Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-08-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 165 - 29. august 2008 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Pedagogur til Umlættingina á Garðavegi í Klaksvík Søkt verður eftir pedagogi, at byrja 1. oktober 2008 ella eftir nærri avtalu. Tey, sum gera brúk av umlættingini, hava eina fasta skipan. Til umlættingina koma ung/børn við sjúkugreiningini autisma. Tí er ynskiligt, at viðkomandi hevur vitan innan hetta økið. Arbeiðið fevnir millum annað um at skipa gerandisdagin og frítíðina saman við teimum ungu/børnum og verandi starvsfólkum. Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, er likamliga væl fyri, er áhugaður at luttaka aktivt í øllum avbjóðingum og er opin fyri nýhugsan. Arbeiðstíðin er hálv tíð. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir. Setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um pedagogur, ið frammanundan er tænastumaður, verður settur í starvið, heldur tænastumanna- setanin fram, og verður lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið umfatar Nærverkið og deildir undir tí. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran tlf. 456320 ella 258679 Umsókn Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Umlættingin á Garðavegi 38, 700 Klaksvík Stílað: Asta Poulsen, leiðara Umsóknarfreist: 15. september 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Starvsfólk til Sambýlið í Niðarugøtu Søkt verður eftir 3 starvsfólkum m/k til Sambýlið í Niðarugøtu 15 til setan 1. oktobur, ella eftir nærri avtalu. Talan er um: 1) eitt fulltíðarstarv á 40 tímar um vikuna 2) eitt starv niðursetta tíð á 30 tímar um vikuna 3) eitt tíðaravmarkað starv 30 tímar um vikuna fyri starvsfólk í farloyvi til 01.10.2009. Afturat hesum er eisini eitt starv sum vaskifólk 8 tímar um vikuna leyst at søkja. Ynskiligt er, at tann sum søkir hetta starvið kan arbeiða 2 dagar um vikuna á 4 tímar. Arbeiðstíðin skal helst liggja millum 10 – 14 báðar dagarnar ella har umleið. Í Sambýlinum í Niðarugøtu búgva í løtuni trý mannfólk og eitt konufólk, sum eru vorin heilaskadd í vaksna lívinum.Hetta eru íbúgvar, hvørs virkisstøði ber dám av kognitivum avleiðingum, og hjá onkrum er eisini talan um fysisk brek. Tilboðini í gerandisdegnum vera tilrættisløgd eftir tørvinum hjá tí einstaka og endamálið er at skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi og heim fyri hvørt búfólk. Í sambýlinum arbeiða 8 starvsfólk. Førleikakrøv Vit sóknast eftir starvsfólki m/k, ið hevur viðkomandi pedagogiska, terapeutiska ella røktarfakliga útbúgving. Ynskiligt er, at viðkomandi, sum søkir, hevur royndir innan líknandi øki og tað er týdningar- mikið at hetta hevur fakligan áhuga. Vit leggja dent á góð samstarvsevnir og hug og áræði til persónliga menning í starvinum. Vit bjóða Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning. Tú fært ávirkan á innihaldið í starvinum og á gerandisdagin hjá íbúgvunum. Arbeitt verður í skiftandi vaktum alt døgnið. Setanartreytir Setanin er sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til leiðaran Elina Danielsen á tel.: 213363. Umsókn Umsóknir við próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Sambýlið í Niðarugøtu 15 FO-188 Hoyvík Stílað: Elin Danielsen Umsóknarfreist: 15. september 2008 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Lesið -so eru tit við! S o s i a l u r i n · P o s t b o k s 7 6 · F O - 1 1 0 T ó r s h a v n Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin!