Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 166 - 1. september 2008 Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at talið av lærarum, sum hava sína dagligu gongd á skúl­ anum, er 23, og umframt lærararnar eru fýra pedagog­ iskir stuðlar knýttir at skúlanum. Allar tær nýggju stovur­ nar eru nú tiknar í brúk, umframt at nýggja fim­ leikarhøllin og aulan eisini eru liðug. ­ Køkurin og hondarbeiðs­ stovan eru ikki heilt liðug enn, men verða væntandi klár at taka í brúk innan stutta tíð, verður sagt á heimasíðuni hjá Nes kommunu. Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri og formaður teknisku nevnd, var í fyrstu bygginevndini fyri út-og umbygging av Tofta skúla Mynd: Vilmund Jacobsen Skúlabyggingin í Nes kommunu, sum er ein íløga upp á stívliga 50 miljónir krónur tilsamans, nærkast nú endanum, og seinni í hesum mánaðinum er ætlanin, at út-og umbyggingin alment verður tikin í nýtslu Mynd: Vilmund Jacobsen Arvid Petersen, sum er annar skiparin við Vestmenningi, sigur, at nú upsa­ fiskiskapurin er heldur slakur í løt­ uni, gjørdu teir av at leggja um aftur til gulllaks og fara at selja veiðina uttanlands Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Gulllaksafiskiskapurin hevur verið sera góður í ár og nú bæði virkini, sum hava keypt gulllaks, eru givin at taka ímóti, halda skip kortini fram við at fiska og selja veiðina uttanlands. Teir, sum sigla við hes­ um skipum, siga, at tað hevur viðrað væl í summ­ ar, og somuleiðis hevur fiskiskapurin verið at tí allar besta. Helst betri enn nakran­ tíð áður. Herfyri gavst Tavan at keypa, tí virkið hevði fingið ta nøgd av gull­ laksi, sum svarar til markn­ aðin, ið verður røktur gjøgnum alt árið. Á Tavuni arbeiða tey gulllaksafars. Tá leirvíkingar góvust við at virka fars, keypti Tavan nakað av fiski, sum varð avhøvdaður og frystur til útflutnings. Í Vestmanna, har Atlantis eisini hevur keypt gulllaks í vertíðini í ár, eru teir fyribils givnir at keypa, tí nógvur fiskur hevur verið á goymslu. Hóast virkini í Føroyum eru givin at keypa gulllaks, eru skipini kortini ikki givin við at fiska. Tey eru hildin fram við veiðini og hava landað uttanlands, eitt nú í Skotlandi og Íslandi. Øll trý pørini, sum eru á gulllaksi í hesi vertíðini, hava landað onkra lastina uttanlands. Aftur á gulllaks Herfyri løgdu partrol­ ararnir Vestmenningur og Fram, sum hava verið á gulllaksaveiði í summar, um aftur til upsa, men henda royndin gjørdist stokkut. Arvid Petersen, sum er annar skiparin við Vest­ menningi, sigur, at nú upsafiskiskapurin er heldur slakur í løtunu, gjørdu teir av at leggja um aftur til gulllaks. Vestmenningur og Fram eru í løtuni á gull­ laksaveiði, og ætlanin er, at skipini skulu landa í Íslandi fyrsta dagin. Tá vit frættu av Vest­ menningi í gjárkvøldið, lótu teir væl at fiski­ skapinum. ­ Vit hava fingið nógv meira burtur úr gull­ laksinum í hesi vertíðini enn vertíðini seinasta ár. Arvid Petersen sigur, at nú teir noyðast av landinum við veiðini, tí eingin keypari er í Før­ oyum, verður meira sigl­ ing og mist tíð. ­ Men, sum er hava vit hildið, at tað loysir seg líka væl – og helst betri – hjá okkum at vera á gull­ laksi sum á upsa, nú ups­ afiskiskapurin ikki er nak­ að serligur í løtuni, sigur skiparin á Vestmenningi. Vestmenningur og Fram vóru ein stuttan upsatúr herfyri, men nú eru teir aftur á gulllaksi Mynd: Karstin Vang Eingin keypari - meira sigling - Tað er meira sigling, nú eingin keypari er til gulllaksin í Føroyum, sigur Arvid Petersen, skipari á Vestmenningi Mynd: Karstin Vang Fremja grønlendskan útflutning Hvørjar útflutningsmøguleikar hava grønlendskar fyritøkur, og hvussu skulu grøn­ lendsku fyritøkurnar bera seg at fyri at selja sínar vørur uttanlands? Teinum spurningunum ætla Grønlands Turist­ og Erhvervsråd og danska útflutningsráðið sær at svara við einari røð av fyrilestrum, sum verða í Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut og Ilulissat teir næstu mánaðirnar, sigur KNR. Aftan á hvønn fyrilestur fáa umboð fyri grønlendskar fyritøkur høvi til at fáa ráð og leiðbeining frá einum umboði hjá danska útflutningsráðnum og einum umboði fyri grønlendska vinnuráðið. Tann fyrsti fyrilesturin í røðini verður í Nuuk tann 23. í hesum mánaðinum. Spyrja um veðurlagið Seinni í hesum mánaðinum fara nakrir danskir granskarar til Eysturgrønlands, har teir fara at spyrja veiðimenn og onnur, hvussu tey hava varnast avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Granskaraferðin er komin í lag í einum samstarvi millum donsku veðurstovuna DMI, Nordisk center for regionalforskning og Roskilde Universitets Center. Avtalað er, at grønlendingar verða umboðaðir í granskingini. Tey, sum skipa fyri ferðini og kanningunum, siga, at málið er at fáa staðfest, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka tey samfelagsligu og tey sosialu viðurskiftini í lokal­ samfeløgunum. Granskararnir skulu fyrst vitja Ittoqqortoormiut og síðani Tasiilaq.