Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. august 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 153 - 11. august 2001 Nr. 153 - 11. august 2001 21 Niðanfyri sæst, hvussu leikur er farin fram, tá mótstøðuliðinni leygardagin hava hitst seinastu tíggju árini. Viðmerkjast skal, at dysturin millum GÍ og HB ikki verður leiktur hetta vikuskiftið, men ístaðin er fluttur til 12. september. Stóra slagið í botni- num verður í Miðvági leygardagin, tá sand- oyingar koma á vitjan UPPTAKT Jákup Mørk Tað eru tvey lið í ringum skørum, sum fara á vøllin í Miðvági leygardagin. B71 og FS Vágar tykjast vera liðini, sum sínámillum skulu gera av, hvør parturin skal beina leið niður í aðru deild, í so máta verður dyst- urin leygardagin nærum altavgerandi. Spenna bogan Tað tykist eisini, sum um bæði liðini hava tikið allar kanónirnar fram til hetta stríðið, so eftir øllum at døma verður talan um ein spennandi dyst. Vágamenn hava seinastu vikurnar havt Jógvan Hendrik Haraldsen og Per Joensen við á liðnum, og væntandi verða teir báðir millum teir fyrstu ellivu leygardagin. Hjá sandoyingum stóð einki til fyri viku síðani. Fleiri leikarar vóru burtur- frá, tá teir taptu móti B36, men nú eru flestu teirra við aftur. Julian Florescu og Kári Nielsen eru báðir um at koma fyri seg, og haraft- urat kann roknast við, at Hans Jørgen Djurhuss, Jógvan Jón Petersen og Pet- er Ritter allir vera tøkir aft- ur, eftir at teir ikki vóru seinasta sunnudag. Fyri báðar partar tykist talan vera um ein lagnu- dyst, har eitt tap kann fáa katastrofalar avleiðingar, meðan ein sigur hinvegin kann lyfta liðið nakað frá botnsessinum. Vágbingarnir eru skerdir í verjuparti- num, nú teir leygar- dagin fara til Klaks- víkar UPPTAKT Jákup Mørk Eftir at tað stóran part av árinum hevur sæð heldur dapurt út hjá besta fótbólts- liðnum í Klaksvík, tykjast leikararnir og ikki minst áskoðararnir nú brádliga at hóma møguleikan fyri bronsumerkjum. Sum kappingin hevur háttað seg, er tað nevnliga soleiðis, at flestu liðini hava verið sera óstøðug, og tí hevur KÍ bert trý stig upp til bronsuna, eftir at teir undanfarna vikuskifti bastu HB í Gundadali. Hetta hevur ivaleyst eis- ini hava alstóran sálarligan týdning á leikararnar, og sjálvsálitið er tí ivaleyst í toppi, tá teir leygardagin taka ímóti vágbingum. Í Klaksvík hava teir eisini so at siga alt fólkið tókt til dystin. So at siga, tí tveir av teimum leikarum, sum í ár hava biðlað til pláss á fremsta liðnum, eru ikki longur í Føroyum. Símun Joensen er farin til USA í eitt ár, meðan Niclas Nicla- sen er farin til Danmarkar í lestrarørindum. Hinvegin er Kurt Mørk- øre aftur í landinum, eftir at hann hevur verið í Noreg hesa vikuna, meðan roknað verður við, at bæði Harley Bertholdsen og Jan Andrea- sen kunnu roknast at vera á liðnum aftur. Alt í alt tykjast teir í KÍ at vera so væl fyri, sum til ber, og einki er at ivast í, at teir fara at gera sítt til, at møgu- leikin fyri bronsumerkjum eisini skal vera til staðar, tá vágbingar fara suðuraftur. Eingir tvíburðar Í Vági tykist støðan við fólkinum ikki at vera eins góð, sum hon er í Klaksvík. Tað man í øllum førum førum vera langt síðani, at VB hevur spælt, uttan at nakar av Jacobsen-tvíburð- unum eru á liðnum, men hetta verður væntandi støð- an leygardagin. Báðir vórðu teir skaddir í dystinum móti B68, og tá Tórður Holm eisini hevur fingið ein skaða at dragast við, sær av álvara svart út hjá vágbingunum. Hinvegin telir tó eisini, at tað loksins sær út til, at venjarin, Krzystof Pop- czynski, nú aftur verður leikandi venjari frá fyrsta bríksli, og ikki sum seinast sum skiftisleikari. Tungt verður tað tó undir øllum umstøðum hjá vág- bingunum, men teir hava fyrr víst seg at vera stinnir, tá nógv stendur á, so einki er avgjørt undan dystinum. Umframt týdningin av at vera fremstir á Skálafjørðinum stríð- ast B68 og NSÍ eisini um bronsuna undan dystinum leygardagin UPPTAKT Jákup Mørk Spenningurin er stórur á Skálafirðinum undan dysti- num millum B68 og NSÍ. Bæði liðini høvdu ætla sær at gjørt seg galdandi í oddi- num hetta kappingaárið, men hóast hendan vónin helst er farin, so eru tey bæði partar av sera javna stríðnum um bronsumerk- ini. Skerdir grannar Tí er tað ógvuliga umráð- andi, at stig verða vunnin leygardagin, og týdningurin gerst neyvan minni, nú tal- an er um lokaluppgerð. Eina lokaluppgerð, sum hvørgin parturin vil tapa. Bæði liðini eru tó nakað skerd til dystin, og fyri bæði er galdandi, at talan er um týdningarmiklar spæl- arar, sum eru burturfrá. Hjá toftamonnum var missurin av Øssi Hansen í summarsteðginum uttan iva svárur, men har umframt mugu teir vera bæði Jan Dam og Fróða Benjamin- sen fyri uttan til komandi dystin, so spurningurin er helst, hvussu toftamenn standa seg uttan hesar tríggjar. Harafturat tykist tað í løtuni vera ivasamt, um Arnold Joensen verður við um vikuskiftið. Tað ljóðaði fyri stuttum, at hann var ávegis til KÍ, men fyri Sosialinum avsannar Arn- old hesi tíðindi sum slatur. Hvussu er og ikki, so var hann ikki við, tá B68 vitj- aði í Vági. Heldur ikki Runavíkingar hava allar sínar mans tøkar. Djóni N. Joensen er staddur uttanlands í arbeiðsørind- um, og tað er í øllum førum ein leikari, sum hevur stór- an týdning fyri runavíking- ar. Sostatt er líkt til, at báðir partar mugu vera nøkur av sterkastu vápnunum fyri uttan, men hinvegin er einki at ivast í, at teir 22, sum fara á vøllin, fara at geva alt tað, sum teir eiga í sær, og tað nýtist so avgjørt ikki at vera so lítið. KÍ-VB: Tunt í VB-verjuni B68-NSÍ: Týðandi lokaluppgerð Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 GÍ 11 10 - 1 - 0 37 10 27 31 2 B36 11 9 - 1 - 1 40 9 31 28 3 B68 11 5 - 2 - 4 22 18 4 17 4 VB 11 5 - 1 - 5 27 15 12 16 5 HB 11 5 - 1 - 5 21 14 7 16 6 KÍ 11 5 - 0 - 6 12 26 -14 15 7 NSÍ 11 4 - 2 - 5 12 14 -2 14 8 EB/Streymur 11 3 - 1 - 7 11 18 -7 10 9 B71 11 2 - 1 - 8 10 27 -17 7 10 FS Vágar 11 2 - 0 - 9 10 51 -41 6 FS Vágar-B71: Fulmannað botnlið www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Soleiðis hevur gingist Sethús í Fuglafirði til sølu Sethúsaognin matr. nr. 143w á Bøvegi 5 í Fugla- firði verður hervið lýst til sølu, um hóskandi boð verður givið. Sethúsini eru umleið 400 fermetrar til víddar í trimum hæddum, kjallara-, mið- og loftshædd. Grundøkið er 600 fermetrar til víddar. Áhugað verða biðin um at seta seg í samband við Jákup Frants Larsen á telefon 444102 ella 211102. Fuglafjørður,tann 09.august 2001 P/F Petur Larsen 530 Fuglafjørður Haldórsvíkar Skúli Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv við Haldórsvíkar skúla fyri skúlaárið 2001/2002. Starvið er 9 tímar um vikuna. Tann, ið settur verður, má kunna undirvísa í heimkunnleika og handarbeiði. Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi leygardagin 18. august 2001. Haldórsvíkar Skúlastýri v/ Martin Hansen 438 Langasandi FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo ww.sosialurin.fo C M Y K 21 20