Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 166 - 1. september 2008 – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Føroya Tele eigur óruddið Í sambandi við greina- og myndarøðina »Heimsins reinasta oyggjaland« har vit vóru í Vágum fríggjadagin, var hendan myndin nýtt sum høvuðsmynd. Stjórin í FK, Finn Nielsen, hevur gjørt okkum vart við, at tað ikki er Føroya Keypsamtøka, sum eigur hetta óruddið í Miðvági, men harafturímóti Føroya Tele, ið liggur beint við síðuna av. Vit biðja lesararar okkara halda okkum til góða... ….. helst átti tað av verið hendan myndin - í staðin fyri ta við síðuna av - sum skuldi verið høvuðsmynd í myndarøðini »Heimsins reinasta oyggjaland« í vikuskiftisblaðnum, ið kom á gøtuna fríggjadagin - Eg haldi, at eg skyldi føroyingum at halda fram við teimum stóru tiltøkum, sum und- ankvinna mín setti á skinnarar, sigur nýggja landsstýriskvinnan í mentamálum Landsstýriskvinna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang - Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri mentan í breiðastu merking og eg haldi eisini, at eg havi okk- urt at bjóða. Tað sigur nýggja lands- stýriskvinnan í menta- málum, Óluva Klettskarð Men hon sigur, at í fyrstu syftu hevur hon gjørt upp við seg sjálva, at hon ætlar at halda fram, har undan- kvinna hennara, Kristina Háfoss, slepti og at føra hennara verk víðari. - Eg haldi at vit skylda Føroya Fólki, at tað er ein ávísur samanhangur í arbeiðnum í mentamálaráð- num og tí fari eg at halda fram við teimum stóru til- tøkum, sum Kristina Háfoss hevur lagt lunnar undir. Í hesum sambandi nevnir hon skúladepilin, sum skal byggjast í Marknagili. - Tað er ein av teimum heilt stóru verkætlanunum, sum tað hevur týdning at fullføra, sigur Óluva Klett- skarð. Annars heldur hon, at tað er nakað tíðliga hjá henni at gera eina greiða niðurstøðu um nøkur ávís mál, sum hon ætlar sær at fremja. - Eg fari í fyrstu syftu at seta meg væl inn í tey mál og tey tiltøk, sum eru ígongd, áðrenn eg seti mær nøkur ávís mál, sigur hon. Gransking er eitt hjartabarn Óluva Klettskarð staðfestir, at hon hevur altíð stóran áhuga fyri mentamálum í Fer at halda fram Kristina slepti - Eg eri skúlafólk og havi gingið í føroyska skúlanum frá tí lítla bygdarskúlanum í Haraldssundi til lærdum háskúla. Eg havi eisini sitið í ymsum nevndum undir mentamálaráðnum, sum hava við skúlaskap at gera, sigur Óluva Klettskarð, komandi landsstýriskvinna í mentamálum