Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 153 - 11. august 2001 Nr. 153 - 11. august 2001 13 Á hvørjum ári síðani Háskúlin varð stovn- aður í 1899 hevur verið skipað fyri fólkafundi ólavsøku- aftan. Tað plagdi at vera Háskúlafelagið, sum er felagið hjá fyrrverandi næming- um, sum skipaði fyri, men seinastu árini hevur skúlin skipa fyri fólkafundinum. Vanliga er ein gesta- røðari, farið verður upp á gólv og skúlin bjóðar drekkamunn. Gestarøðarin í ár var Kirsten Brix, og prenta vit røðu henn- ara: Kirsten Brix Mítt persónliga samband við Føroya Fólkaháskúla er óbeinleiðis, soleiðis at skilja, at eg ongantíð havi gingið á háskúla, men alt mítt arbeiðslív havi hildið til í hinum partinum av skúlaskipanini. Men eg havi verið so heppin at fáa styrk til eina granskingar- ætlan, sum snýr seg um ritverkið hjá Regini í Líð, og í tí sambandi slepst ikki uttan um Rasmus Ras- mussen. Yvirhøvur er tað ringt at sleppa uttan um tann mannin fyri tann, sum fæst við føroyskt sam- felagslív í fyrru helvt av 20. øld. Hann er ein risi. Í 1944 bar William Heinesen í grein í Varðanum Regin í Líð saman við Guttorm í Múla, hann sigur m.a.: Tað er eyðvitað, at ein- stakir núlivandi føroyingar hava ymisk skaplyndi til felags við Guttormi. Ein maður sum Regin í Líð er eins og hansara navnframi landi frá sagntíðini ein vitur maður, ið hevur lisið í náttúrarinnar stóru bók so væl sum í mangari minni, og báðir eru teir góðir ráð- gevarar, »frálíkir í ávikum og álitismenn í øllum lutum.« Tann, sum skal viðgera tilfarið eftir teir báðar, Rasmus Rasmussen og Regin í Líð, má fara tíðliga upp og hava eitt langt lív framman fyri sær. Har er ikki bert talan um kvantita- tiva mongd, men um eina góðsku, sum ber prógv um eitt begávilsi av teimum sjáldsomu. Hóast hann livdi eitt langt lív, frá 1871 til 1962, er tað arbeiði, hann gjørdi, og tað rit- verkið, sum liggur eftir hann, so rúgvismikið, at tað er ófatiligt, at tað skal hava borið til hjá einum manni at vera so virkin. Hann var timburmaður, stovnaði háskúlan saman við Símuni av Skarði og var lærari har, hann var rithøvundur, skrivaði bæði lærubøkur og fagrar bókmentir, var týð- ari, ummælari, fakfelags- skrivari, blaðmaður, løg- tingsmaður, náttúruvísinda- maður. Um hann er tað ikki fótatraðk at siga, at hann dugdi alt, men ikki nóg mikið við tí, hann dugdi tað á einum sera høgum støði. Í dag ætli eg at lata Regin í Líð liggja og í staðin við- gera nakrar tættir í einari grein, sum Rasmus Ras- mussen skrivaði í 1902, og sum hann kallaði »At lesa og hoyra«. Menniskjan er skapað til at rannsaka og hava skil á tingunum, sigur hann, og til hetta endamálið hevur hon fingið heilan. Men heilin er ikki fullkomin frá byrjan. Sum allir aðrir limir má hann brúkast, fyri at nøkur menning kann fara fram. Men ein dygdargóð menn- ing, t.e. ein tilgongd har mørk alla tíðina verða flutt, er treytað av, at lesarin er førur fyri at taka ímóti við skili, og hetta er so aftur treytað av, at talan er um lesitilfar við skili í. Hann vendir sær ímóti tí slagnum av lestri, sum vit í dag kalla lættisoppalesnað. Fyri at ein bók skal hava virði, »má hon ávirka lesaran soleiðis, at hann eftir fyrsta lestur av henni kennir seg andaliga uppbygdan, á somu tíð sum nýggir tankar daga í hansara sjónarringi; um teir enn vísa seg kámir og óklárir, so leiða teir tó hugan til at leita framm eftir og lata hann gruna, at nakað liggur aftan fyri tað, ið skrivað stóð – nakað dragandi vakurt, sum førir á rætta leið. Slíkt kann geva hug at lesa bókina uppaftur og at geva henni betri gætur enn áður.« Hetta eru tankar, sum sami dugur er í í dag sum fyri hundrað árum síðani. Einki er so drepandi fyri lesihugin sum bókmentir, har rithøvundurin ikki kann lata vera við at leggja seg uppí og fortelja lesaranum, hvat hann ella hon skal halda. Lesarum í øllum aldrum dámar at sleppa at skapa sínar egnu myndir og tolkingar, at órógvast av óvanligum tonkum og per- spektivum. Tað er ein fragd at vera lesari, tá ið rithøv- undurin tekur sítt yrki og sín lesara í álvara. Sannar bókmentir eru bókmentir, har rithøvundurin skapar eina verð, har persónar, hendingar, og hvat tað nú kann vera, verða lýst sam- bært teimum lógum, sum hann ella hon hevur pallsett í tí einstaka verkinum, har hugburður og meiningar koma til sjóndar í tekstin- um sjálvum gjøgnum søgu- gongdina, persónslýsing- ina, málið o.s.fr. Um tað er tann realistiska verðin hjá Oddvør Johansen, tann fantastiska hjá Annfinni í Skála ella tann modernist- iska hjá Svávu Jakobsdótt- ur, hevur ongan týdning. Kravið er tað sama: verkið skal vera erligt mótvegis sær sjálvum. Rasmus leggur dent á, at tað at duga at lesa við skili ikki er nakað, vit eru fødd við, men nakað, vit mugu læra. Hugurin verður kveiktur gjøgnum oyrað, við at hoyra hitt livandi orðið. Hann sigur: Lestur av góðum skrift- um kann ikki metast ov- dýrur, táið talan er um, hvussu hin einstaki skal nøra og væla um sítt ands- lív; men hann er ikki væl skikkaður til at kveikja lív í teim ungu og enn minni til at vekja fólk úr andaligum svøvni. Til tess má nýtast hin mesta heiðursgáva, vit hava av skaparans hond – hitt livandi orðið, sum tað við megi kann streyma úr einum av andanum fyltum mannabrósti. Er fyrst av sonnum rætt lív kveikt í ungmenninum av hinum livandi orðinum, so er sloppið úr størsta vanda; tí tann natúr býr í okkum, at har sum lív er til steðar, leitar tað altíð framm til ljósið. Fylgja vit nú hesari slóðini yvir í skúlaverðina, sum var eitt av teimum evnum, Rasmus Rasmus- sen var upptikin av bæði sum lærari og í greinum gjøgnum eina hálva øld, so síggja vit, at tann sami pro- blematikkur ger sær gald- andi í undirvísingini. Tað er eitt krav, at undirvísingin skal taka støði í næmingin- um. Hvat merkir nú hetta? Tað merkir, at lærarin skal skipa frálæruna og tilfarið á ein sovorðnan hátt, at hann ella hon letur upp fyri ein- ari samrøðu við næmingin. Tað er uppgávan hjá lærar- anum at duga at skapa eitt pedagogiskt rúm, har tað fakliga sleppur at mennast. Í kravinum um at taka støði í næminginum liggur somuleiðis, at næmingurin ikki verður fataður sum eitt tómt kar ella ein tabula rasa, sum tað er uppgávan hjá læraranum at fylla. Næmingarnir bera eina mentan við sær, sum er úrslit av uppvøkstri og umhvørvi. Í nýggjari náms- frøðiligari gransking verð- ur talað um tað polyfona ella fleirraddaða undirvís- ingarrúmið. Latið okkum venda aftur til bókmentirnar. Ein høv- uðstáttur í móðurmálsund- irvísingini er at lesa bók- mentalig dygdarverk. Tað er bæði alment og persón- liga mentandi. Alment tí bókin gevur innlit í menn- iskjanslig viðurskifti í breiðastu merking, persón- liga tí bókin bjóðar lesar- anum av og tvingar hann ella hana til aktiva støðu- takan. Ein samrøða í flokk- inum um eina bók byrjar ofta við dóminum: hon er góð ella hon er vánalig. Grundgeving krevur fak- ligan førleika, og hann verður stigvíst útbygdur við teimum amboðum, sum eyðkenna lærugreinina. At vera vælkendur við hugtøk- ini í bókmentagreining: bygnað, sjónarhorn, frá- søguhátt, persóns- og um- hvørvislýsing, myndamál o.s.fr. ger næmingin føran fyri at seta orð á tær kensl- ur, hann ella hon upplivdi í møtinum við bókina. Tann prosess, sum har verður sett í gongd, er við til at menna medvitið hjá næminginum, bæði málsliga, menniskj- ansliga og samfelagsliga. Livandi undirvísing er interaktiv, t.v.s. at frálæran fer fram sum ein samrøða millum lærara og næming- ar, og millum næmingar sínámillum. Tann hevd- bundna pultsundirvísingin er enn sum áður týdningar- mikil. Sum eg nevndi om- anfyri leggur Rasmus Ras- mussen í síni grein alstóran dent á, at hugurin verður skaptur við at hoyra. Tá ið farið verður undir eitt nýtt evni, leggur lærarin tað fram, tað er hann ella hon, sum hevur ta vitanina og tað yvirlitið, sum skal til, fyri at gera tað ókenda spennandi. Ymiskleikin hjá næmingunum krevur, at lærarin hevur so stórt fak- ligt avlop, at hann ella hon kann lofta við tilfarinum á skiftandi stigum og úr skiftandi sjónarhornum. Gjøgnum plenumdiskus- sión, bólkaarbeiði ella ein- staklingsarbeiði gerast næmingarnir vanir við at brúka tey fakligu amboðini, stigvíst víðkast og dýpist teirra innlit, og tey verða før fyri at yvirskoða og greina støðugt torgreiddari viðurskifti. At skipa eina miðspjadda undirvísing Kirsten Brix í røðu á Háskúlanum á ólavsøku: »At lesa og hoyra« Kirsten Brix helt røðuna á fólkafundinum á Háskúlanum ólavsøkuaftan setur stór krøv til tann fakliga førleikan hjá lærar- anum, tí innlæringin fer fram í tí spontanu støðuni, og tað er ymiskt, hvussu tann einstaki næmingurin skal fáast hartil, at hann ella hon dugir at umseta sína vitan og sínar royndir í eina fakliga praksis. Tað ber til at læra næstan, hvat tað skal vera, eisini við lítlari og ongari motivatión, og eg havi ta áskoðan, at ein breið paratvitan er ein neyðug barlast hjá øllum. Ein haldi eisini, at uttanat- læra í ávísum førum er eitt gott amboð, tí hon kann vera tann stytsti vegurin til innlæring. Men fyritreytin fyri, at innlæringin flytir mørk, er, at tað eydnast at fáa í lag eitt samband mill- um tilfarið og ein strong í næminginum. Tá verður ikki bert lagt afturat mongdini av vitan, tá fer innlæringin fram á einum hægri støði, har næm- ingurin verður førur fyri at abstrahera, t.e. at gera sínar egnu niðurstøður og skipa vitan og royndir í eitt samanhangandi mynstur. Tað málsliga medvitið, sum verður ment við at lesa og arbeiða við m.a. bók- mentum, stuðlar menning- ina av tí skrivliga førleikan- um hjá næminginum. Tú lærir at skriva við at skriva, er ein meginregla í tí sonevndu tilgongdarvendu skrivingini. Tað er sannlíkt. Men tað er bara ein partur av sannleikanum. At lesa dygdarbókmentir styrkir mállærukensluna, viðkar orðatilfarið, mennir ab- straktiónsstøðið og gevur dirvi til størri kreativitet. Tá ið tað kemur til inni- haldið í undirvísingini, hevur tann einstaki lærarin eitt ávíst frælsi. Men eitt- hvørt land hevur eina ment- anarliga traditión, bæði í tí einstøku lærugreinini og sum grundarlag undir skúlaskipanini sum heild. Nú er tað ikki víst, at tey ungu eru samd við læraran um tað skilagóða í, at tað t.d. er neyðugt at læra at stava føroyskt rætt, at lesa modernaðar yrkingar ella teir somu klassikararnar, sum foreldrini lósu, at læra kvæði, Føroya søgu og mangt annað. Tað er ein stór avbjóðing hjá læraran- um, bæði fakliga og náms- frøðiliga, at fáa í lag eina samrøðu millum næming- arnar og eitt tilfar, sum tey kanska møta upp við einum negativum hugburði móti. Men mentanin er ikki eitt fornminnissavn, hon heldur sær bert á lívi, um hon alla tíðina verður skumpað og mýkt og fær avbjóðingar úr nýggjum sjónarhornum og við ótraditionellum amboð- um. Samrøðan í skúlastov- uni fær lív av breidd í teirri vitan og teimum royndum, næmingarnir nærkast upp- gávuni við, og tað dygdar- góða undirvísingartilfarið tolir at verða handfarið við bæði grovum og fínum háttaløgum. Eg havi hug at nevna tvey aktuell dømi um samrøðu millum klassiska og nútím- ans føroyska mentan. Rokkbólkurin »Týr« hevur við sínari tolking av »Orm- inum langa« latið kvæða- heimin upp fyri ungdómi, sum annars hevur verið fremmandur mótvegis tí traditiónini ella kanska beinleiðis avvísandi. Og við síni hugtakandi fram- førslu av »Som den gyldne sol frembryder« hevur Ei- vør Pálsdóttir gjørt kingo- sang til ein part av ung- dómsmentanini. Tað at læra verður ofta knýtt at orðum sum t.d. tor- ført, tungt, strævið, óinte- ressant. Tað er nakað, vit øll kenna til. Hinvegin hava vit eisini øll upplivað gleð- ina við knappliga at skilja ella at duga nakað, sum kravdi eitt arbeiði av okkum. Rasmus Rasmus- sen lýsir tað í sínari grein soleiðis: Oftast gongur tað so, at spurningurin av fyrstu tíð er myrkur og tykist at vera ómøguligur at koma ígjøg- num; men við ídni og trúfast arbeiði losnar ein knútur fyri og annar eftir, meðan tað glampar og glimtar fyri huganum, sum hevði tað rivið í tokuni, ið lá oman yvir øllum. Glimt- ini eru í fyrstuni fá og knøpp sum snarljós at tekkja, men vit hava tó ein hóma av tí, sum finnast skal. Í slíkum eygnablikk- um havi eg sætt andlitið á viðkomandi ungmenni klárna og slíkt lív koma í, at illa hevur gingist við at sitið stillur og latið verið at rópt eitt sindur av gleði. Máliskan »at loysa knút- ar« sum mynd av einari mentandi lærutilgongd er beinrakin. Tað ber til at høgga ein knút av fyri at fáa hann upp, men tá er eingin nýggjur førleiki lagdur afturat, og vit standa á sama støði næstu ferð. Verður tann arbeiðsgongdin brúkt hvørja ferð, standa vit til seinast eftir við eini rúgvu av leysum endum, sum ikki kunnu brúkast til nakað. Menna vit hinvegin vit og skil við at læra at brúka tey røttu amboðini, verða vit før fyri at fóta okkum í eini skjótt skiftandi og villing- arsamari verð. At vaksa fakliga og menniskjansliga krevur eisini opinleika mótvegis umheiminum og øllum teimum møguleik- um, sum finnast. Er opin- leikin grundaður á persón- lig og mentanarlig virðir, sum tað einstaka menniskja kann miða seg eftir í meldrinum av tilboðum, er leiðin út í lívið trygg, ella sum Rasmus Rasmussen endar sína grein við at siga, so verða vit før fyri »við sáttligum sinni at taka móti teimum umskiftingum, sum lívið á foldum førir við sær.« Tað málsliga medvitið, sum verður ment við at lesa og arbeiða við m.a. bók- mentum, stuðlar menningina av tí skrivliga førleikanum hjá næminginum. Tú lærir at skriva við at skriva, er ein meginregla í tí sonevndu tilgongdarvendu skrivingini. Tað er sannlíkt. Men tað er bara ein partur av sann- leikanum, sigur Kirsten Brix Tað at læra verður ofta knýtt at orðum sum t.d. torført, tungt, strævið, óinteressant. Tað er nakað, vit øll kenna til. Hinvegin hava vit eisini øll upplivað gleðina við knappliga at skilja ella at duga nakað, sum kravdi eitt arbeiði av okkum. C M Y K 13 12