fríggjadagur 29. august 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 165 - 29. august 2008
43
lýsingar
Løgfrøðingar til Føroya Kærustovn
Kærustovnurin er skrivstova hjá
• Kærunevndini í almanna- og heilsumálum
• Skatta- og avgjaldskærunevndini
• Kærunevndini hjá Stuðulsstovninum
• Lendiskærunevndini
• Vinnukærunevndini og
• Skuldarumskipanarnevndini.
Høvuðsuppgávurnar hjá løgfrøðingunum vera
• at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum
• at gera nevndunum tilmæli um avgerð
• at hava samskifti við kærarar og stovnar innan kæruøkini
• at luttaka í gerð av ársfrágreiðingum, avgerðarsøvnum og
vegleiðingum til stovnar og borgaran
Førleiki
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv. Kunna arbeiða
sjálvstøðugt og saman við øðrum um størri arbeiðsuppgávur. Tað
er ein fyrimunur at hava arbeiðsroyndir innan almenna fyrisiting
og/ella privata arbeiðsmarknaðin sum løgfrøðingur, tó at hetta
ikki er eitt krav.
Vit bjóða
• spennandi starv við avbjóðingum, fakliga eins væl og persónliga
• sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi og
• góðar skeið‒ og eftirútbúgvingarmøguleikar
Løn- og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum
Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið.
Umsóknir
Umsókn við prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skulu
sendast til:
Føroya Kærustovnur
Sigmundargøta 13, 2. hædd ‒ Boks 45
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera Føroya Kærustovni í hendi í seinasta lagi á
15. september 2008. Størvini verða at seta frá 1. oktober ella eftir
avtalu.
Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við Anju Hovgaard,
stjóra, á tlf. 320585 fyri at frætta nærri um starvið.
Søkt verður eftir 2 løgfrøðingum til Føroya Kærustovn
Um stovnin: Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum. Stovnurin fyrireikar kærumál til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum, Skatta- og
avgjaldskærunevndina, Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, Lendiskærunevndina og Vinnukærunevndina. Harumframt er Kærustovnurin skrivtova hjá Skuldarumskipa
narnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 8 fólk, stjórin, tríggir løgfrøðingar og fýra skrivstovufólk.