Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 166 - 1. september 2008 87 ár og laðar við sama lag Dánial Poulsen heiman á Sandi, vanliga róptur Dánial á Túgvunum (myndin) fæst enn við at laða gróti. Dánial fekk áhuga fyri hesum arbeiði einaferð í 50-árunum tá ið hann arbeiddi hjá Landsverkfrøðinginum. Dánial minnist væl, tá ið teir laðaðu úti í Líðini. - Hans Dalsgaard var vegformaður, og eg minnist so væl til Hans, tá ið hann laðaði grót har, greiður 87 ára gamli Dánial frá við heimasíðuna bkv.fo. Dánial hevur laðað kirkjugarðin á Sandi og mangar aðrar grótgarðar í bygdini. Gongur væl í Hovi - Vit hava ikki merkt nakað til, at skattainntøkan minkar í Hovi, sigur Delmar Tausen, bygdaráðsformaður við Suðurrás. Hann sigur, at alt gongur sína vanligu gongd, og at tað ikki er neyðug hjá kommununi á nakran hátt at seta tálmandi tiltøk í verk í Hovi. -Arbeiðið at veita allari bygdini reinsað vatn, sum helst verður liðugt um stutta tíð, hevur kostað nógv, so neyvan verður ráð til tað heilt stóra restina av hesum árinum annað enn vanligt viðlíkahald, sigur bygdaráðsformaðurin. Næsta ár verður farið undir arbeiðið at liðugtgera kloakkirnar í bygdini, og hetta kemur helst at kosta nakað av peningi. Hovsbygd er frammanundan væl fyri, tá hugsað verður um kloakering. - Viðgerðartíðin er so drúgv, at vit gjørdu av at siga projektl­eið- aranum upp, tí tað er snøgt sagt einki at gera í l­øtuni, sigur Bárður Niel­sen, stjóri í Stórutjørn STÓRATJØRN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað blívur við at draga út við Stórutjørn. Og leiðslan hevur nú tikið avleiðingarnar av hesum og sagt projekt- leiðaranum, Kára Dal- Christiansen, úr starvi. - Eg tími ikki at blíva við at seta dato á, nær tað er klárt at seta spakan í. Alt er so ótrygt, og tað kemur í drag. Gongst eftir ætlan verður klárt um ársskiftið, men sum gongdin hevur verið, ber ikki til at siga, um tað verður tá ella seinni, sigur Bárður Nielsen. Alt málið mátti leggjast fram av nýggjum, og tað hendi ikki fyrr enn í juli, og málið skal liggja frammi í tríggjar mánaðir. - Fíggjarliga er støðan eisini broytt, og sjálvt um vit ikki beinleiðis merkja sviðan av fíggjarkreppuni, so kennist at hon er har, sig- ur Bárður Nielsen. Tað hava alla tíðina bert verið Bárður Nielsen og Kári Dal-Christiansen, sum hava starvast við málinum, men nú hevur alt ligið stilt í eina tíð. - Tað gevur heldur onga meining bara at sita og rulla fingrar, sigur Bárður Niel- sen. Teir vóru annars í holt við projektering og annað, tá málið mátti leggjast fram av nýggjum, og fyrr enn tann tíðin er úti, gerst ein- ki. Undirveitarar Ætlanin hevur alla tíðina verið at havt eina lítla org- anisatión, og Kári Dal- Christiansen hevur skula staðið fyri arbeiðinum. - Vit hava eina avtalu um, at Kári kemur aftur, tá arbeiðið byrjar, sigur Bárð- ur Nielsen. Hann sigur, at tað alla tíð- ina hevur verið ætlanin, at undirveitarar skulu gera arbeiðið. Kári Dal-Christiansen sjálvur er fullgreiður um støðuna og sigur, at avgerðin er tikin í sátt og semju. - Og fyri meg kemur tað ikki óvart á, og eg havi okk- urt í kikaranum, sigur Kári Dal-Christiansen. Men ikki bert eru tað tær drúgvu viðgerðirnar, ið órógva. - Tað er ein óvissa í øll- um, og tað er nakað, sum marknaðirnir laga seg til. Og tað merkist eisini hjá okkara kundum, sigur Bárð- ur Nielsen. Fyribils hevur hetta so ført til, at projektleiðarin er sagdur úr starvi. Stóratjørn repar seglini Tað blívur við at draga út við Stórutjørn verkætlanini, og Bárður Nielsen vil ikki longur seta eitt dato á, nær spakin verður settur í Vit hava fingið ál­agt at spara tvær mil­l­ión- ir krónur, so vit hava val­t at skerja aktivite- tin á nøkrum økjum, sigur Al­l­an Skaal­um SJÚKRAHÚS Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað ljóðaði, at Landssjúkra- húsið heilt var givið at frem- ja skurðviðgerðir, men hes- um vísir sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, aftur. Vit fingu hesa játtanina treytað av at vit spara tvær milliónir krónur á játtanini fyri í ár. Vit hava so valt at útseta onkra íløgu og avmarkað skeiðsvirksemi millum starvsfólkini, sum annars hevur koyrt í eina tíð nú. Eisini er ávísar skurð- viðgerðir útsettar, serliga slíkar, har liðir skuluj skift- ast, sigur Allan Skaalum, Eisini hini bæði sjúkra- húsini fingu álagt at spara, og so vítt Allan Skaalum veit, megna tey at fremja hesar sparingar á sama hátt, Men tað er sambært sjúkrahússtjóranum einki í søgunum um, at Lands- sjúkrahúsið er givið við øll- um skurðviðgerðum. Landssjúkrahúsið skerjir aktivitetin Vit hava bara minkað ferðina eitt sindur á nøkrum økjum, meira er ikki í tí, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri