.
Starvsmøguleikar
Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv í
einum nýskipaðum stovni, nógv samstarv
við starvsfelagar og góðar møguleikar fyri
persónligari menning. Stovnurin er í stórari
menning og einstøku starvsfólkini hava góðar
møguleikar at taka lut og vera við til at seta
sín dám á arbeiðið á leiðini framyvir.
Setan
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála
ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Setanin er verkætlanarsetan
tengd at Landsfólkayvirlitinum og ætlaðu
fólkateljingini.
Fyrispurningar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til:
Jákup Paula Joensen, stjóra,
jakuppj@us.fo, tlf. 342400
ella Stein Fossá, deildarleiðara,
steinf@us.fo, tlf. 342410
Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal
verða Umhvørvisstovuni í hendi innan
15. sept. 2008.
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
Postboks 2048
FO-165 Argir
sansir.fo
Umhvørvisstovan er ein nýskipaður stovnur, sum fyrisitur lendismál, tinglýsing,
fólkaskráir, náttúru- og umhvørvisvernd.
www.us.fo
KT-verkætlanarleiðari
Lesið
-so eru tit við!