mánadagur 1. september 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 166 - 1. september 2008
Frá løgregluni verður
sagt, at vikuskiftið
hevur verið stak frið
arligt. Okkurt smátt
hevur verið, men
eingi stórmál av nøkr
um slag
LøgregLurapportin
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fríggjadagin regnaði illa,
og tá varð løgreglan í Havn
fráboðað um at olja rann út
á sjógv í Tórshavn, men tal
an var um so smáar nøgdir,
at einki varð gjørt við het
ta.
Náttina til leygardagin
varð løgreglan boðsend til
húsaófrið, og í eysturbýnum
varð herverk fram á ein bil,
har ein rútur varð sorðaður.
Leygarkvøldið varð ein
maður inni á støðini og
svav rúsin av sær, umframt
at onkur varð mistonktur
fyri
rúsdrekkakoyring.
Viðkomandi varð tó ikki
funnin.
Náttina til sunnudag varð
boðað frá tónleiki, sum var
til ampa, og í vesturbýnum
varð ein bilur árendur, og
og hin førarin rýmdi av
staðnum. Hann varð tó
funnin, og kann vænta sær
eina heilsan frá fútanum.
Sunnumorgunin kom ein
maður inn á støðina at
sova.
Sunnukvøldið gjørdi ein
springari
landgongd
á
Signabø. Hesin fekst ikki á
sjógv aftur, og varð tí skorin
á
háls
í
samráð
við
sýslumannin.
Í morgun varð boðað frá,
at onkur hevur ripa ein stein
gjøgnum ein rút á einum
sethúsum í vesturbýnum.
Av Argjum varð eisini
boðað frá, at ein bilur hevði
rent á ein garð og ein pela,
og varð síðani rýmdur av
staðnum. Hetta sóu fólk tá
tey komu upp, og tískil veit
eingin
at
siga,
hvør
viðkomandi er, sum hevur
rent á.
Runavík
Løgreglan í Eysturoynni
hevur heldur ikki havt tað
heilt stóra at gera um
vikuskiftið.
Fríggjadagin
varð boðað frá, at onkur
hevur stolið kavaraútgerð
av skipasmiðjuni á Skála,
og er talan um útgerð við
stórum virði.
Leygaradagin varð eitt
minni ferðsluóhapp á Glyvr
um, her tveir bilar bóru við
hvønn annan. Tað sama
kom fyri í Skálafirði, har
Fjarðafestivalur
var
um
vikuskiftið.
Fríggjakvøldið varð onk
ur ónøgdur við »gorilla
hegnið« framman fyri stóra
pallinum á Fjarðafestivali
num, og hetta varð so rætt
að.
Tvær ferðir hevur løgregl
an í Eysturoynni verið kall
að út til húsaófrið, og leygar
náttina vóru tveir mans farn
ir til hendurs í Fuglafirði,
har tiltak var í Mentunar
húsinum. Einki meira var
tó gjørt við hetta málið, og
mennirnir funnu sjálvur
útav at semjast.
Klaksvík
Í Klaksvík hevur eisini ver
ið sera friðarligt um viku
skiftið. Fríggjadagin varð
ein leysur hundur tikin upp,
og ein maður varð koyrdur
til hús. Afturat tí vóru last
vognarnir, sum skuldu á
Truckerfestivalin eskorter
aðir gjøgnum býin. Har
afturat var ein fullur maður
til ampa, og varð so tikin.
Einaferð
leygardagin
vóru nakrir ungir mans
steðgaðir í at heinta svampar
á Norðoyri.
Leygarkvøldið varð boð
að frá royki inni í bygning
inum, har Barok og Pizza
67 húsast. Barok varð latið
aftur, og roykurin kannaður,
Tað vísti seg tó bert at verða
ein lítil eldur í einum málara
í kjallaranum, og talan varð
bert um roykskaða.
Sunnumorgunin
varð
húsaófriður í Klaksvík, har
feðgar vóru farnir til hend
urs.
Eitt lítið ferðsluóhapp var
eisini, har ein fótgangari
varð árendur, og bilførarin
rýmdi av staðnum. Hann er
tó funnin og kann vænta
sær eina heilsan frá fúta
num.
Sostatt kann staðfestast,
at vikuskiftið hevur verið
sera friðarligt, hóast fleiri
smærri og onkur størri til
tøk hava verið um viku
skifið.
Olaus fyribils aðalstjóri
Olaus Jespersen er fyribils settur aðalstjóri í
Mentamálaráðnum. Vágaportalurin skrivar, at Olaus
Jespersen (myndin) røkir starvið frá 1. september, til
nýggjur aðalstjóri verður settur í mentamálaráðnum.
Olaus er deildarstjóri fyri fólkaskúladeildina
í mentamálaráðnum, og hann hevur starvast í
mentamálaráðnum síðani 1986.
Fosturtøkulógin skal endurskoðast
Hetta skal gerast í heilsufakligum umhvørvi, sigur Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður. Hóast samgongan hevur avtalað at parkera fosturtøkulógina,
ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at endurskoða fosturtøku í Føroyum. Hans
Pauli Strøm sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at í fyrstu syftu verður tað
gjørt í einum heilsufakligum umhvørvi. Tað politiska kjakið aftaná ætlar
landsstýrismaðurin at taka aftaná, sigur hann. Ein danskur felagsskapur bjóðar
føroyskum kvinnum at fremja sínar egnu fosturtøkur. Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í heilsumálum, heldur tað vera ógvuliga óheppið, men hann
ásannar, at tilboðið kemur, tí vit hava eina avoldaða fosturtøkulóg bæði í teksti
og hugsunarhátti. Hann vil greina grundarlagið í heilsuligum høpi, heldur enn at
gera tað til eitt politiskt mál fyri ella ímóti fosturtøku.
Friðarligt vikuskifti hjá løgregluni
tíðindi
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í dag byrjaði Elmar Ósá í
nýggjum starvi sum barna
lækni á barnadeildini á
Landssjúkrahúsinum. Hann
útbúgvin í Danmark, og
hevur í høvuðsheitum starv
ast á Ríkissjúkrahúsinum
og sjúrkahúsunum í Hvidov
re og í Næstved.
Formliga verður hann
útbúgvin fyrst í 2009, men
hevur nú staðið alt tað, ið
krevst til at hann kann kalla
seg barnalækna, sum er ser
grein innan læknaútbúgv
ingina.
Fyribils er hann settur í
hálvt ára vikariat, men
ætlandi verður hann settur í
fast starv, og heldur áfram
at arbeiða í Føroyum fram
yvir.
Vit fara nú at leita eftir
grundstykki og ætla at búse
ta okkum fast í Føroyum,
sigur Elmar Ósá, sum frá í
dag av er settur sum barna
lækni á Landssjúkrahúsi
num.
Elmar Ósá er 39 ára gam
al, og er føddur og uppvaks
in í Klaksvík. Hann er sonur
Jógvan Ósá, løgreglumann,
og
er
giftur
Tórunn
Højgaard Ósá. Saman eiga
tey fýra børn. Elmar Ósá er
eisini kendur innan ítrótt,
har hann sum fyrsti føroyski
ítróttarmaður vann heiðurs
mekri í svimjing á Oyggja
leikunum. Hann hevur eisi
ni gjørt um seg í hondbólti,
og varð partur av Neistalið
num, sum vann føroyameist
araheitið í 2000.
Elmar Ósá settur
sum barnalækni