mánadagur 1. september 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 166 - 1. september 2008
Seinni í hesum
mánaðinum verður
størsta íløga hjá Nes
kommunu nakrantíð
alment tikin í nýtslu.
Tá verður stóra
skúlabyggingin í
kommununi liðug
Skúli
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Nes
kommunu er greinastubbi
um, at Tofta skúli síðan í
januar mánaða í ár hevur
royndarkoyrt tvey ymisk
tráðleys ljóðanlegg inni í
núverandi 3. og 6. flokki.
- Hetta kom í lag við tað,
at
Jóhannes
Steingrund
(Steingrund Akustik Sp/f)
hevur verið við í arbeiðnum
at útbyggja Tofta skúla fyri
at fáa so góð ljóðviðurskifti
sum gjørligt í bygninginum.
Í londum kring okkum er
kravt, at undirvísingarhøli
eru útgjørd við ljóðanleggi.
- Jóhannes hevur gjørt eitt
uppsøkjandi arbeiðið fyri at
finna hóskandi ljóðanlegg
og hevur bjóðað Tofta skúla
at royndarkoyra tey.
Nógvir fyrimunir
Á heimasíðuni verður sagt,
at lærararnir sum heild eru
sera væl nøgdir við tað eina
anleggið av hesum báðum.
Hetta er ein hátalalari, sum
kann vera tráðleysur við
innbygdum móttakara og
forstyrkjara við sera góðum
ljóði.
- Tvær mikrofonir hoyra
til anleggið; ein vanlig
mikrofon, ein at bera á høvd-
inum og fýra oyramikro-
fonir. Alt er tráðleyst.
Sagt verður, at henda
útgerð vísir seg at hava
nógvar fyrimunir í undir-
vísingarhøpi.
- Øll hoyra tað, ið sagt
verður, og meira ró er í
hølinum, sum aftur gevur
betri arbeiðsfrið. Skjótari er
at koma í gongd og harvið
verður
minni
spillitíð.
Undirvísarin ella næming-
urin hevur ikki fyri neyðini
at hevja røddina fyri at
hoyrast, næmingurin gerst
vanur við at hoyrast og lurt-
að verður eftir tí, hann
hevur at siga.
Lagt verður aftrat, at
oyramikrofonirnar eru sera
góð hjálp til tey, ið hava ilt
við at konsentrera seg.
- Anleggið kann setast til
telduna, so tað eisini er
hátalaraanlegg til teldu og
samvirknu talvuna.
Aðrir fyrimunir, sigur
heimasíðuna, eru, at anlegg-
ið fyllir lítið, og tú kanst
taka tað við tær í hondina
til undirvísing á øðrum
staði, úti ella inni.
- Lærarar, sum hava roynt
útgerðina, siga seg vóna, at
hon verður tøk í øllum
undirvísingarhølum á skúlan-
um, sigur Nes kommuna.
Størsta íløga
Ú-og umbyggingin av Tofta
skúla er annars um at verða
liðug, og ætlanin er, at
skúlin verður alment tikin í
nýtslu seinni í september.
Súni í Hjøllum, varaborg-
arstjóri
og
formaður
í
teknisku nevnd, vísir á, at
skúlabyggingin er størsta
íløga, sum Nes kommuna
nakrantíð
hevur
gjørt.
Kostnaðurin fer eitt sindur
yvir 50 miljónir krónur.
- Við hesi alneyðugu
íløgu verður Tofta skúli
hølisliga ein sera framkomin
skúli, har bæði skúlabørn,
ungdómur og vaksin eisini í
frítíðini kunnu fáa stóra
nyttu av íløguni.
Fyrsta
bygginevndin,
sum varð sett í sambandi
við ætlanir at útbyggja skúl-
an, varð sett longu í 1989,
og formaður í hesi nevndini
var Súni í Hjøllum.
- Verkætlanin var klár
longu í 1990, og kostnaðurin
tá varð mettur til 32 miljónir
krónur. Men tá landsstýrið
avtók 50%-stuðulin, sum
hevði verið í gildi, sam-
stundis sum tíðirnar í Før-
oyum versnaðu, varð ikki
møguligt at fremja hesa
útbygging tá.
Súni í Hjøllum sigur, at
ein minni verkætlan var á
pappírinum seinni í 1990-
unum, men heldur ikki
hendan gjørdist veruleiki, tí
kommunan í staðin mátti
raðfesta at byggja eldra-
sambýlið Vesturskin, sum
stóð liðugt í 2004 og kostaði
16 miljónir krónur.
Einmælt samtykt
- Kommunan hevur kortini
í mong ár sett av pening til
skúlan, og soleiðis høvdu
vit longu sett av 18 miljónir
krónur av, áðrenn henda
íløga varð samtykt, beint
áðrenn seinasta bygdaráð
legði frá sær.
Formaðurin í teknisku
nevnd sigur, at nýggja
bygdaráðið, sum tók við 1.
januar 2005, endurskoðaði
skúlaverkætlanina,
men
hetta endaði kortini við, at
verkætlanin varð einmælt
samtykt av sitandi bygdaráði
tíðliga í 2005.
- Farið varð til verka um
ársskiftið 2005/ 2006, og
nú stendur bygningurin so
at siga liðugur. Hetta fegn-
ast vit um, og vit fegnast
eisini um at sleppa at vísa
skúlabyggingina
fram
alment – við einum hátíð-
arhaldi fyri bygdarfólkinum
eins væl og gestum annars,
sigur Súni í Hjøllum.
Sløk 200
Tá skúlin byrjaði aftur eftir
summarfrítíðina
í
ár,
byrjaðu 21 børn í 1. flokki í
Tofta skúla.
Samlaða næmingatalið í
skúlanum skúlaárið 2008/
2009 er 199.
Útbyggingin av
Tofta skúla um
at verða liðug
Við Tofta skúla eru nú 199 næmingar, 23 lærarar og fýra pedagoskir stuðlar
Mynd: Nes kommuna
Bjarki stillar uppaftur á Sandi
Bjarki Henriksen er ein av fýra meirilutalimunum í Sands Kommunu,
og hann er avgjørdur, og hevur boðað frá, at hann stillar uppaftur tá ið
kommunuval verður í november. Bjarki er formaður í vinnu- og tøkni-
nevndina hjá Sands Kommunu. -Okkara listi fór til val uppá at byggja
ein nýggjan skúla og hann er nú í gerð, og liðugur umleið hálvan
desember í ár sigur Bjarki Henriksen (myndin) í samrøðu við heima-
síðuna bkv.fo. Umframt hetta er hann eisini nevndarlimur í trivnaðar-
og mentunarnevndini, limur í fíggjarnevndini og í stýrinum fyri barna-
skúlan og nevndini í sjálvsognarstovninum Barnagarðurin á Teiginum
og øðrum nevndarsessum hjá kommununi. - Hetta hevur verið ein
spennandi tíð við nógvum avbjóðingum, sigur Bjarki Henriksen.
Fyritøka stríðist fyri líkaløn
- Eg eri sannførd um, at lønin hjá mær er ikki eins góð og tann
hjá mannligu starvsfelagum mínum, sigur Joan Jørgensen, ið
arbeiðis sum skipanarmennari í donsku fyritøkuni KMD. Nú
skal gerast nakað við hetta hjá fyritøkuni. Tí er henda KT-
fyritøkan, saman við fakfelagnum HK farin undir eina størri
kanning sum einaferð fyri allar skal avdúka, hvat er mýta og
hvat er veruleiki tá talan er um lønina hjá starvsfólkunum. Hetta
verður gjørt á tann hátt, at hugt verður eftir viðurskiftunum hjá
øllum teimum 3000 starvsfólkunum í fyritøkuni.