Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 166 - 1. september 2008 ] Má fáa avleiðingar Sveinur Tróndarson er formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sum nú skal taka støðu til, um teir heita á Aganevndina um at taka hendingina í Gøtu upp til viðgerðar. Meðan málið verður viðgjørt, fær formaðurin í Kappingarnevndini illa gjørt nakrar ítøkiligar viðmerkingar, men hann sigur kortini, at FSF noyðist at fyrihalda seg til viðurskiftini á vøllinum. Eisini hóast talan er um hendingar, sum bert upptøkutólið hevur fangað. - Vit, sum varða av fótbóltinum, eru noydd at taka mál av hesum slag upp, tí spælararnir mugu vita, at nøkur ting bera avleiðingar við sær. - Men gera vit tað, so haldi eg samstundis, at tað er neyðugt við nøkrum føstum mannagongdum, og at hesar verða hildnar, sigur Sveinur Tróndarson. -mørk Vantandi linjan í dis­ cipliner­revsingum er í ferð við at gerast ein stórur trupulleiki hjá Fótbóltssamband­ inum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað munnu vera tey allar- flestu, sum eru samd um, at sjónvarpsmyndirnar úr Sarpugerði eftir dystin mill- um Víking og B68 miku- kvøldið í farnu viku vóru lítið hugaligar. Atlia Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus løgdu hvør í sínum lagi eftir Jann Inga Petersen, eftir at dóm- arin hevði bríkslað seinasta bríkslið. Tað eydnaðist eis- ini Hans Jørgen at fella mót- støðumannin, men hvørki dómari ella hjálpardómarar sóu tilburðin, sum tí ikki stóð á dómarans frágreiðing eftir dystin. Um vikuskiftið var aftur hending á Sarpugerði, har Herbert í Lon Jacobsen helst fær leikbann fyri at hava verið í hornatøkum við Andreas Lava Olsen eft- ir dystin millum Víking og B36. Men tann hendingin er noterað á dómarafrágreið- ingini, skilst, og tí verður talan ikki á sama hátt um disciplinermál. Hóskvøldið vóru tað sjón- varpsmyndirnar, sum talaðu sítt týðuliga mál um tilburð- in, og FSF hevur eisini boð- að frá, at málið verður tikið upp. Aðra staðni er vanligt, at sjónband verður nýtt sum prógv, og tað hevur eisini verið gjørt áður í Føroyum. Í so máta er eingin trupulleiki. Trupulleikin er, at manna- gongdirnar higar til ikki hava givið nakra serliga rættartrygd til teir spælarar, sum verða fangaðir í beista- gerðum sínum. Fyrsti dóm- urin, sum fall í hesum, var í 2005, tá Bergur Midjord fekk tríggjar daga leikbann fyri at skvetta nakrar dropar av vatni eftir Jón Johanne- sen, sum eisini fekk longt leikbann fyri tilburðin. Undan kappingarárinum hevði FSF ta ferðina boðað frá, at teir nú fóru at brúka sjónvarpsmyndir sum prógv, um talan skuldi verða um disciplinerdóm. Og alt gott um tað. Tað var tó skjótt, at linjan skeiklaðist. Í vikunum eftir hetta vóru tvær hendingar at síggja í sjónvarpinum, har HB-spælari sló klaksvíking í búkin, og har B68-spælari klípti spælara hjá VB/Sumba millum beinini. Báðar hend- ingarnar vóru sjónligar á skíg- gjanum, men hvørgin fekk avleiðingar fyri spælaran. Og sum so hevur linjan – ella mangul upp á sama – eisini verið galdandi fyri útsagnir hjá spælarunum og venjarum. Ein viðmerking, sum í botn og grund ikki var annað enn ein útsøgn um vánaligt dómaraavrik, kost- aði Bartal Eliasen tveir daga leikbann. Hinvegin hava aðr- ar útsagnir seinastu tvey árini frá eitt nú Kurt Mørk- øre, Christian Lundberg og nú seinast Niclas Niclasen ikki kostaðu leikbann, hóast hesar vóru álop á integritetin hjá dómaranum. Fyri at venda aftur til mál- ið í Gøtu mikukvøldið, so hevur Kappingarnevndin fráboðað, at málið verður tikið upp. Enn er tó eingin úrskurður gjørdur, og tað verður heldur ikki Kapping- arnevndin Men Aganevndin, sum ger hendan. Eisini her hevur linjan í kæruviðgerðum verið heldur trupul at fáa eyga á. Og hóast tað skundar undir viðgerðir- nar, so er tað ein veikleiki í skipanini, at revsingin skal upp um ávíst mark, áðrenn mál kunnu kærast víðari. Her var ítróttardómstólurin áður eitt amboð, sum fótbólturin eisini kundi nýta, og avgerðir her hava áður staðfest, at tað ikki ber til, at revsilinjur verða skaptar út frá einstøk- um hendingum. Hetta tí eitt nú videoprógv er av somikið prinsipiellum týdningi, at tey krevja eina viðgerð, áðrenn tey verða tikin í nýtslu. Ta viðgerðina hevði FSF kanska um ársskiftið 2004/2005, men eftirtíðin hevur so ikki víst nakra linju í hesum. Og tí hevur FSF ein trup- ulleika. Øll kunnu væl vera samd um, at eitt mark skal vera fyri atburði á vøllinum. Og tað má standa bæði spæl- arum og venjarum greitt, at verður farið um markið, so fær hetta avleiðingar. Trupulleikin hjá FSF er, at markið ongan tíð er sett. Og í øllum førum hevur marknaðeftirlitið verið sera tilvildarligt! FSF hevur ein trupulleika Talan er um sannan gysara á Skála, har talan er um seinasta útkall hjá heimaliðnum, men har trýstið kanska er størri á gestunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Flytur Skála niður, so er hetta ein staðfesting av tí, sum nógv spáddu undan kappingarbyrjan. Og nøkur vanlukka er tað ikki fyri felagið, hóast tey sjálvandi vilja halda fast um sessin, sum Skála hevur hildið fast um, síðani uppflytingin varð veruleiki á heysti 2001. Hinvegin er talan um alt annað enn hugaliga støðu hjá KÍ. Enn er liðið oman fyri niðurflytingarstrikuna, men bara tað at liva í niðurflyt- ingarvanda er alt annað enn hugaligt hjá siðvanda felag- num, sum saman við HB er einasta felagið, sum altíð hev- ur átt umboðan í bestu deild- ini. Og tí kann talan gerast um nærum vanlukkuliga støðu í Klaksvík, kemur nið- urflytingarvandin nógv nærri, enn hann er í løtuni. Um ikki annað, so kunnu báðir venjararnir fegnast um, at teir hava allar mans tøkar. Hjá Skála var Arnhold Berg leikbannaður seinast, men hann er nú aftur tøkur hjá John Petersen, sum ikki sigur seg hava skaðar av nøkrum slag at hugsa um í løtuni. Hjá KÍ vóru Rodrig da Silva og Milic Curcic burtur frá seinast. Talan var tá um innanhýsis leikbann, sum varð givið av disciplinerum ávum, men teir eru nú aftur tøkir hjá venjaranum. Frá Fótbóltssambandinum eru eingi leikbann, og skaðar eru heldur ikki í hópinum, verður sagt. Skála-KÍ: Botnbrakið er í kvøld Tað gekk heitt fyri seg í eysturoyaruppgerðini í Sarpu­ gerði seinasta mikukvøld. Dómarin fekk ikki alt við, og nú skal FSF taka støðu til tað, sum dómarin ikki sá Mynd: Álvur Haraldsen