leygardagur 11. august 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 153 - 11. august 2001
Hesar seinastu dag-
arnar hava bretsk
fjølmiðlafólk vitja í
Føroyum. Hesi eru
boðin til Føroya av
føroysku ferðavinn-
uni, og eftir ætlan
skulu tey síðani skriv-
að um Føroyar í teirra
heimlandi
FERÐAVINNA
Heri á Rógvi
Hóast summarið er byrjað
at halla, so stevna ferðafólk
framvegis til Føroya. Mill-
um hesi ferðafólk er hesar
dagar eisini ein bólkur ein
bólkur av fjølmiðlafólkum,
sum eru komin til Føroya í
arbeiðsørindum.
Talan er um ein bólk av
fjølmiðlafólkum, sum um-
boða ymisk bretsk bløð.
Millum umboðaðu bløðini
á hesari vitjanini teljast so
stór
bløð
sum
»The
Mirror«
og
»Evening
Standard«. Eisini er eitt
umboð fyri blaðið Metro
við á túrinum. Metro er eitt
rættiliga kent blað, sum
fæst ókeypis á flestu undir-
grundarjarnbreytarstøðun-
um í London og aðrastaðni
eisini. Eisini er ein sokall-
aður freelance journalistur
við á ferðini.
Skráin hjá teimum fevnir
rættiliga víða. Tey hava ver-
ið ymsastaðni í Føroyum.
Síðani tey komu, miku-
dagin, hava tey verið í Vest-
manna, við Gjógv, ì Havn
og í Vágunum. Ferðalagið
fer av landinum seinnapart-
in í dag.
Herferð
Tað er Ferðaráð Føroya,
sum saman við Smyril og
Atlantic Airways hevur
skipað fyri vitjanini. Vitjan-
in er í sambandi við eina
herferð í Onglandi, sum
hevur til endamáls at fáa
fleiri bretsk ferðandi til
Føroya. Herferðin fór av
bakkastokki í vár. Hetta er
serliga gjørt í sambandi
við, at Atlantsflog nú er
farið undir regluliga rutu til
London.
Tað, at útlendsk fjøl-
miðlafólk vitja, er ikki nak-
að sjálvsamt í Føroyum. Av
Ferðaráðnum verður upp-
lýst, at tey gera vanligt ein
pressutúr um árið, men tað
javnan eisini koma fjøl-
miðlafólk av sínum einting-
um til Føroya.
Hóast tað eru Atlantsflog
og Smyril Line, sum skipa
fyri, so merkir hetta ikki, at
fjølmiðlafólkini bert hjá
hesum báðum. Farið verð-
ur, sum áður nevnt, ymsa-
staðni runt í Føroyum við
teimum.
Tá Sosialurin fangaði tey,
vóru tey á veg út í Tinganes
ein túr, men eftir ætlan stóð
eingin politikari á skránni.
Eisini hevur onkur teirra
hugt at fótbólti í Føroyum,
soleiðis at eisini aðrir part-
ar av føroysku mentanini
fáa eitt sindur av umtala.
Umtala
Vitjanin hjá fjølmiðlafólk-
unum í Føroyum er partur
av hesari góðu herferð.
Spurningurin er so bara,
hvat fær tann føroyska
ferðavinnan burturúr?
Av Ferðaráðnum verður
upplýst, at tey fyrst og
fremst hava tryggja sær
umtalu við at bjóða fjøl-
miðlafólkunum henda veg-
in. Fleiri av bløðunum havi
bundið seg til at skriva eitt
sindur um Føroyar, men í
hvussu stóran hetta verður
gjørt er so upp til tann ein-
staka blaðið.
Ferðaráðið metir eisini
hetta sum ein kærkomnan
og ikki alt ov kostnaðar-
miklan møguleika fyri at
marknaðarføra Føroyar.
Á Ferðaráðnum hava tey
upplivað, at fólk hava vent
sær til teirra, eftir at tey
hava sæð eina grein í onkr-
um blaði. Áhugin millum
fjølmiðlafólk er eisin stórur
í ár. Størsta ávirkan verður
tó mestir óbeinleiðis, tá
fólk síggja greinir um Før-
oya, so økir hetta óivað um
teirra hug at ferðast til
oyggjarnar í Norðuratlants-
havi.
Leikbólkurin Usenkev
hevur hesar næstu
dagarnar fleiri fram-
førslur í Føroyum.
Hetta er ikki júst tað
slagið av sjónleiki,
sum føroyingar eru
vanir við. Leikararnir
siga seg ikki vera
komnir nærri at
einum svarið uppá,
hvør Don Juan er
SJÓNLEIKUR
Heri á Rógvi
Fyrst í sjeytiárunum lat
William Heinesen stuttsøg-
una »Don Juan fra Tranhu-
set« úr hondum. Hesa somu
stuttsøgu hevur leikbólkur-
in Usenkev valt at gera til
leik og framføra. Hesin
leikur er rættiliga sermerkt-
ur á nógvum økjum. Sjón-
leikur snýr seg m.a. um ást,
øvund, hitt fremmanda og
ikki minst girndin. Sjón-
leikir av hesum slag eru
rættiliga óvanligir í Føroy-
um, og hetta eru leikararnir
eisini fult greiðir yvir.
Leikurin fer fram í 1893 í
Havn. Tað er ein skipsbrot-
in maltesi, sum verður
funnin av mammu og dóttir,
og hesar bera beinanvegin
tokka
til
henda
góða
fremmanda mann. Síðani
kemur maðurin fyri seg
aftur, og tað gongur ikki
rúm tíð áðrenn flest allar
kvinnur hava fingið eitt
gott eyga á henda mann, og
allar kvinnurnar droyma
um henda góða mann.
Henda er fyri so vítt kjarnin
í søguni, men sjálvandi
liggur meira í hesum leiki,
enn bert eitt spæl við hinari
sterku girndini.
Bólkurin Usenkev hevur
áður verið í Føroyum við
einum øðrum leiki. »Don
Juan fra Tranhuset« er eis-
ini framførdur í Danmark,
og ummælini vóru eisini
sera góð, og hetta fegnast
leikararnir sum vera man
eisini um.
– Hetta er ein so ser-
merktur leikur, at vit vistu
ikki, hvussu hann fór at
vera
móttikin,
sigur
Gunnvá Zachariasen.
Gunnvá er sjálv ein av
trimum
sjónleikarum
í
Usenkev. Hinar báðar eru
Marita Dalsgaard og Chris-
tine Albeck, sum báðar
hava gingið sjónleikara-
skúla í Odense. Eisini er
tónleikarin Nicholas Kingo
(jú teir eru í familju) við.
Hann skal byrja á triðja árið
á
Konservatoriuminum.
Gunnvá er eisini útbúgvin
sjónleikari, so tað eru nøk-
ur væl útbúgvin fólk, sum
spæla fyri føroyingum í
løtuni.
Girndin
Tað slepst ikki undan at
nevna, at hesin sera erotiski
og sterki sjónleikurin er
nakað, sum vit í Føroyum
ikki síggja so nógv til.
Leikurin »Eitur nakað land
weekend« var eisini av
mongum mettur at vera
sera sterkur og grovur, og
tað vóru eisini fleiri, sum
hildu uppá, at talan var um
nýbrotið innan føroyska
leiklist.
Sjálvi siga tey seg ikki
hugsa so nógv um, at
leikurin vísir eitt sindur av
»kjøti og blóði«, sum tey
taka til.
– Tað er greitt, at hetta
ikki er gerandiskostur í
Føroyum, men hetta er nú
einaferð soleiðis at leikurin
er háttaður. Vit vistu ikki,
hvussu fólk fóru at reagera,
men vit hava fingið góðar
reaktiónir higartil, siga tey.
Hóast tann kanska meira
erotiski parturin er sterkur í
leikinum,
so
er
hetta
kanska meira hamurin, tí
tað liggur eisini nógv meira
í tí.
Sjónleikurin er eisini ein
samfelagslig lýsing, og sig-
ur okkum eisini eitt sindur
um, hvussu menniskju onk-
untíð uppføra seg.
Føroyskt og danskt
William Heinesen skrivaði
allar sínar søgur á donsk-
um, men leikararnir í Usen-
kev halda tó, at tað ikki er
vanligt danskt.
– Eg havi eisini verið
noydd til at seta meg væl
inn í tann málsliga partin, tí
William Heinesen hevur
sítt egið mál, sigur Chris-
tine Albeck.
Sjónleikurin
verður
spældur á donskum, og
verður hetta gjørt fyri at
varðveita tað upprunarliga.
Tey siga, at tað er ymiskt,
hvussu danskir og føroyskir
áskoðarar uppliva leikin, tí
okkurt í leikinum skilja
kanska bara føroyingar,
men so er málið kanska ein
trupulleikin, siga tey.
Tá tey verða spurd, um
tey nú vita, hvør Don Juan
er, so siga tey seg vera
longri frá svarinum enn
nakrantíð. Tað er kanska
ikki heilt óhugsandi, at
onkur fer at finna ein før-
oyskan Don Juan, tá tey
fara at hyggja eftir leikin-
um.
Leikurin verður spældur í
Suðuroy
fríggjakvøldið.
Sunnudagin verður tað
sandoyingar, sum fáa høvi
at síggja leikin. Í komandi
viku verður leikurin spæld-
ur í Sjónleikarhúsinum í
Havn.
Bretskir fjølmiðlar vitja í Føroyum
Bretskt fjølmiðlafólk vitja í
hesum døgum í Føroyum.
Hin føroyski Don Juan
2001
Tey trý f.v. Gunnvá, Nicholas og Christine manna saman við Maritu Dalsgaard Usenkev
Nr. 153 • leygardagur • 11. august 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Nógvu hitastigini í
Beograd gjørdu helst
sítt til, at gøtumenn
lítið og einki fingu
gjørt við sterka FK
Obilic
UEFA-CUP
Jákup Mørk
GÍ leikti hóskvøldið fyrra
dystin móti Jugoslaviska
Obilic, og sum væntað,
kundi føroyska oddaliðið
ikki gera stórvegis fortreð
móti jugoslaviska yvirvald-
inum.
Longu tá lutakastið fór
fram, roknaðu flest øll við,
at GÍ hevði fingið ó-
hepnastu dragingina av før-
oysku liðunum, og eftir
dystin í Beograd man
henda meting eisini standa
við.
Lág leikferð
Úrslitið gjørdist eitt 0-4
tap, og sum skilst á lagnum,
so var ógvusligi hitin ein av
orsøkunum til, at tað gjørd-
ist so torført hjá føroysku
leikarunum. Um 36 hitastig
vóru í Beograd hósdagin – í
skugganum – og hetta er so
als ikki nakað, sum hóvar
okkara leikarum serliga
væl. Sjálvt miðlar á stað-
num skýrdu umstøðurnar
fyri ekstremar, og sagt
verður, at hetta eisini gjørdi
sítt til, at ferðin á spælinum
ongan tíð gjørdist tann heilt
stóra.
Obilic legði seg á odda,
tá 23 minuttir, og var tað
Simonovic, sum við einum
góðum skoti syrgdi fyri
hesum. Undan hesum hevði
sami leikarin havt eitt skot
á stongina.
Gøtumenn høvdu at kalla
ongar møguleikar at skjóta
seg inn aftur í dystin, og
beint fyri hálvleik mundu
juguslavarnir økt um leiðsl-
una, men enn eina ferð
bjargaði stongin gøtumonn-
um. Lítla løtu seinni var tó
einki at gera, tá Zoric frá
11-metra blettinum sendi
brotsspark í kassan.
Tvey afturat
Í seinna hálvleiki helt
gongdin fram. Obilic hevði
tamarhald á so at siga øll-
um, men tað eydnaðist
teimum tó ikki at skjóta
meira enn tvey mál afturat.
Hitt
fyrra
kom,
tá
Mladenovic
stutt
eftir
steðgin gjørdist leysur við
Halli Hansen. Í fyrstu at-
løgu bjargaði Hallur, men
jugoslavin var eisini fyrstur
á returinum.
Seinastu 25 minuttirnar
spældu jugoslavarnir við 10
monnum, tá Mladenovic
varð rikin av vøllinum, men
teir hildu framvegis fast um
yvirvágna, og stutt eftir
útvísinginar skeyt Filipovic
seinasta málið í dystinum.
Eingin møguleiki
Við tapinum er so einki at
ivast í, at leiluturin hjá GÍ í
Europa í ár er av. Hetta
nýtist tó als ikki at vera
nakar bági í so máta. Í
landskappingini hava teir
nóg mikið at síggja til, og
nú tykist ikki serliga sann-
líkt, at returdysturin móti
Jugoslavum fer at órógva
nakað serligt í høvdinum,
tá teir annað vikuskiftið
koma til Havnar, har tað
sum líkist eini FM finalu er
á skránni móti B36.
Dysturin í tølum:
FK Obilic - GÍ 4-0 (2-0)
1-0: Simonovic, 23
2-0: Zoric, 44 (br.)
3-0: Mladenovic, 49
4-0: Filipovic, 66
Dystir hetta
vikuskiftið
1. deild menn
11.08
KÍ-VB
Oddmar Andreasen
11.08
B68-NSÍ
Páll Augustinussen
11.08
FSV-B71
Lassin Isaksen
11.08
B36-EB/Str.
Dagfinn Olsen
2. deild menn
12.08
Skála-HB
Hans F. Hansen
12.08
NSÍ-LÍF
Petur Hans Joensen
12.08
ÍF-Sumba
Petur Reinert
12.08
GÍ-KÍ
Jonhard Hansen
12.08
B36-TB
Eiler Rasmussen
3. deild menn
11.08
GÍ-AB
Jógvan A. Jacobsen
11.08
KÍ-VB
Johnleif Gerðisá
11.08
B68-Royn
Edvard Højgaard
11.08
ÍF-B71
Palli Gregersen
11.08
B36-TB
Hans Eivind Olsen
1. deild kvinnur
12.08
HB-KÍ
Jóhann Krogh
12.08
B68-B36
Dia Lamhauge
EB/Streymur hjálpti
B36 fyri viku síðani,
men nú skulu havnar-
menninir sjálvir ans-
að sær móti saman-
setta liðnum
UPPTAKT
Jákup Mørk
B36 hevur møguleikan at
leggja seg á odda í lands-
kappingini fyri fyrstu ferð
hetta kappingarárið. Kravið
til hetta er ein sigur. So-
mikið einfaldar eru treytir-
nar hjá teimum svørt/hvítu,
og einki er at ivast í, at teir
fyrireika seg væl til hesa
uppgávuna.
Venjarin, Piotr Krakow-
ski, hevur so at siga allar
sínar mans tøkar til dystin.
Kenneth Jacobsen fekk
skaða á Sandi, og verður
helst ikki við, og Fróði
Clementsen hevur ligið
sjúkur alla vikuna. Teir
báðir eru tó sjáldan byrjaðir
millum teir fyrstu ellivu, so
í
byrjunaruppstillingini
tykjast B36’arnir at vera
eins væl fyri, sum teir vóru
seinast.
Eingin lættur dystur
EB/Streymur hevur sum so
heldur ikki teir nógvu skað-
arnir at dragast við. Christ-
ian Carlsson fekk ein løst
undir venjing hóskvøldið,
men seinast vit frættu, var
hann so einasta ivamálið.
Málið hjá teimum verður
sjálvsagt at leggja enn ein-
um oddaliðið forðingar
fyri, men spurningurin er
so, hvussu fer at hilnast
hesaferð. B36 hevur so ikki
somu trupulleikar av mann-
falli, sum GÍ hevði fyri
viku síðani, og so eru teir í
B36 nú eisini ávaraðir um,
at talan als ikki er um
nakran sonevndan »walk-
over«, tá uppflytararnir eru
á vitjan.
FK Obilic.GÍ 4-0 (2-0):
GÍ blotnaði í sólini
B36-EB/Streymur:
Fer B36 eisini at snáva?
Sámal Joensen og Henning
Jarnskor fáa bert hugt at,
meðan Simonovic smekkar
til, og fyrsta málið hjá Obilic
er veruleiki
Mynd: Aleksander Djorovic
B36 hevur møguleikan at
koma heilt fram í oddin, tá
teir leygardagin spæla móti
uppflytarunum úr
EB/Streymi
C
M
Y
K
17
16