Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-09-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. september 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 166 - 1. september 2008 ] Byggja víðari Hans á Lag var sjálvandi fegin um, at hann og HB veruliga tykjast hava fingið gongd á málskjótingina, men hann ásannaði eisini, at talan var um ein heldur bíligan stórsigur. - Tað týdningarmesta hjá okkum tykist vera, at vit byrja væl. Klára vit at skora eini tvey-trý mál, so gerast tey ofta fleiri. So tað ræður um at byrja væl, tí tá endar tað aloftast eisini væl. - Og so skal ein sigur ikki takast fyri meira enn tað sama. Tað er um- ráðandi hjá okkum, at vit taka ein dyst í senn, og so byggja upp á góðu gongdina, so hvørt sum dystirnir koma. FM-heitið er helst farið, men tit eru av álvara við í kapprenningini um silvur. Er tað tað, sum nú er málið hjá tykkum? - Ja. Silvurmerkini í sjálvum sær eru ikki so týðandi í mínari verð. Men eitt silvurmerki gev- ur atgongd til UEFA-cup, og tað hevur stóran týdning. Ikki minst er tað av stórum fíggjarligum týdningi fyri felagið, so tað fara vit eftir, sigur Hans á Lag. -mørk Skuldu bara heim Eli Hentze, B71-venjari, ásannaði, at sum fortreyt- irnar háttaðu sær, so ráddi bara um at fáa dystin avgreiddan hjá sand- oyingum. - Tað sigur seg sjálvt, at tá vit missa álopsessið og síðani málverjan, so er ikki nógv at gera. Hatta næsta málið hjá HB er eitt beinleiðis úrslit av, at Símun Rógvi ikki fær tveitt seg, og okkurt av málunum eftir steðgin er slíkt, sum ikki eigur at koma fyri. - Men soleiðis eru for- treytirnar, tá hópurin er somikið tunnur, sum hann er hjá okkum. Sjálvandi kundu vit havt garderað okkum betri á málmans- plássinum, men tað er so eitt val, sum vit hava gjørt. Tit hava Skála næstu ferð. Hvussu álvarsligir eru skaðarnir, sum tit fingu í dag? - Clayton sær tíbetur ikki út til at vera so illa skaddur, sum vit óttaðust. Símun Rógvi fekk eitt slag niður á økslina, og tí fekk hann als ikki lyft armin, og tað er sjálvandi einki serligt hjá einum málverja. Men vit vóna so, at teir eru tøkir til næstu uppgávuna, segði Eli Hentze. -mørk Barcelona í trupul- leikum Barcelona tapti púra óvæntað í fyrsta dystinum í La Liga um vikuskiftið. Barcelona spældi á útivølli ímóti Numanica, sum júst er flutt upp í bestu sponsku deildina, og teir taptu 1-0. Mario Martinez Rubio skoraði fyri Numancia eftir 12 minuttir, og tað gjørdist einasta málið í dystinum. Rok um David Nielsen Danski álopsspælarin David Nielsen hevur mangan gjørt um seg í fótbóltsdystum og uttanfyri fótbóltsvøllin, og nú er aftur galið. Svenski Markus Ringberg sigur, at David Nielsen stútaði hann undir dystinum millum Hamarkareraterne og Strømgodset, har David Nielsen spælir. David Nielsen sigur, at tað var ikki við vilja, at hann rakti Ringberg, tá hann skuldi reisa seg aftur eftir eina støðu í brotsteignum. Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B71 hevur argað HB nakað soleiðis av og á. Ikki minst á Sandi, men eisini í Gunda- dali hava sandoyingarnir ver- ið boysnir viðhvørt. Eitt nú í fjør, tá talan gjørdist um púra óvæntaðan 3-0 sigur. Hetta fekk tó onga endur- tøku sunnudagin. Partvíst er HB við at finna aftur á beint, og tað prógvaðu havn- armenninir við sínum næsta tennis-sigri á rað. Og part- víst er B71-hópurin somikið tunnur, at teir ikki høvdu nakran livandi møguleika at bera missin av tveimum lyklaspælarum. Fyrsti hálvi tímin ella so gekk tó á leið, sum roknast kundi við. HB hevði bóltin meira og teir royndu støðugt at lirka B71-verjuna upp. B71 dúvaði hinvegin upp á kontra-álop, og einar tvær ferðir gjørdist talan um vandastøður, har veruligur málmøguleiki átti at staðist burturúr. Men í Hans á Lag hevði HB ein góðan skansa, sum var førur fyri at seta avgerandi tacklingina inn, tá hetta kravdist. Avgerðin Eftir hálvum tíma var avger- andi hendingin tó farin fram. Fyrst rendi B71-mál- verjin, Símun Rógvi Han- sen saman við Eiriki Poul- sen, og leingi varð málverjin liggjandi. Hann kom tó uppaftur, men fyrsta gerðin eftir hetta var at heinta bóltin úr netin- um, tá Kári Nielsen sendi returbólt í netið, eftir at Hans á Lag í fyrsta umfari hevði stútað á tvørtræið. Tað var greitt, at smeiturin hjá málverjanum var dygg- ur, og mest sum heilur dunk- ur av kuldaspray mátti brúk- ast fyri steðgin. At B71 um sama mundi misti Clayton Soares við tí, sum líktist ein- um brotnum óstbeini, gjørdi ikki støðuna hjá sandoying- um betri, tí uttan álopsessið var tað so sum so við hótt- anini frameftir. Eisini hóast Gudmund Nielsen í tveim- um førum hótti HB- verjuna. Verri var tó við málverjan- um. Beint fyri steðgin punkt- eraði Andrew av Fløtum spenningin, tá spakuligt skot slapp at sníkja seg inn um stólpan. Undir vanligum umstøðum var talan um skot, sum málverjin skuldi tikið, men Símun Rógvi var alt annað enn til reiðar, og eftir steðgin varð hann eisini skiftur um við Símin Hansen! Ikki bara kostaði hetta sandoyingum vanliga fyrsta-málverjan. Tað merkt- ist eisini úti á vøllinum, har ein tann stinnasti spælarin ikki longur gjørdi um seg, og í málinum er ein úti- spælari ikki meira enn næst besta loysnin. Og so kundi HB veruliga dusa sær eftir steðgin. Ferð- in var ikki longur tann stóra, men málini skolaðu inn. Væntandi málmansfør- leikin hjá Símin kom greitt til sjóndar við triðja málið, og tó at hann ikki beinleiðis skal lastast fyri hini, so vóru hesi ein blanding av ikki seliga konsentreraðum verjuspæli og einum ótrygg- um málverja. Keðiligt fokus Í so máta var talan um ein rættiliga bíligan stórsigur, men tað man nú ikki genera HB tað heilt stóra. Trý stig komu til høldar, og málini styrkja helst um sjálvsálitið, sum bara tykist at økjast fyri tíðina. Hjá sandoyingum er hin- vegin illa statt. Eitt er, at teir helst skuldu hava stig burtur úr dystinum. Annað er, at tosið komandi tvær vikurnar í stóran mun fer at snúgva seg um møguleikan at fáa skaddu lyklaspælarar- nar tøkar aftur. Tá landsliðs- steðgurin er av, skal B71 takast við Skála, og tað lík- ist eini veruligari lyklaupp- gerð í botninum, har fyrsti niðurflytarin væl kann finn- ast. HB-B71 6-0 (2-0): HB spælir tennis Næsti tennis-sigurin hjá HB gjørdist til eitt egg móti einum mótfalnum B71-liði. Talan var tó um bíliga bakgrund, tá B71 mist tvey av týdningaremstu kortunum fyri steðgin B71 HB Símin Hansen mátti átaka sær óvanda leiklutin sum málverji. Og ikki færri enn fýra ferðir noyddist hann í meskarnar eftir bóltinum Mynd: Álvur Haraldsen