mánadagur 1. september 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 1. september 2008
7
tíðindi
har
breiðastu merking.
Men kortini sigur hon, at
eitt av hennara stóru hjarta
málum verður at menna
granskingina og hon fer at
gera tað, hon er ment, fyri
at útvega størri játtan til
gransking.
Eg eri sannførd um, at
skal føroyska samfelagið
vinna framá, verður neyðugt
at menna granskingina og
at hækka vitanarstøðið í
samfelagnum.
Hinvegin ásannar hon, at
tað fer at verða eitt tungt
tak, tí ætlaði skúladepilin
fer at krevja rættiliga stóra
fíggjarorku tey næstu árini.
Tað verður ikki lætt,
men eg trúgvi upp á tað.
Hon vil kortini ikki nakað
ávíst um, á hvørjum øki, vit
serliga eiga at leggja dent á
at granska.
Eg ætli mær ikki at
koma til nakra óumhugsaða
niðurstøðu, tí eg ætli mær
seta meg væl og virðiliga
inn í støðuna fyrst.
Øll framkomin lond seta
sær sum mál at brúka 3%
av bruttotjóðarúrtøkuni til
gransking. Í Føroyum eru
vit ómetaliga langt frá, tí er
brúka vit ikki meiri enn
áleið 0,7% av bruttotjóðar
úrtøkuni til gransking. Ístað
in fyri at skerja ríkisveiting
ina úr Danmark, hví so ikki
fáa politiska semju um at
marka ein ávísan part av
honum til gransking og
menning?
Tjóðveldið hevur sum
yvirskipað mál at loysa
Føroyar frá danska búskap
inum og vit halda, at einasta
loysnin fyri framtíðini, er,
at vit húsast innanfyri okk
ara egnu fíggjarligu karmar
og menna føroyska samfel
agið til sjálvbjargni og fram
burð út frá okkara egna,
fíggjarliga tilfeingi.
Men mentan er nógv
annað enn gransking, tí tað
fevnir eisini um ítrótt, fólka
kirkju og onnur málsøki,
sum eg eisini gleði meg at
arbeiða við.
Er tað nøkur ávís øki í
landinum, sum eiga at verða
raðfest í sambandi við ment
anarlig átøk og útbygging
ar?
Eg eri landsstýriskvinna
fyri alt landið og eg haldi at
tað er neyðugt at hugsa um
alt landið. Men eg haldi
kortini, at hvat viðvíkur vit
anarstovnum,
mentanar
stovnum, granskingarstovn
um, skúlum og útbúgving
um, stendur støðan í Norð
oyggum ikki mát við tað
búskaparligu styrki, sum
liggur í økinum.
At útbyggja mentanarøkið
kring alt landið, er bara ein
styrki fyri landsins búskap,
leggur hon afturat.
Vandi seg við tankan
Tað kom ikki so øgiliga
óvart á Óluvu Klettskarð, at
henni fór at standa í boðið
at verða landsstýrisfólk í
mentamálum.
Tá ið landsstýrisfólk
skulu veljast, hevur Tjóð
veldið eina fasta manna
gongd og sum ein av ting
limum floksins, eri eg við í
teirri tilgongdini, so eg fekk
eitt ávíst høvi at venja meg
við tankan, sigur hon.
Men tá ið hon segði ja,
var tað sjálvandi tí, at hon
heldur seg hava nakað at
bjóða upp á í sessinum sum
landsstýriskvinna .
Eg eri skúlafólk og havi
gingið í føroyska skúlanum
frá tí lítla bygdarskúlanum í
Haraldssundi til lærdum
háskúla. Eg havi eisini sitið
í ymsum nevndum undir
mentamálaráðnum,
sum
hava við skúlaskap at gera.
Hon er eisini virkandi
nevndarformaður í Leika
lund í Klaksvík.
Norðoyingur í Landsstýrið
Tað verður Óluva Klettskarð, sum skal taka við sum nýggj landsstýriskvinna í
mentamálum.
Tað varð staðfest fyrrapartin leygardagin, tá ið løgmaður kunngjørdi, at
hann hevði tilnenevnt hana at verða landsstýriskvinnu
Klokkan 16 seinnapartin í dag skuldi mótttøka verða í Mentamálaráðnum,
har løgmaður skuldi handa fráfarnu landsstýriskvinnuni, Kristinu Háfoss
fráfaringarskjal og Óluva Klettskarð tilnevningarskjal.
Óluva Klettskarð er 43 ára gomul og úr Haraldsundi. Hon býr í Klaksvík og
undirvísir á Studentaskúlanum á Kambsdali og HF í Klaksvík.
Hon undirvísir í føroyskum og í søgu.
Óluvá Klettskarð er gift við Andrassi Sólstein og eigur dreingirnar Páll, sum
er føddur í 1990 og Ára, sum er føddur í 2001.
Á seinasta løgtingsvali fekk Óluva Klettskarð 158 atkvøður, og hon er
nummar 14 á listanum hjá Tjóðveldinum. Í hesum sambandi hevur hon fleiri
ferðir havt sæti á tingi. Sum nummar 14 er hon næsti tiltakslimur
Tjóðveldisins á Løgtingi við tað, at trý tingfólk hava lagt sessin frá sær tí tey
eru landsstýrisfólk, eins og Sjúður Skaale eisini hevur farloyvi úr
løgtinginum, meðan hann røkir fólkatingsarbeiðið.
Í løtuni hava Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk farloyvi og tí hevur
Óluva Klettskarð í løtuni sæti á løgtingi.
Nú løgmaður hevur tilnevnt Óluvu Klettskarð sum landsstýrisfólk, er Sólfríð
Fjallsbak í Miðvági næst á listanum hjá Tjóðveldinum.
FAKTA
Fráfarandi og komandi landsstýriskvinnur í mentamálum hittusttil stuttan fund á
middegi í dag í flokshølunum á Gamla apoteki
Óluva Klettskarð