Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 153 - 11. august 2001 Nr. 153 - 11. august 2001 11 Hans Pauli Strøm løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Tað er ikki bara viðvíkjandi ætlaðu eftirlønartrygging- ini, at landsstýrissamgong- an gongur beinleiðis ímóti fakfeløgunum. Tí tað sama er skilið viðvíkjandi roynd- unum hjá fakfeløgunum at yvirtaka Føroya Lívstrygg- ing, sum teirra limir frammanundan eiga megin- partin av. Í summar avgjørdu feløg- ini so at leggja sak móti landsstýrinum fyri ólógliga ognartøku, tá landsstýrið tann 1.1.2000 gjørdi sjálv- ognarstovnin Fø. Lívs- trygging til alment parta- felag. 500.000 kostaði tað landsstýrinum at ognartaka Fø. Lívstrygging, ið um- situr eina samanlagda upp- sparing uppá 948 mió. kr. Hetta varð samtykt í øgiligum skundi í løgting- inum beint uppundir jól 1999. Javnaðarflokkurin vildi tó ikki taka undir við hesum - vit hildu ikki at greiða var um ognarviður- skiftini – vit hildu ikki at landsstýrið kundi taka eina ogn, sum tað ikki átti, og gera hana til partafelag við sær sjálvum sum einaeig- ara. Óloglig ognartøka av Lívstryggingini Og í vár vísti tað so seg, at landsstýrið gjøgnum lands- stýrisins meiriluta hevur framt eitt tjóvarí av sjálv- ognarstovninum Fø. Lívs- trygging, har tað eru trygg- ingartakararnir, tvs. fyri tað mesta løntakararnir og limirnir í fakfeløgunum, sum eiga rættin til øll aktiv- ini í felagnum. Hetta varð nevnliga staðfest av advo- kati og sjálvum táverandi fíggjarstjóranum í Fø. Lívstrygging (t.e. núver- andi stjóranum), í skrivi til Fø. Landsstýri longu í okt. 1997 – eitt avgerandi skriv, sum Landsstýrið tó »gloymdi« at lata løgting- inum undir viðgerðini av málinum, og sum tí ikki kom undan kavi fyrr enn einaferð í vár. Í hesum skrivi verður staðfest: »Hildið verður ikki at tað ber til at umskipa Føroya Lívstrygging sum sjálveigandi stovnur til partafelag«. Og »Niður- støða: Vísandi til omanfyri standandi verður mett, at Føroya Lívstrygging er sjálveigandi stovnur, at tryggingartakarin hevur rætt til øll aktiv, sum eru í Føroya Lívstrygging, at umsitingin av Føroya Lívs- trygging kann verða av- handað fyri pening«. Semja var um yvirtøkuna, men landsstýrið sveik Fakfeløgini, hvørs limir eiga meginpartin av aktiv- unum í Lív (feløgini siga 80%, landsstýri sigur 49,6%), stevna nú lands- stýrinum, tí tey í langa tíð til fánýtis royndu at sam- ráðast um eina semju við landsstýri og Lív, um at yvirtaka og keypa Fø. Lívs- trygging. Í veruleikanum var man komin so langt í vár, at semja var millum allar partar. Høvuðstátturin í semjuni var, at løntakarafeløgini skuldi yvirtaka Lív saman við Tryggingarfelagnum Føroyar, soleiðis at fak- feløgini skuldu sita við 51% og Tryggingarfelagið við restini. Síðani skuldi tann parturin, sum hevur eftirlønaruppsparingarnar hjá feløgunum, skiljast burturúr. Hendan partin skuldi fakfeløgini vegna limirnar eiga 100%. Hin parturin, lívstryggingarnar, skuldi so Tryggingarfelagið eiga og reka. Men so hendir tað knappliga í juni í ár, at landsstýri, sum skal góð- kenna hesa semjuna, gong- ur frá øllum. Feløgini sleppa ikki at yvirtaka Lív. Men hvat bjóðar landsstýr- ið teimum í staðin? Jú, tey kundu sleppa at fáa 1 umboð í nevndina – onki annað !!! Hetta var sjálvandi ein so stór provokatión móti feløgunum, at tey nú hava stevnt landdstýrinum fyri ólógliga ognartøku. Øll fakfeløgini mugu vera við í yvirtøkuni Javnaðarflokkurin tekur fult undir við sjónarmiðun- um hjá fakfeløgunum: Landsstýrið eigur beinan- vegin at taka samráðing- arnar uppaftur við fak- feløgini, rudda misskiljing- ar av vegnum, og fáa lív aftur í ta semjuna við fak- feløgini, sum var innan- borða. So sleppur lands- stýrið eisini undan einum óvirðiligum slagsmáli við fakfeløgini í eini drúgvari rættarsak. Hinvegin haldi eg eisini, at hesi fakfeløgini, sum eiga eftirlønarskipanir í Lív, eiga at fáa hini fak- feløgini, sum standa uttanfyri Lív, fyrst og fremst Føroya Arbeiðara- felag og Føroya Fiski- mannafelag, við í arbeiði við ætlanunum um at yvir- taka Lív. Tí øll feløgini eiga at vera saman um hetta, so at Lív kann um- skipast til teirra egni felags pensjónskassa, ein pen- sjónskassa, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin. Nýggj lóggáva um eftirlønaruppsparing Ætlanin at yvirtaka Lív kann eisini vera strategisk fyri at kunna skapa møgu- leikar hjá teimum feløgum, sum bert vilja hava sam- haldsfastar eftirlønargrunn- ar, men sum verða forðað av hesum av verandi trygg- ar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Verður Lív yvirtikið av feløgunum og umskipað til tann sentrala pensjónskass- an á arbeiðsmarknaðinum, ber til at gera nýggja lóg- gávu um eftirlønartrygg- ingar, sum ikki forðar feløgunum at skipa sínar eftirlønaruppsparingar so sum tey sjálvi vilja. Ætlanin um at fakfeløg- ini yvirtaka og gera Lív til teirra felags pensjónskassa, passar eisini sum fótur í hosu til eina nýggja heild- arætlan fyri alt pensjóns- økið: nevnliga eina skipan, ið byggir á 3 súlur: • fólkapensjónin • samhaldsfasta eftirlønin, sum saman við fólka- pensjónini skal verða á so høgum støði, at ein rími- lig grundpensjón til allar borgarar verður tryggjað. • eftirlønaruppsparingar, sum hvørt felag skipar fyri sínar limir, alt eftir møguleika og tørvi. Hvat er støðan hjá hinum flokkunum? Undir viðgerðini av løg- mansrøðuni spurdi eg eftir, hvørja støðu hinir flokk- arnir høvdu til hetta málið, men fekk ikki rættiliga nakað svar. Eitt er, at flokk- arnir ikki eru á einum máli um eina generella eftirløn- arskipan fyri allan arbeiðs- marknaðin, men fyri tað kunnu teir hava eina mein- ing um, at fakfeløgini vilja sleppa at yvirtaka og gera Føroya Lívstrygging til teirra egna pensjónskassa. Tað kann ikki bera til, at ein fólkafloks landsstýrismað- ur skal sita og ráða (og forða?) fyri hesum. Latið fakfeløgini yvirtaka Føroya Lívstrygging - so kunnu tey skipa teirra egna pensjónskassa VIÐMERKINGAR Helena Dam á Neystabø Sjálvstýrisflokkurin Nú sær út til, at loysnin í sjálvstýrismálinum er í eygsjón. Hvønn einasta dag fáa vit prógv fyri, at semjan um at gera eina yvir- tøkuætlan, og semjan um at gera Føroyar leysar av donskum pengum – eftir einari fastari ætlan frá nú av og fram til ár 2012 – er ein ætlan, sum ber fram á mál. Ein semja sum m.a. vit í Sjálvstýrisflokkinum løgdu alla okkara orku í at røkka tíðliga í vár, tá ið samgongan, sum øll minn- ast, hekk í einum klønum tráði. Ein semja, sum er samtykt í Løgtinginum. Skjøtul er longu settur á tær fyrstu yvirtøkurnar, og vit hava boðað frá, at blokkstuðulin skal minka longu næsta ár. Gøtan er greið – og tað fara bara at vera trupul- leikar her heima í Føroy- um, sum av álvara kunnu oyðileggja okkum ætlan- ina. Øll vita, at hetta er ein stór uppgáva, hon tekur tíð, krevur hegni og fram um alt er tað neyðugt, at vit alla tíðina leggja orku í at skapa semjur og ikki sum nú stríð og ósemju. Sjálvandi fara vit at møta mótgangi og forðingum – men tær eru allar til at vinna á. Men nú er panikkur í monnum. Nú ræður um fyri alt í verðini, at skapa totalan forvirring, og at finna ósemjur, har einki grundarlag er fyri ósemju. Við tí eina endamáli, at fáa fullveldisætlanina at bróta saman. Tað miseydnaðist í vár hjá Tjóðveldisflokkin- um og Fólkaflokkinum. Tað má heldur ikki eydnast hesuferð. Nú samtakið Hesuferð ætlar at samskipa eitt álop móti arbeiðinum, at føra Løgtingssamtyktina um Sjálvstýri Føroya Fólks út í lívið, kann tað bara føra til so stóra spjaðing, at full- veldisætlanin fer fyri bakka. Tað sama kann sig- ast um øsingina hesa sein- astu tíðina um ymsar strategiir í fullveldismálin- um, um búskapargrunnin, um samráðing við danir ella totala konfrontatión – alt hetta hevur bert eittans endamál, at forkoma sjálv- stýrisverkætlanini. So einfalt er tað. Tað eiga øll at duga at síggja. Og fer tað at eydnast løgmanni og varaløgmanni – tjóðveldis- flokkinum og fólkaflokkin- um at forkoma sjálvstýris- verkætlanini, ja so hava teir báðir uppiborið at fingið ein danskan riddarakross. Lat okkum fyri alt í verð- ini ikki forkoma hesum søguliga møguleika at halda fast um eina ætlan, sum ber á mál, og sum allir føroyingar kunna kenna seg tryggar við. Dan R. Petersen, javnaðarmaður Eg eri í øðini, í øðini inn á Helga Jacobsen í útvarpinum og Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen í sjón- varpinum. Kjartan Hoydal havi eg onga virðing fyri. Helgi Jacobsen leiðir eina samrøðu millum Kjartan Hoydal og løgmann. Kjartan kemur lotur og skammfukt- aður í telefonina (tað hevði hann jú alla grund til), men fær hann eftir fáum sekundum snarað prátið inn á dagsins politikk. Evnið í e-mailinum, undirgrundarvirksemi, bleiv als ikki viðgjørt. Antin miðvís planlegging av Helga Jacob- sen ella meira amatøraktugt enn loyvt er. Í øllumførum skammiligt. Og síðani sjónvarpið. Øssur setur Kjartani 2-3 einkisigandi spurningar, og síðani leggur Brynhild Thomsen sum ein óløgi í krovið á løgmanni. Og tá innslagið er av, stendur løg- maður eftir sum ein flongdur smádrongur, sum ongantíð fekk orðið fyri seg. Hetta er føroyskur journalistikkur! Fyri ein ordans skyld skal eisini sigast, at tjóðveldis- politikkarin, Leivur Hansen, var vertur fyri »Degi og Viku« hetta kvøldið. Men sjálvandi hevur tað týdning longu nú at gera seg væl við komandi sjónvarps- stjóra, sum jú eisini er ein av Kjartansa »pennavinum«. Tað sum málið snýr seg um, og sum als ikki kom fram í sendingunum hoskvøldið, er, at ein toppembætismaður gjøgnum mong, mong Harrans ár og pápi varaløgmann skriv- ar til nakrar lyklapersónar og bjóðar seg til at fabrikera lesarabrøv, sum onnur so kunnu umskriva og senda bløðunum. Hvussu mong ó- fantalig lesarabrøv man Kjart- an eiga higartil, og sum aðrir hava undirskrivað? Eitur nakar greinskrivari Vágfjall, Persson, Úlvsá o. s. fr? Ella er hetta pseudonym fyri ein feitan eiturkopp, sum situr niðri í London og togar í tær nationalistisku træðrirnar í Føroyum? Og síðani eggjar Kjartan til mótmæli móti løgmansins politikki, sum jú eisini Tjóð- veldisflokkurin hevur givið seg undir – í øllum førum á pappírinum. Hvussu man sonur Kjartan Hoydals hava tað, tá ið hann hyggur í eyguni á løgmanni, um hann torir? Hentur pápi at hava, tað má sigast. Føroya fólk kennir nú slagið og veit, hvat tað skal kempa ímóti. Í so máta kom tað væl við at »verðinsmaðurin« Kjartan Hoydal so fullkomi- liga skeit í dansin. Og síðani skal bara leggjast afturat, at Gud náði okkum fyri fullveldinum, tá ið tann almenna pressan longu nú tykist líka einsrættað sum tann hjá Slobotan Milosowich á sinni. Feðgar á ferð Nú er panikkur í monnum Bólkurin Caput fer á Listastevnuni at spæla føroysk tón- leikaverk Dagfinn Olsen Mynd: Jens Kristian Vang Íslendski bólkurin Caput skal á Listastevnuni spæla verk eftir føroyskar tóna- smiðir. Talan er um Blak, Bogason og Rasmussen, umframt eitt íslendskt stykki og eitt danskt. Bólkurin hevur sum mál at spæla nýggj verk. Caput byrjaði í 1987 og hevur ferðast nógv. Bólkurin hevur eisini vitjað í Føroyum fyrr. Ein partur av bólkinum skal í næstum leika í Kina. Bólkurin hevur givið nógv verk út á fløgu, og m.a. verður nú arbeitt við tónleiki hjá Sunleif Rasmussen, sum Caput spælir inn fyri forlagið svenska BIS. 15 fólk eru við bólkinum, 16 við solisti, ið hesaferð verður Jóannes Andreas- sen, og eisini verður Ólavur Jacobsen solistur. Gúdni Franzen er ein av monnunum aftan Caput og hann er maður Láru Stefansdóttir, ið dansar ballet og er eisini við har. Caput 2001 2001 Teitur Lassen hevur nógv jørn í eldinum úti í heimi. Men júst nú vitjar hann lista- stevnuna og hevur eisini givið út stak- fløgu Dagfinn Olsen Mynd: Jens Kristian Vang Teitur Lasen spælir á Listastevnuni saman við Eivør Pálsdóttir, men eisini sum einstaklingur við egnum bólki. Teitur var hóskvøldið í Trongisvági og leikti. Hó- ast ov langt var milum teirra, ið leitaðu sær at lurta, so sigur Teitur, at sera hugnaliigt var at leika og at talan var um eitt gott kvøld. Teitur leikar sum einstak- lingur, tó ein konsert er, har Eivør Pálsdóttir er við á palli. Við sær hevur Teitur tveir danskar tónleikarar, um- framt føroyska guitarsnill- ingin Leiv Thomsen. Teitur fegnast um at hava ein bólk við, eftir at hann seinnu tíðina hevur verið nógv á palli einsamallur. Fløga Teitur var í vetur í Føroyum í 3 mánaðir. Umframt farm- førslur, fekk hann stundir at fara í upptøkuhøliini hjá Jákupi Zacahriassen - JakZac studio. - Hetta var gott, tí so fekk eg gjørt okkurt skilagott, meðan eg var heima. Eg fekk hetta pakkatilboð frá Jákupi, ið hevur studio og ReproZ. Talan er um stak- fløgu. Tað primera vóru upptøkurrnar, ikki útgávan, men táð varð hildið gott hugskot at geva út. Og so havi eg eisini okkurt, ið eg kann brúka til promotion, - fløgur at hava við, tá eg eri úti og spæli, sigur Teitur. Á fløguni eru mong góð nøvn handan ljóðføri og knøttar: Rógvi á Rógvu, Jan Zachariassen, Regin Guttesen, Magnus Johanne- sen, Jákup Zachariassen, Óli Poulsen, Brandur Jacobsen, Torkil Johanne- sen og Mikael Blak. Út aftur í heim Longu mánadagin fer Teit- ur av landinum aftur. Hann skal taka tónleik upp í Nashville og í Los Angeles, umframt at hann skal leika ymisk støð. Teitur á ferð og fløgu 2001 Gúdni Franzen er ein av monnunum aftan Caput og hann er maður Láru Stefans- dóttir, ið dansar ballet og er eisini við har. Tróndur Bogason, Kristian Blak og Jóannes Andreassen Teitur Lassen vitjar við donskum tónleikarum. Umframt spælur Leivur Thomsen við C M Y K 11 10