Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 skuffur verða við buldur og brak blakaðar í lastina, og so er fult. Her er eingin tíð at spilla. Tveir tímar eftir at skotið er latið av, skulu teir seks last- bilarnir hava tømt alt grótið burtur. Hesum hevur Ruth ábyrgdina av. Í hvørji salvu verða góðir 300 rúmmetrar av gróti sprongdir burtur. Fyri at náa tíðarfreistina, tøma bilarnir í fyrstu atløgu lastina beint uttan fyri tunnilsmunnan í eina stóra rúgvu av grótið, sum heilt einfalt verður kallað »lagr- ið«. Vanliga koyra teir seks lastbilarnir átta túrar hvør við gróti eftir hvørja salvu. Og oftast lukkast tað teim- um at halda seg innan fyri tveir tímar. Eftir tað koyra bilarnir grótið frá »lagrinum« til Kollafjarðar, har stórar út- byggingar fara fram á kei- økinum. Nakrar tímar seinni er aftur klárt at spreingja í tunnlinum. Teir, ið standa fyri spreingi- arbeiðinum, ringja til Ruth, sum syrgir fyri at manna lastbilarnar, ið so koyra inn í tunnilin fyri at tøma grót- ið út. Sum oftast er Ruth førari á einum av bilunum. Alt samdøgrið Hendan dagin vit eru við, byrjaði arbeiðsdagurin hjá Ruth klokkan hálvgum sjey, tá fyrsta salvan á degnum bleiv sprongd. Nú klokkan er tvey, er onnur salva júst latin av, og ein verður latin av aftur seinni um kvøldið. – Eg vænti at mín ar- beiðsdagur fer at enda um tólv tíðina í kvøld, sigur Ruth. Í tunnlinum verður ar- beitt alt samdøgrið, og oft- ast verða tríggjar salvur sprongdar fyri hvørjar 24 tímar. Áðrenn hvørja ein- astu salvu fær Ruth boð um telefonina. Hetta kann vera allar tíðir á samdøgrinum. Síðan syrgir hon fyri at ringja, og ofta vakja, hinar bilførararnar. – Hasin, sum situr í bilin- um beint har, er púra ómøguligur at fáa upp um náttina. Man má ringja til hann fleiri ferðir fyri at vera sikkur uppá at hann nú er ordiliga vaknaður, sigur Ruth og peikar á førararan í bilinum, sum júst er í ferð við at venda, áðrenn hann bakkar aftur til gravkúnna. Nærum allir lastbilførar- arnir, ið koyra grót í tunnl- inum, eru ungir dreingir. Hinar báðar eru ungar gentur. Arbeiðið er júst byrjað aftur í tunnlinum, eftir at feria hevur verið í tríggjar vikur. Hesar tríggjar vik- urnar koyrdi Ruth lastbil aðrastaðni í landinum. Ruth tók koyrikort til lastbil fyri trimum árum síðan, og síðan tá hevur hon koyrt í størri og minni mun fyri fyritøkuna I. R. Last- vognar, sum pápi hennara eigur. Áðrenn tað tók hon handilsskúlaprógv, og í løt- uni tekur hon Hægri Handilsskúla um kvøldið. Hendan útbúgvingin liggur tó í bíðistøðu nú hon ar- beiðir í tunnlinum. – Eg hevði ikki væntað at arbeiðið fór at vera so strævið. Hevði eg vitað tað, so hevði eg ikki átikið mær tað. Gevst ikki Nú er tað bilurin hjá Ruth, sum skal fyllast við gróti. Tað gongur lætt at venda bilinum, tí tunnilin er rættiiga rúmligur. Tað tekur bara nøkur sekund hjá gravkúnni at fylla bilin, og so verður bilurin settur í gear. Túrurin út úr tunnlinum gongur eins skjótt og túrur- in inn, hóast bilurin nú er tungur av gróti. Dynamit- tokuni møta vit aftur, hesa- ferð nærri tunnilsmunnan- um, og brátt eru vit úti aftur í regninum og vindinum og fara koyrandi yvir ímóti »lagrinum«. Arbeiðið at spreingja undirsjóvartunnil undir Vestmannasund byrjaði í oktober í fjør. Ætlandi skulu tunnlarnir Vágoyar- megin og Streymoyarmegin møtast í desember í ár. Og hóast Ruth so smátt er byrjað at troyttast eftir at hava koyrt hundraðtals túr- ar í tunnlinum, so ætlar hon at halda fram til síðsta lastin av burtursprongdum gróti er koyrd út úr tunnlin- um. – Nú gevist eg ikki. Eg haldi fram til arbeiðið er liðugt, sigur Ruth Rasmussen. Beint sum lastin verður tømd omaná endaleysu grótrúgvuna, kemur ein maður frá NCC stórleyp- andi yvir ímóti okkum. – Hatta er ein, sum syrgir fyri trygdini, sigur Ruth, og eg veit longu hvat er galið. Eftir at hava biðið norska tunnilsarbeiðaran pent or- saka fyri at eg gloymdi at boða frá, áðrenn eg fór bil- túr við Ruth, sigi eg farvæl og takk við bilførararan. – Vit mugu altíð vita hvussu nógv fólk eru inni í tunnlinum, um nú ein van- lukka hendir. Tað er ikki vandaleyst har inni, minnir normaðurin meg á, meðan bilurin hjá Ruth aftur hvørvur inn í myrkrið. 14 Nr. 153 - 11. august 2001 REPORTASJA Rúnar Reistrup Myndir: Jens Kr. Vang Tað gongur skjótt inneftir. Bilurin hoppar av at koyra á óslætta undirlagnum, og eg royni at halda mær fast. Hugskotið um at taka blokk og penn við og notera so hvørt, vísti seg ikki at vera so gott kortini, tí tað er ómøgiligt at skriva. Enn er ikki so galið. Hevði væntað at her var bølamyrkt, men ljósperur hanga tættar eftir veggin- um, so her er væl betri sýni enn í flestu av landsins bergholum. Men nú vóru knappliga eingi ljós meir. Nú er bølamyrkt. Og so verður kjaftsvart. Dynamittokan, sum spaku- liga verður blást út, kemur ímóti okkum, og við eitt er alt, sum líkist sýni, burtur. Tú sært ikki eina hond fram fyri teg, og eg bíði bara eftir, at bilførarin fer at steðga bilinum. Men ferðin verður ikki sett niður. – Hvussu veitst tú hvønn veg tú koyrir? – Sært tú ikki strikuna har uppi undir loftinum?, spyr bilførarin aftur. Nei, tað geri eg faktiskt ikki. Neglalakk undir Vestmannasundi Vit eru á veg inn í tað góðar 1600 metrar djúpa holið Streymoyarmegin, sum einaferð skal gerast Føroya fyrsti undirsjóvartunnil. Ein spreingisalva er júst latin av, og nú eru seks last- bilar hjá I. R. Lastvognum á veg inn í holið eftir burtursprongda grótinum. Bilarnir koyra í konvoy inn í holið. Eg og myndamað- urin eru við í bilinum, sum 23 ára gamla Ruth Rasmussen koyrir. Ruth leiðir lastbilakoyringina inni í tunnlinum, og hon hevur stutt frammanundan givið hinum bilførarunum boð um at koyra inn. Í bilinum, ein Scania 144, liggur ein trygdar- hjálmur og ein arbeiðs- drakt. Men unga kvinnan við stóra róðrið er í nýggj- um skóm, svørtum nylon- buksum, troyggju frá onkr- um mótahandli, og hárið er sett. Og tað er ikki ti at ein fotografur er við í dag. – Eg má líkjast burtur frá mannfólkunum á onkran hátt, sigur lastbilaførarin, meðan hon stríðist við at fáa bilin koyrdan ígjøgnum dynamittokuna. – Fyrstu tíðina vóru teir øgiliga galantir og hjálp- samir, men tað fór tíverri skjótt av teimum. Tá teir so eisini byrjaðu at síggja meg sum eitt mannfólk, gavst eg at ganga í ketildrakt og keppi. Onkur munur má vera á okkum. Á instrumentbrettinum hoppar eitt glas av negla- lakki runt saman við einari diddufarvaðari Nokia tele- fon. Og, jú. Hendurnar á róðrinum eru ílætnar hvítt glitrandi neglalakk. Miðalgroft æl Dynamittokan er farin aft- urum. Knappliga tykist tað ljóst inni í tunnlinum, og reyðu lyktirnar á lastbilin- um tveir metrar framman fyri okkum koma aftur til sjóndar. Stutt eftir eru vit heilt inni í botninum á tunnlinum, her teir júst hava sprongt seg nakrar metrar longur inn undir Vestmannasund. Heilt neyvt eru vit beint uttan fyri Kvívík, einar 66 metrar undir havbotninum. – Bíða her. Eg skal líka út at skifta eina sikring, sigur Ruth, sum síðan leypir út úr bilinum og rennur fram í myrkrið til ein av fremru lastbilunum. Eg fari sníkj- andi út, men vendi skjótt innaftur. Tað regnar sum eitt miðalgroft æl herinni í botninum á undirsjóvar- tunnlinum. So kemur bil- førarin innaftur í lastbilin og turkar sær í ein klút við teimum nú svørtu hondun- um. Hava skund Fremsti lastbilurin hevur longu koyrt fullfermdur framvið okkum aftur, á veg út í ljósið aftur. Heilt frammi í botninum á holin- um stendur eitt djór av ein- ari gravkúgv, sum við øgi- ligari ferð fyllir ein lastbil fyri og annan eftir. Tríggjar Biltúrur við Ruth Lastbilururin fær harða viðferð, og inni í bilinum ræður um at halda sær fast, tá 23 ára gamla Ruth Rasmussen situr handan róðrið í bláa Scania 144 bilinum á veg inn ígjøgnum eitt myrkan og roykfyltan Vágatunnil eftir gróti. Sosialurin hevur verið ein biltúr í hálvlidna undirsjóvartunnlinum C M Y K 14