Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 166 - 1. september 2008 ] Rangers skrivaði søgu Fyri fyrstu ferð síðani 1894 eydnaðist tað Rangres at skora fýra mál, tá teir spældu á útivølli ímóti Celtic. Old Firm dystirnir millum Celtic og Rangers eru størstu fótbóltsdystirnir í Skotlandi. Úrslitið av dystinum var 4-2 til Rangers. Bæði Celtic og Rangers fingu ein spælara vístan av vøllinum í dystinum. Nygaard aftur á landsliðnum Marc Nygaard, sum hevur ættarbond á Tvøroyri, er tikin út til danska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla fyrstu dystirnar í nýggjari HM-undankapping. Marc Nygaard hevur áður spælt á landsliðnum, men tað eru liðin seks ár, síðani hann seinast varð úttikin. Nú hevur Marc Nygaard gjørt um seg í álopinum hjá danska felagnum Randers, og tað hevur sannført Morten Olsen um, at Nygaard hoyrir heima á landsliðnum. Væl longri millum málini Í EB/Streymi hava tey verið serstakliga fegin um mongu málini, sum rumenin Sorin Anghel hevur skotið í bláu og svørtu troyggjuni. Síð- an aldarskiftið hevur hann oftast verið topp- skjútti í Sundalagnum. Men nú eru tíðirnar broyttar. Tá Anghel í gjár javn- aði fyri heimaliðið var tað bara hansara næsta mál í ársins útgávu av Formuladeildini. Rum- enin hevur fingið meira verjukendar uppgávur á liðnum, og hvat mál- um viðvíkur, stendur nú fyrrverandi málrev- urin í skugganum av Arnbirni Hansen. Tað hevur verið tikið skemtandi til, at Sorin Anghel, sum hevur stór- an týdning í Sunda- lagnum, er einasti eiðis- maðurin hjá EB/ Streymi. Rumenin kom til Føroya í 2001, og hevur tí verið partur av stóru broytingini í felag- num seinnu árini. Ja, saman við Marna Djur- huus er hann faktist hin einasti. -uhj Fyri 10. fer upp í slag í hesum kapp­ ingarárinum vann EB/Streymur á heima­ vøllinum við Margáir. Spurningurin er ikki longur, um føroya­ meistaraheitið endar í Sundalagnum – men nær tað kemur í hús Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Í Sundalagnum fara tey nú so smátt at brynja seg til gullveitslu. EB/Streymur hevur beina kós móti føroyameistaraheitinum, og óttin fyri, at tað miseydnast aftur í ár er burtur. Spurn- ingurin er ikki, um sunda- lagsmenn fáa gull – men heldur nær teir fáa tað. Í gjár kom EB/Streymur eitt fet nærri gullkrónunum. Á heimavøllinum við Marg- áir vunnu teir fyri 10. fer upp í slag í hesum kapping- arárinum, tá toftamenn vitj- aðu. Vendu aftur Seinasta vikuskiftið vitjaðu sundalagsmenn á Sandi. Tá vendu teir einum hóttandi ósigri til sigur, og somuleið- is var myndin við Margáir í gjár. Hóast Ahmed Keita legði gestirnar úr B68 á odda, so eydnaðist tað aftur EB/Streymi at fáa fult. Sorin Anghel javnaði eftir einum hálvum tíma. Bólturin rullaði til mann frá manni, áðrenn Bárður Olsen, sum røkti vongverjaplássið í høgru, sendi inn. Hans Pauli Samuelsen legði bóltin til rættis fyri framherjan, sum smekkaði í netið. Níggju minuttir seinni legði Hans Pauli Samuelsen sundalags- menn á odda við frálíkum beinleiðis frísparki. Leikliga var heimaliðið ikki sannførandi. Og tað hevur verið eitt av eyð- kennunum hjá teimum bláu og svørtu úr Sundalagnum í hesum kappingarárinum. Spælið hevur als ikki verið í meistaraklassa, men tá tað næstan hvørja ferð eydnaðst at skjóta fleiri mál enn mót- støðuliðið, so kunnu áskoð- ararnir ikki verða ónøgdir. Soleiðis er eisini í ár. B68 nær bjargingini B68 hevði veruliga fingið vind í seglini seinastu vikur- nar. Liðið lyfti seg úr botn- inum, og toftamenn eru, hóast ósigurin í gjár, ikki í trupulleikum í løtuni. Nú liðini undir B68 á stigatalv- uni taptu í gjár komu tofta- menn heldur eitt fet nærri bjargingini. Tá Ahmed Keita eftir 18 minuttum sendi høvdið á eitt innlegg úr vinstru, og legði gestirnir á odda, var tað somuleiðis hansara triðja mál í hesum kappingar- árinum. Tað er sjálvandi ikki nóg mikið, serliga tá hugsa verður um, at hann heldur sera evnaríka Jóan Símun Edmundsson á beink- inum. Tað skal tó sláast fast, at ungi framherjin ætlandi skuldi byrja í gjár, men bleiv skaddur undir upphitingini. Tilgongdin av Brian Andresen í summar- steðginum hevur bøtt um tað leikliga hjá toftamonn- um, og danin hevur roynst væl sum bindilið millum miðvøll og álop. B68 royndi av øllum alvi at trýsta seinastu løtuna í gjár. Tað var eisini nær við, at gestirnir fingu útjavnandi málið, men heimaliðið stóð ímóti. Gull til EB/Streym Tann 25. oktober fer EB/ Streymur at taka ímóti gull- heiðursmerkjum og steypin- um. Tá vitjar HB í seinasta leikumfari við Margáir. Sundalagið kann nú so smátt byrja at fyrireika gull- veitsluna, tí nú kann ikki ganga galið. 10 stig eru til NSÍ, sum er á øðrum plássi, og 18 stig eru eftir at spæla um. Tað kann snøgt sagt ikki bera til, at tað verður annar føroyameistari. Tí fer Sigfríður Clement- sen aftur at skriva føroyska fótbóltssøgu. Dugnaligi venj- arin, sum hóast sín unga aldur hevur roynt eitt sindur av hvørjum, vann, sum tann fyrsti, eitt føroyskt felag víðari í altjóða kapping. Nú vinnur hann, eisini sum tann fyrsti, eitt føroyameistara- heitið til EB/Streym. B68 beit av álvara frá sær. Men tað eydnaðist tó hjá EB/Streymi at toga tíggjunda heimasigurin til høldar, og enn er kósin púrasta bein móti FM-gullinum Mynd: Sofus D. Johannesen Sundalagið brynjar seg til gullveitslu B68 EB/Streymur