fríggjadagur 29. august 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hesaferð
Sandavágur
& Miðvágur
17. partur
Í nógvar vikur hevur Sosialurin verið úti við myndatóli
num og sett ljós á tær ovurhonds stóru mongdirnar av
burturkasti, sum sløðist runt í okkara vøkru oyggjum.
Bæði á bygd, í bý og úti í náttúrini. Og í dag koma vit
við enn einum parti í røðini við misvísandi yvirskriftini
»Heimsins reinasta oyggjaland«.
Allar myndirnar eru tiknar ígjøgnum rútin á einum bili á
alfara vegi, ella har koyrandi er. Gløgt er gestsins eyga, sigur
orðatakið, og tað merkir, at alt burturkastið, sum sæst ígjøg
num myndatól okkara, sjálvandi eisini kann avmyndast av
teimum ferðafólkum, sum vitja Føroyar. Tær fyrstu myndirnar
vóru úr høvuðstaðarøkinum, har flestu ferðafólk koma upp á
land ella seta kós ímóti, eftir at vera lend í Vágum. Í øðrum
parti vóru vit í grannabygdunum fyri norðan, Kaldbak, Kald
baksbotni og Sundi, sum allar hoyra til Tórshavnar kommunu,
sum fyri kortum hevði umhvørvisviku, og í triðja parti stóðu
bygdirnar vestan og norðanfyri, Kirkjubø, Velbastaður, Syðra
dalur og Norðadalur, fyri skotum. Myndirnar í fjórða parti
vóru av Signabø, úr Kollafirði, Hósvík, við Áir og úr Hvalvík,
og í fimta parti Saksunardali og Saksun. Sætti partur var úr
Nesvík, av Langasandi og úr Haldórsvík, men ikki úr Tjørnu
vík. Har var nevniliga onki at seta fingur á. Síðani vóru vit á
Oyri, ið hevði so nógv órudd at bjóða uppá, at bygdin fekk
alla opnuna. Í 8. parti høvdu vit myndir av Oyrabakka, frá
Norðskála og úr Svínáum, sum eisini hoyra til Sunda komm
unu. 9. partur var úr Ljósáum og av Eiði, Næstseinast vóru
vit í teimum tveimum bygdunum í Eiðis kommunu, Ljósá og
Eiði, 10. Partur úr norðastu bygd í Sunda kommunu, Gjógv og
úr Funningi, sum frá 1. januar fer upp í Runavíkar kommunu.
Og sum áður nevnt vóru teir báðir síðst partarnir úr Klaksvík.
Mikudagin í síðstu viku var túrurin komin til tvær av teimum
smærru bygdunum í Klaksvíkar kommunu; Ánirnar og við
Strond, og fríggjadagin vóru vit í Haraldsundi, Kunoy og Árna
firði. Fyrradagin fluttu vit okkum víðari norðureftir til Norð
toftir, Norðdepil, Hvannasund og Viðareiði, og í dag fara vit
aftur í Streymoynna og hava bygdirnar fyri vestan, Skæling og
Vestmanna. Í hesum økinum hendi tað gleðiliga, at undirritaðu
onki órudd funnu í Leynum, á Stykkinum og í Kvívík. Tilluk
ku við tí, tit íbúgva har. Í dag stendur Føroya reinasta bygd í
2008 fyri skotin. Sigast skal, at her var ikki nógv at fara eftir.
Verri stóð til í grannabygdini, Miðvági, og við havnalagið Mið
vágsSandavágs havn.
Føroyar skal vera ferðamannaland, er vakra endamálið hjá
bæði politikarum og myndugleikum, sum arbeiða við ferðavin
nu. Í fjør kom stóra herðaklappið frá háttvirda tíðarritinum,
National Geografic Traveler, sum setti Føroyar á eitt fyrsta
pláss av 111 oyggjalondum, tá tað snýr seg um at hava reint
umhvørvi. Men liva vit upp til hetta? Og hvønn mátistokk
hava tey fólkini brúkt, ið hava útnevnt oyggjar okkara til hen
Heimsins reinasta
Nr. 165 - 29. august 2008
32
Miðvágur
Miðvágur
Miðvágur
Miðvágur
Miðvágur
Miðvágur
Miðvágur
Miðvágur
Miðvágur