mánadagur 1. september 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 166 - 1. september 2008 ]
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Alle gode gange tre, plagar
at verða tikið til. Fyri triðju
ferð í eina viku var B36 í
gjár á vitjan í Eysturoy.
Næstsíðsta sunnudag tapti
árstalsfelagið á Toftum, og
mikukvøldið tapti B36 í
Fuglafirði.
Í gjár var setningurin at
fáa stig við til hús úr Gøtu,
og tað eydnaðist. Ivaleyst
høvdu teir í B36 undan frá
ferðini úr Gundadali ikki
verið heilt misnøgdir, um
úrtøkan hevði verið eitt
stig.
Høvuðsstaðarliðið miðj
aði høgt í Sarpugerði, og
tað eydnaðist at vinna fulla
úrtøku, og tað er ikki at
undrast á, at gestirnir fóru
ovurfegnir til hús:
Hetta var akkurát tað,
sum okkum tørvaði. Vit
vóru sera misnøgdir við
avrikið og úrslitið, tá ið vit
mikukvøldið vóru í Fugla
firði og taptu 10. Hesa ferð
vístu vit fínan hugburð, og
tað bar úrslit við sær, sum
ger, at vit sjálvir kunnu gera
av, um vit skulu vinna silv
urkrónurnar, staðfesti Magn
us Olsen hjá B36, tá ið Eiler
Rasmussen, sum greiddi
torføra setningin væl, hevði
bríkslað fyri síðstu ferð.
Heðin Askham var ikki
heilt nøgdur við uppstilling
ina, sum hann legði fyri
við, og í 1. hálvleiki roker
aðu gestirnir í Gøtu eitt
sindur. Magnus Olsen, sum
fyrstu løtuna var vongverji
í høgru, varð fluttur á sentr
ala miðvøllin. Dimitrij Jan
kovic hevði fyrstu løtuna
sentralan miðvallarleiklut,
men tað hilnaðist einki ser
ligt, og so varð hann fluttur
í miðverjuna, har hann man
vera ein tann stinnasti í
landinum. Herbert í Lon
Jacobsen var fyrstu løtuna í
miðverjuni, men so varð
hann
fluttur
á
høgra
vongverja.
Meðan B36 leitaði eftir
optimalu uppstillingini fyri
at fáa bilbukt við víkingar
nar, sum sær sjálvum líkir
stríddust sum fyri lívinum,
skoraðu teir tvey mál, og
heimaliðið skoraði eitt.
Sekundvísarin hevði bara
verið hálva aðru ferð runt,
tá ið bólturin lá í meskunum
aftanfyri Geza Turi. Mið
vallarin Róaldur Jacobsen
legði neyva frísparkssending
úr vinstru og í brotsteigin,
har Hanus Thorleifsson var
nóg leysur til at seta krúllin
undir bóltin, og so var fagn
aður millum B36 spælarar
nar og viðhaldsfólkini, sum
í viðførinum høvdu so vána
lig minni frá fesku vitjanun
um í Eysturoy.
Og tað var um reppið, at
Hanus Thorleifsson lítla
løtu seinni økti um leiðsl
una, men Víkingur gav
hornaspark í høgru.
Tá vóru níggju minuttir
farnir, og í næsta álopinum
javnaði heimaliðið. Miðvall
arin Sølvi Vatnhamar varð
feldur í brotsteiginum, og
ein annar miðvallari, Sam
Jacobsen, var púra tryggur,
tá ið hann sendi brotssparkið
í málið aftanfyri Meinhard
Joensen.
Tað var futtur í og gott
undirhald í 1. hálvleiki.
Málið, sum vísti seg at
verða avgerandi, skoraði
Jákup á Borg, tá ið hálvur
tími var farin. Alex dos San
tos sendi frágera góða dia
gonala sending til landsliðs
spælaran, sum tamdi væl,
áðrenn hann snaraði um seg
sjálvan og við vinstra beinið
legði bóltin yvir í handara
síðunetið.
Eftir
steðgin
dovnaði
spælið. B36 var tilvitað um,
at nú var tað heimaliðið,
sum skuldi standa fyri und
irhaldinum. Tá ið gestirnir
fingu fatur á bóltinum, var
setningurin at varðveita
hann, meðan bíðað var eftir
møguleikum fyri álopum.
Álopsbroddurin er einki ser
ligur, og síðstu løtuna var
tað heimaliðið, sum royndi
at leggja trýst á fyri at koma
afturíaftur.
Símun Louis Jacobsen
hevði góða roynd beinan
vegin eftir steðgin, og
Andreas Lava Olsen var
støðug hóttan, men tað
eydnaðist ongantíð at fáa
bóltin í B36 málið, og har
við er árstalsfelagið væl
meiri við í kappingini um
krónurnar, enn víkingarnir
eru tað.
Claus vann í
Southampton
Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar, tá
Blackpool spældi í næstbestu ensku fótbóltsdeildini um
vikuskiftið. Blackpool var á vitjan har suðuri hjá
Southampton, og teir høvdu øll trý stigini við sær norður
aftur. Einasta málið í dystinum skoraði Burgess við
brotssparki beint fyri hálvleikssteðgin. Sløk 16.000 fólk
hugdu eftir dystinum, har Blackpool fekk fyrsta sigurin í
hesum kappingarárinum.
Gilli søkti Celtic
U17 liðið hjá Aberdeen spældi um vikuskiftið ímóti
Celtic, og teir úr Aberdeen vunnu heili 41. Tveir
føroyskir spælarar hava júst gjørt sáttmála við Aberdeen,
og annar av teimum, Gilli Sørensen, skoraði tvey mál í
hesum dystinum. Hin føroyski spælarin í Aberdeen er
Hallur Hansson. Bæði Hallur og Gilli eru á føroyska U17
landsliðnum í fótbólti, sum í næstum skal til EM
undankapping í Portugal.
Víkingur.B36 1-2 (1-2):
Málmurin
fór úr
Sarpugerði
Triðju ferð eydnaðist tað hjá B36, sum undan vitjanini í Sarpugerði hevði tapt tveir dystir á rað í Eysturoynni
savnsmynd
B36
Víkingur
Hetta var ikki
nóg gott
Eftir at tað leingi hevur
gingið sum eftir ánni hjá
Víkingi, hevur tað tvær tær
seinastu ferðirnar verið
sera soltið. Mikukvøldið
taptu
víkingar
10
á
heimavølli ímóti B68, og í
gjár taptu teir 21 ímóti
B36.
Vit hava dúvað upp á
liðandan, men hann hevur
ikki verið nóg góður tvær
tær seinastu ferðirnar. Vit
hava havt samskiftistrupul
leikar í verjuni, og tað
hevur kostað bílig mál,
staðfesti miðverjin og lið
formaðurin, Niclas Nicla
sen, tá ið stríðið var lokið.
Víkingarnir siga seg
framvegis rokna við, at
tað skal eydnast at vinna
heiðursmerkir:
Vit eiga bæði NSÍ og
HB á heimavølli. Tað er
upp til okkum sjálvar at
syrgja fyri betri úrslitum,
enn vit hava megnað tvær
tær seinastu ferðirnar. Um
tað eydnast, so verða vit
aftur
á
heiðurs
merkjaplássi.
-mørk
Triði sigurin á
útivølli
B36 hevur staðið seg væl
á heimavølli, og B36
hevur staðið seg minni
væl á útivølli. Tað vísa
úrslitini. Á heimavølli
hava teir vunnið sjey
ferðir, fýra ferðir hevur
verið javnt, og enn hevur
B36 ikki tapt í Gundadali.
Ellivu stig eru frá fjórða
plássinum hjá B36 og fram
til toppplássið hjá EB/
Streymi. Munurin hevði
havt verið væl minni, um
tað hevði havt eydnast B36
at vinna størri úrtøku á
útivølli, enn teir higartil
hava gjørt. Tíggu ferðir
hevur B36 spælt á útivølli
(eina ferð ímóti HB), og
sigurin í gjár ímóti Víkingi
var bara triðja ferðin, at tað
hevur eydnast at vunnið á
útivølli. Hinir sigrarnir
hava verið á Sandi og á
Toftum.
Í seks teimum síðstu
umførunum
skal
B36
spæla tríggjar ferðir á úti
vølli: í Gundadali ímóti
HB, í Streymnesi og í Runa
vík. Tvær ferðir hevur B36
tapt í Klaksvík. Annan
sunnudag fara klaksvík
ingar at vitja í Gundadali.
-mørk
B36 leitaði eftir sær sjálvum, áðrenn tað
eydnaðist at vinna ógvuliga týdningarmikla
uppgerð á útivølli í Eysturoy