leygardagur 11. august 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 153 - 11. august 2001
Nr. 153 - 11. august 2001
19
Grazer AK kom til
Føroyar uttan at ivast
í sigrinum, men eftir
94 minuttir á Tórs-
vølli mundu teir prísa
sær lukkuliga fyri, at
teir hóast alt fingu ein
javnleik við sær heim-
aftur
UEFA-CUP
Jákup Mørk
Tað er ikki frítt, at føroysku
liðini hava staðið seg betri í
europeiskum høpi í ár, sæð
í mun til undanfarna ár. Tá
taptu øll tey føroysku um-
boðini umboðini sínar dyst-
ir, men longu undan teim-
um báðum dystunum í gjár,
høvdu føroysk lið tryggjað
sær tvær javnleikir. Fyrst
B86 móti Lokeren niðri í
Belgia, og síðani VB á
heimavølli móti Slavia Mo-
zyr.
Hóskvøldið átti HB so
tørn, og tá alt kom til alt,
var tað um reppið, at havn-
armenninir megnaðu at
skapa eina veruliga sensati-
ón. Tað var nevnliga ikki
fyrr enn í seinastu minutt-
unum, at tað eydnaðist
mótstøðumonnunum
úr
Eysturríki at skjóta seg upp
á javnt móti einum HB liði,
sum allan dystin sýndi ein
framúr góðan stríðsvilja.
Varlig byrjan
Vónirnar undan dystinum
vóru
annars
ógvuliga
blandaðar. HB hevur ikki
staðið seg so øgiliga væl
hetta kappingarárið, og tá
liðið so eisini mátti vera
vanliga liðskiparan, Rúna
Nolsøe og málverjan, Bárð
Johannesen, fyri uttan, sá
av álvara svart út. Summi
gingu enn tá runt og óttað-
ust eitt veruligt skrædl, tá
farið varð á vøllin.
Grazer AK hevði longu
undan dystinum givið til
kennar, at teir helst fóru at
spara nakrar av vanliga
føstu leikarunum á liðnum,
men hinvegin var lítið at iv-
ast í, at teir ellivu, sum fóru
á vøllin, vóru ríkiliga sterk-
ir til havnarmenninar.
Tað var eisini eyðsæð, at
heimaliðið so avgjørt ikki
hevði ætlanir um at leypa
framav fyrstu løtuna. Við
stórum denti á verjuspælið
høvdu teir skipa seg í eini
4-4-2 uppstilling, sum ofta
tók skap til 4-5-1, og fyrstu
løtuna av dystinum royndu
teir bara at finna útav,
hvussu teir skuldu byrgja
upp fyri mótstøðumonnun-
um.
Grazer hinvegin spældi
sera framrættað frá fyrsta
bríkslið. Við at flyta vong-
verjarnar í báðum borðun-
um langt niðan á vøllin,
varð roynt at leggja stórt
trýst á HB verjuna, um-
framt at teir við at veksla
spælið úr síðu í síðu royndu
at fáa HB-miðvøllin at
renna seg moyran.
Stóðu væl
Hetta fyrra – tað at leggja
trýst – eydnaðist so at siga
ongan tíð hjá Grazer. Tað
seinna eydnaðist rættiliga
væl í byrjanini av dysti-
num. Teir á miðvøllinum
hjá HB runnu nógv eftir
bóltinum, men so við og
við funnu teir líka sum útav,
hvussu teir skuldu skipa
seg í verjupartinum. Teir
stóðu alt betri á miðvølli-
num, og heldur enn at tuska
aftur og fram alla tíðna,
funnu leikararnir síni øki at
dekka, og so høvdu teir al-
oftast lítlar trupulleikar av
at umstilla seg, tá skiftini
komu.
Framrættaða
Grazer
spælið tóktist eisini at
kunna koma HB-monnun-
um til góðar, tó at teir ikki
fingu skapt sær nakrar
veruligar møguleikar fyrstu
løtuna. Holini aftan fyri
framskotnu borðini vóru
ofta gapandi stór, og serliga
í vinstra borði gav hetta
gott pláss.
HB fekk eisini nakrar
ferðir leikt seg ígjøgnum, í
síðunum, og meðan tað at
byrja við aloftast endaði
við, at Rógvi og Bárður
vóru ov einsamallir á toppi-
num, so komu teir spaku-
liga longur niðan á vøllin,
sum hálvleikurin leið, tó at
teir fyri tað mesta løgdu
dent á, at einki varð offrað í
verjupartinum.
Veruligar
møguleikar
gjørdist talan tó framvegis
ikki um. Allan Mørkøre
sendi eina perlu av einum
frísparki innfyri, men tí-
verri var ein mótstøðumað-
ur fyrst á, og tá Rógvi ta
einu ferðina vann luftbólt
móti eysturríkska málverja-
num, metti dómarin, at
Rógvi hevði gjørt fríspark,
hóast tann dómurin væl
kann diskuterast.
Hinvegin var sjáldan
veruligur vandi á ferð. Tað
nærmasta Grazer kom ein-
um opnum møguleika, var
tá Pól N. Joensen í HB
málinum var ótryggur í
beinunum, tá ein afturlegg-
ing kom (ein veikleiki, sum
tíverri eyðkennir alt ov
nógvar føroyskar málverj-
ar), men málverjin fekk tó í
samstarvi við Janus M.
Joensen beint bóltin út til
innkast.
Bárður svaraði aftur
Var fyrra umfarið av tí
meira deydliga slagnum, so
kom veruligt lív í dystin
seinna umfarið.
Venjarin
hjá
Grazer
mundi vera alt annað enn
nøgdur um spælið, og ein
avleiðing av hesum varð, at
hann setti toppskjúttan hjá
liðnum, Akwuegbu, á vøll-
in, og fyrsti løtuna var líkt
til, at teir nú veruliga fóru
at herseta HB brotsteigin.
Fyrstu ávaringina fekk
HB eftir tveimum minutt-
um, tá Tutu skallaði úr
stuttari fjarstøðu, men Pól í
málinum vardi tó fyri.
Grazer fluttu enn meira
fólk niðan á vøllin, og með-
an teir at kalla bert bíðaðu
eftir einum máli, svaraði
Bárður Mortansson at kalla
einsamallur aftur. Rói Árt-
ing sparkaði burtur í verju-
støðu, Bárður vann bóltin í
nærdysti, og Adolf Hütter
sá sær ikki annan møgu-
leika enn at steðga HB-
áleyparanum óregluliga.
Gult kort og fríspark úr
20 metrum vóru úrslitini av
hesum. Bárður tók sær
sjálvur av sparkinum, og
við einum perfektum skoti
bendi hann bóltin upp um
múrin og niður við nærm-
astu stong.
Ferð kom á
Málið loysti veruliga upp
fyri dystinum. Sum nevnt,
var fyrri hálvleikur ógvu-
liga fátækur, hvat mál-
møguleikum viðvíkti, men
nú tóktist veruligt lív at
koma í.
Eysturríkarar
vaknaðu
sum við kaldan dreym, og
næstu løtuna tóktust teir
eisini veruliga skelkaðir.
Allan og Bárður mundu
sloppið leysir, men onkurs-
vegna hálvgum datt ein
verjuspælari um bóltn, tá
Allan skuldi geva seinastu
sendingina. Løtu seinni
fekk HB tó eina ávaring
um, at mótstøðumeninir
kanska vóru groggy, men
als ikki slignir knock-out,
Hütter varð leiktur púra
leysur í brotsteiginum, men
misnýtti skammiliga úr sjey
metra fjarstøðu.
Hetta forskrekti tó ikki
heimamenninar, og løtu
seinni fekk Bárður aftur
áskoðarafjøldina upp at
kóka. Av brotsteigarmarki-
num vinstru megin sendi
Hallur ein bólt upp um
verjuna, og í fullari ferð
heilfluktaði Bárður bóltin
niður móti handara horni-
num uttan møguleika hjá
málverjanum at verja fyri.
Støðan var nú 2-0 til HB.
Føroysku áskoðararnir vóru
á gosi, meðan teir eystur-
ríkararnir, sum høvdu ferð-
ast longu leiðina sum
áskoðarar neyvan trúðu sín-
um egnu eygum. Frásøgu-
maðurin á einari eysturrísk-
ari radiostøð hoyrdist vón-
brotin tosa um eina endur-
tøku av Landskrona, sam-
stundis sum hann mutlaði
okkurt um, at Bárður
Mortansson var ein nýggj-
ari útgáva av Torkili Niel-
sen.
Kostaði
Skal ikki staðfesta, um tal-
an var um ovfarakæti, sum
kostaði HB sigurin, men í
øllum førum var talan um
tvey sera óneyðug mál, sum
fingu eysturríkarar upp aft-
ur á javnt, og eisini høvdu
tey tað til felags, at tey
komu um júst tað mundi, tá
tey ikki skuldu koma.
Beint eftir at HB hevði
skotið seg upp á tvey mál,
svaraðu eysturríkarar aftur,
og var málið úrslit av
tveimum mistøkum í HB
verjuni. Fyrst var Eyðun
Fjalsbak alt ov passivur, tá
bólturin varð skiftur yvir í
hansara síðu. Heldur enn at
leggja trýst á, áðrenn vong-
urin hevði móttikið bóltin,
valdi hann at bíða, soleiðis
at bólturin at kalla ótarnað-
ur kundi leggjast innfyri.
Innleggið
ferðast
móti
handaru stong, og Janus M.
Joensen helt helst ikki, at
vandi var á ferð. Í øllum
førum lat hann bara bóltin
fara, hóast hann væl hevði
kunnað longt út til horna,
og úrslitið varð, at Akwu-
egbu við innaru síðuni
kundi flukta í málið.
Hóast málið, so ressaðist
HB liðið aftur. Teir høvdu
so avgjørt ongar ætlanir um
at missa sigurin, og við ein-
um framúr góðum stríðs-
vilja hildu teir áhaldandi
fast í eysturríkarunum. Teir
tvingaðu teir at virða verju-
skyldurnar, so ikki alt ov
nógv varð tveitt fram, og
hetta gjørdi eisini, at HB
fekk flutt liðið einar 10
metrar longur niðan.
Taktikkurin sá eisini út til
at eydnast, tí tá farið varð
um teir 90 minuttirnar, var
HB framvegis á odda, men
tá helvtin av teimum fýra
eyka minuttunum vóru
farnir, gekk galið. HB verj-
an var alt í verðini ov pass-
iv, tá Akwuegbu kom sær
oman í brotsteigin við
bóltinum, og eftir at hava
spælt smáspæl endaði alt
við, at nigerianski álops-
maðurin gjørdist somikið
leysur (hóast nógvir reyð/-
svartir vóru í brotsteigi-
num), at hann ikki hevði
stórvegis trupulleikar av at
smekka í kassan.
Liðið og einstaklingar
Í so máta gjørdist javnleik-
urin sjálvsagt eitt vónbrot
fyri HB, men tað skerst tó
ikki burtur, at talan var um
eitt framúr gott úrslit.
Eitt úrslit, sum fyrst og
fremst varð bygt á eitt lið-
avrik, har allir stríddust fyri
øllum, men hóast hetta, so
slepst ikki undan, at nakrir
leikarar vóru sjónligari enn
Landskrona varð nærum endurtikið
Bárður hevur skorað, og HB
hevur lagt seg á odda
Mynd: Jens Kr. Vang
aðrir. Bárður Mortansson
kom sjálvandi í fokus við
sínum báðum málum, og
yvirhøvur spældi hann ein
stak góðan dyst, sum mill-
um annað kostaði gult kort
til báðar eysturríksku mið-
verjarnar.
Tað var tó sera hugaligt
at kunna staðfesta, hvussu
sterkir tveir av landsliðs-
monnunum hjá HB stóðu í
myndini. Rógvi Jacobsen
hevur neyvan leikt betri fyri
HB enn tað sama. Vann
nógvar nógvar nærdystir,
megnaði at halda bóltinum,
og blandaði seg yvirhøvur í
eina ótrúliga rúgvu av tí,
sum gekk fyri seg á vølli-
num.
Allan Mørkøre er kanska
ikki landsliðsmaður í løt-
uni, men verður hetta støð-
ið framyvir, er ilt at finna
eina umbering fyri, hví
hann ikki skal koma á aftur
landsliðið. Hann var partur
í flestum av HB álopunum,
og í høgra miðvallarborði
var hann nærum einaráð-
andi í sínari síðu. Tað, sum
kanska imponeraði mest
við avriki hansara var tó,
hvussu væl hann megnaði
at hjálpa til á sentrala mið-
vøllinum, uttan at hetta
kostaði í síðuni, og so sást
tað eisini á øllum brøgdum,
at her var ein maður, sum
hevur verið partur av yvir
hálvt hundrað altjóða dyst-
um.
Aðrir kunnu eisini nevn-
ast, men sum sagt, so var
talan um eitt liðavrik, sum
tó
varð
kryddað
við
teimum hjá einstaklingum.
Bert spell, at talan ikki
gjørdist um ein sigur.
Niðurstøðan er tó, at HB
neyvan vinnur seg eitt um-
far longur fram, men líka
mikið hvussu úrslitið verð-
ur á útivølli, so tænti avrik-
ið á heimavølli føroyskum
fótbólti til stóran sóma, og
tað eigur HB rós uppiborið
fyri.
Dysturin í tølum:
HB-Grazer AK 2-2 (0-0)
1-0: Bárður Mortansson,
51
2-0: Bárður Mortansson,
58
2-1: Akwuegbu, 59
2-2: Akwuegbu, 90
HB: Pól N. Joensen – Eyð-
finn Fjalsbak, Jóhannis
Joensen, Jón Rói Jacobsen,
Janus M. Joensen – Allan
Mørkøre, Hallur Danielsen,
Rói Árting, Høgni M. Joen-
sen – Rógvi Jacobsen
(Ransin N. Djurhuus, 86.),
Bárður Mortansson (Rúni
Nolsøe, 90.)
Grazer AK: Scranz – Ak-
oto, Hütter, Bazina, Dmitr-
ovic – Standfest, Milink-
ovic (Akwuegbu, 45.), Kul-
ovits, Amerhauser – Isa-
bella, Tutu
Gul kort:
HB: Pól N. Joensen, 72.
Grazer AK: Hütter, 51.,
Kulovits, 66., Aufhauser,
80.
Allan Mørkøre hevði
nakað at prógva, tá
hann fór á vøllin, og
niðurstøðan eftir
dystin mundi eisini
vera, at hann hevði
prógvað seg sjálvan
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Nógv hevur verið tosað
og skrivað um Allan
Mørkøre seinastu tíðina.
Landsliðsvenjarin hevur
sáldað hann frá til dystin
móti Jugoslavia, og sum
vera man, eru ymsar
fatanir av hesi avgerðini.
Liðavrik
Tí vóru tað mong, sum
hildu, at Allan nú hevði
nakað at prógva, og eftir
dystin spurdur vit hann
eisini um hetta.
- Eg haldi sjálvur, at eg
skuldi vísa nakað, og
yvirhøvur eri eg eisini
nøgdur um persónliga av-
rikið. Tað eigur at síggjast
aftur í slíkum dystum, at
mann
hevur
altjóða
royndirnar, og tað haldi eg
eisini, at tað gjørdi, segði
Allan, sum tó heldur vildi
tosa avrikið hjá liðnum
sum heild.
- Vit stríddust allir sera
væl á vøllinum. Stóðu
rætt í verjustøðuni, og hó-
ast vit ikki høvdu so
nógvar møguleikar, so
royndu vit alla tíðina at
liggja framvið, og vit
fingu so eisini tvey av-
bera mál.
Ov tunnir
Allan kundi tó ikki lata
vera við at iðra seg um, at
tað ikki eydnaðist at halda
fast um leiðsluna allan
dystin.
- Tað er sjálvandi ótrúl-
iga keðiligt, men tað vísur
kanska eisini, at hópurin
hjá okkum er heldur tunn-
ur. Umframt Hans á Lag
og Andrew, so restaðu eis-
ini Rúni og Bárður til
hendan dystin, og hetta
eru allir týdningarmiklir
leikarar hjá okkum. Eg
skal ikki niðurgera nakr-
an, men høvdu vit havt
ein sterkari bonk, so
kundu vit kanska skift
øðrvísi út, men tað fáa vit
so ikki gjørt nakað við.
- Sum sagt, so haldi eg
alt í alt, at vit kunnu vera
nøgdir um avrikið. Bert
spell, at vit ikki hava sæð
hendan stríðsviljan aftur í
landskappingini,
men
kanska var hetta vendin,
segði Allan Mørkøre at
enda.
Prógvaði seg sjálvan
Rógvi var fegin um
nýggja leiklutin,
sum hann heldur seg
trívast væl í
FÓTBÓLTSTOS
Jakup Mørk
Einki er at taka seg aftur í,
at mest sjónligi leikarin á
Tórsvølli hósdagin var
Rógvi Jacobsen. Hóast
eina óskiljandi útskifting
stutt fyri leiklok, so tókt-
ist Rógvi vera nøgdur um
dystin, og ikki minst
nýggja leiklutin, sum
hann heldur vera høvuðs-
orsøkina til, at hann í mun
til fyrr í ár var so sjón-
ligur.
- Eg spældi longri
frammi á vøllinum, enn
eg havi gjørt higar til í ár.
Hetta er nakað, su venjar-
in hevur tosað um áður,
men miðjan hevur ofta
verið so tunn, at tað ikki
er blivið til meira enn tos-
ið, segði Rógvi eftir dyst-
in.
- At eg verði fluttur
longur niðan ger, at eg
betri kann nýta mínar
sterku síður, men um
hetta eisini verður plássið
hjá mær framyvir, dugi eg
so ikki at svara uppá.
Hugsa ikki
fram í tíðina
Tá tosið fellur inn á retur-
dystin í Eysturríki, er
Rógvi skjótur at svara, at
somikið langt hevur hann
als ikki hugsað.
- Vit hava eisini aðrar
dystir á skránni áðrenn
tað, so tað hava vit als
ikki tosað um.
- Tað er tó greitt, at tað
verður sera torført, men
vit mugu bara stríðast á
sama hátt, og so hava vit
vónandi eisini Rúna við
til ta tíð, sigur annar av
klaksvíkingunum í HB at
enda.
Allan Mørkøre var nøgdur
um egna avrikið, men vildi
heldur tosað um, hvussu
væl liðið stóð seg
Longur niðan
Rógvi Jacobsen er sum ikki einaferð fyrstur á bóltinum, og frustraði Grazer menninir kuinnu ikki gera annað enn hyggja
Mynd: Jens Kr. Vang
Við tveimum málum kom Bárður Mortansson heilt náttúrliga í fokus, og eysturríkski
frásøguemaðurin segði, at her var talan um ein nýggjan Torkil Nielsen
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
19
18